Eilat Mazar nýtti Bíbliuna í arbeiði sínum við útgrevstri í Ísrael

Kendi ísraeski fornfrøðingurin, Eilat Mazar(64) andaðist 25.mai 2021. Hon tvíhelt um, at fornfrøðiligur útgrevstur í Ísrael staðfestir bíbilsku skriftirnar. Og hon meinti, at Sáttmálaørkin finst onkrastaðni undir gamla templinum í Jerúsalem.

Søguligar frágreiðingar

Eitt av tí, eg lærdi av abba mínum, var at líta á bíbilsku tekstirnar.
Tað snýr seg um at hugsa gjølla um tekstirnar um og umaftur, tí hesir hava í sær sannar søguligar lýsingar

Tíðindablaðið Haaretz skrivaði, at Mazar helt, at fornfrøðiligu fundini stuðla Bíbliunnar frágreiðingum. Ikki øll vóru samd við henni í hesum, men fornfrøðiligu fund hennara og 10 bøkur hennara, har flestu teirra eru um sentralar partar av bíbilska Jerúsalem, vann henni stóra virðing millum manna

Við Bíbliu og spaka

– Eg arbeiði við Bíbliuni í aðrari hondini og amboðunum í hinari. Bíblian er mest týðandi søguliga keldan og hetta ber við sær, at givið verður henni serligan ans, segði Eilat Mazar sambært Jerusalem Post. At Mazar nýtti Bíbliuna í arbeiði sínum gjørdi hana væl umtókta millum kristnar zionistar.

Fund við bíbilskum nøvnum

Tað vakti ans, tá Mazar førdi fram, at hon hevði funnið tað, ið kundi havt verið steinarmúrurin á borg Dávids kongs. Tað liggur í «Ir David» (Býi Davids). Staðið er atkomiligt og ferðandi koma í dag fyri at síggja staðið, har útgrevsturin byrjaði í 2005.

Niðriundir Hulda-liðunum avdúkaði Mazar tað, hon nevndi múrar og torn frá Sálomo kongi, úr tíð sonar Dávids kongs. Mjølkrukkur o.a. eru komnar undan kavi úr hesi tíð. Fornfrøðiliga parkin varð alment latin upp í 2011.

Eilat Mazar fann eitt innsigli við navni Hiskia kongs á úr 8. øld í einum húskøsti í Jerúsalem. Luturin varð funnin á Ofel-heygnum undir Hulda-liðunum. Sí 2.Kongabók 18.

Mazar fann somuleiðis eitt innsigli við innskriftini “Ogn Hiskia kongs, sonur Ahas, kongur Júda. Hiskia var kongur í Jerúsalem, og fundurin er við til at vátta søgu Bíbliunnar.

Innsigli frá tíðarskeiði Hiskia kongs úr 8.øld

Eina aðru ferð megnaði Mazar at greina navnið “Jukal”. Hon grunaði, at hetta kundi verið eitt bíbilskt navn og leitaði í einum bíbilskum uppslagsverki. Í Jeremia 37,3 stendur: “Zidkia kongur sendi Júkal Sjelemjason og prestin Zefanja Máasejason til Jeremia profet við soljóðandi orðsending: Gakk til Harrans, Guðs várs, í forbøn fyri okkum!”

Eilat Mazar hevur somuleiðis funnið navnið Gedalja, sonur Pashurs, ið er nevnt í Bíbliuni. Í 2018 fann Mazar eitt innsigli við tekstinum: “Ogn Jesajas” og niðriundir hesum stendur “profetur”. Onkur heldur, at hetta ikki er eitt eins gott prógv sum tað av Hiskia kongi, men kjakið millum fornfrøðingar er altíð hvast.

Gullgripir

Eilat Mazar hevur somuleiðis funnið gullgripir, eitt nú myntir úr gulli úr tíðini frá persisku hertøkuni av Jerúsalem fyri 1400 árum síðan. Á einum av hálsprýðunum er ein mynd av einum sjeyarmaðum ljósastaka(Menora). Men størsta “gullið” er helst tað, ið váttar Bíbliuna. Eilat Mazar hevur samstarvað við kristin, og tey hava eisini verið við til at grava og gjalda fyri stóru útreiðslurnar, ið eru knýttar til at grava í fortíðini.

Arabisk mótstøða

Fornfrøðiligi útgrevsturin, ið flestøll helst bíða eftir, er fundið av Sáttmálaørkini. Í eini samrøðu við Eve Harow á Youtube greiddi Eilat Mazar frá, at hon trúði, at Sáttmálaørkin liggur goymd onkustaðni í økinum við Tempulfjallið. Har eru nógvir stórir vatnbrunnar og loynustøð, men orsakað arabiska mótstøðu ber ikki til at sleppa framat at kanna staðið.

Kelda: Udfordringen Vidar Nordberg