YVIRSKRIFTIR

Evangeline Booth, Frelsunarherurin, njál djurhuus, vitnisburður, persónligur vitnisburður, BÚLD

26. januar 2014

EVANGELINE BOOTH

HVØR VAR TAÐ, SUM KYSTI MEG?

Video av Evangeline Booth

Biografi: Evangeline Booth


”Elskaðu tit, latum okkum elska hvør annan...” 1.Joh. 4,7 

Evangeline Booth stóð uttan fyri eitt rættarhøli og sá ymiskar fangar koma út haðani. Fyri løtu síðani hevði hon hoyrt onkran har inni rópt, skríggjað og bannað, og nú sá hon eina konu, sum sá ógvuliga vill út, verða førda út av 6 politimonnum. Tveir gingu framman fyri hana og tveir aðrir aftan fyri hana, meðan tveir hildu í armarnar á henni. Sum hon bardist at sleppa leys. Klæðini, hon var í, vóru skrødd, hárið á henni var ývið, og á hennara skitna andliti var storknað blóð. Hvat kundi hon gera fyri hana?

Evangeline visti, at ongar stundir vóru at prædika fyri henni. Tað vildi verið ein brotsgerð ímóti henni at givið henni pengar, og at sungið fyri henni vildi verið nyttuleyst. Um eina løtu vildi henda konan vera langt burtur. Drivin av einum knappligum innskoti rann Evangeline yvir til hesa skitnu, bannandi og illa luktandi konuna og kysti hana.

Konan sleit hendurnar leysar og hugdi vill rundan um seg. “Hvør var tað, sum kysti meg?” rópti hon.. “Hvør kysti meg? Eingin hevur gjørt tað, síðani mamma doyði.”

Hon koyrdi sítt skrædda fyriklæði upp til andlitið og brast í sjóðheitan grát, og sum eitt blítt lamb læt hon seg leiða upp í vognin, sum koyrdi hana til fongslið.

Nakrar dagar seinni fót frg. Booth til fongslið at vitja konuna. Andlit hennara var nú reint, og hon sá heldur vøkur út. Hon hugdi upp á hesa fremmandu og spurdi: “Vita tygum, hvør kysti meg?”

So segði hon frg. Booth sína ævisøgu. “Tá ið eg var eitt pinkubarn, doyði pápi mín, og tá ið eg var sjey ár, doyði mamma mín. Hon doyði í einum myrkum bakgarði í einum fátækrabýlingi. Tá ið hon lá at doyggja, rópti hon á meg, tók mítt lítla andlit millum hendurnar á sær og kysti tað. Hon segði: “Mín neyðars lítla genta! O, Gud, ver miskunnsamur móti míni lítlu gentu og ansa eftir henni!” Frá tí degi og til nú er tað eingin, sum hevur kyst mítt andlit til fyri stuttum.”

So spurdi hon aftur: “Vita tygum, hvør tað var, sum kysti meg?”

Evangeline Booth svaraði: “Tað var eg.”

Hon segði hesari falnu kvinnuni um Gud og um, hvussu hann elskaði hana so høgt, at hann fór til krossin, har hann bar hennara syndir. Hann bleiv særdur og sligin og kann frelsa øll frá syndum teirra.

Hetta var nakað nýtt. Konan hevði ongantíð hugsað sær, at Jesus elskar so nógv. Hon læt hjarta sítt upp fyri Jesusi, og áðrenn hon fór úr fongslinum, hevði hon eisini lært nógvar aðrar fangar at elska Jesus.

Alt hetta hendi, av tí at Evangeline Booth kysti hana. Sum hetta var ein vøkur og góð gerð! Evangeline Booth var dóttir tann mannin, sum setti á stovn Frelsunarherin.

Latum okkum eisini sýna medmenniskjum okkara kærleika og læra tey mongu ólukkuligi, at Gud sanniliga er ein Gud, sum frelsir syndarar.

E. Campbell umsetti.


START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

ANDERS NORD

Video-brot um tilburðin í NRK

Hvat er hatta fyri eitt navn? Jú, tað er navnið á tí manni, sum búði í tí húsinum, sum stóð fullkomiliga óskalað eftir tann stóra eldin, sum herjaði Ålesund í 1904, har tey flestu av teimum 1100 húsunum, sum vóru í býnum tá, vórðu løgd í øsku. Her skulu vit hoyra um mannin og umstøðurnar, sum stóðust av hesi ógvisligu hending.

Húsið var bygt úr vanligum timbri eins og øll onnur hús í Ålesund tá á døgum. Hann, sum átti húsið, kallaðist Gunnar Walde. Tí verður hetta húsið nevnt“Walde-húsið”. Tað liggur í einum býarparti, har øll húsini vórðu løgd í øsku. Men hetta eina húsið varð standandi - ja, ikki bara standandi, tað fekk als ongan skaða, ikki so frægt sum málingin var sviðin!

Av hesi orsøk varð húsið í mong ár kannað og granskað vísinaliga, og mangar løgnar teoriir komu fram. Men eingin skilagóð frágreiðing kom burturúr tí.

Í 1913 varð húsið friðað. Kommunan friðaði húsið, og hvør sum helst kann dagin í dag vitja Ålesund og síggja húsið í Grensegata 2.

Í februar í 1986 sendi NRK eitt brot í sjónvarpinum frá tí árliga minnisdegnum í Ålesund. Tað varð víst í sendirøðini “Norge Rundt”. Har sóu fólk, tá ið mannamúgvan gekk fram við Fjellgata og Grensegata.

Tá ið ferðaleiðarin peikaði á Walde-húsið, segði hann skemtiliga við teirri ætlan at gera alt til láturs: “Og her síggja vit húsið, sum Várharra spardi, tá ið maðurin, sum búði har, ikki vildi flyta út ...”

Hetta brotið úr sendingini fekk eina tignarliga, eldri konu úr Tróndheimi at mótmæla harðliga. Millum annað skrivaði hon til NRK og ávaraði tey, ið høvdu ábyrdina, móti at vera so vágin og fyrilitarleys, tá ið tey skuldu greiða frá “húsinum, ið ikki brann”. Hon var eisini hin rætta at koma við slíkum mótmæli, av tí at mamma hennara var dóttur Anders Nord!

Klara Skjøstad er navnið á hesi konu, sum altso er abbadóttir Anders Nord. Tá ið vit ætlaðu at vitja hana, fingu vit Birger Forsmo at hjálpa okkum, tí hann kennir stórar partar av Vesturlandinum, og nú í januar 1993 fingu vit ta gleði at tosa við hana í heimi hennara í Tróndheimi.

At tosa við Klaru Skjøstad kennist sum at tosa við ein ungdóm. Hon vísti okkum familjumyndir og segði okkum frá nógvum áhugaverdum í tí stóra sorgarleikinum í Ålesund 1904.

“Abbi,”sigur Klara, “var ein heilhugaður trúgvandi maður. Hann var eitt trúar- og bønarmenniskja. Regine, kona hansara, hevði ikki heilt tey somu viðurskiftini við Gud, tí tá eldurin kyknaði, og abbi segði, at Harrin hevði lovað at varðveita tey og húsið, gjørdist hon kortini ræðslusligin. Hon bar alt, sum hevði nakran týdning, út í tún at bjarga tí.

At enda, tá ið eldsbrunin var beint við, royndu omma og nakrir grannar at fáa abba út við valdi! Men abbi vildi ikki út úr húsinum.

Hann hevði fingið nakað heilt serligt frá Gudi, tí annars hevði ein slíkur fastleiki og friður ikki verið menniskjansliga møguligur, ið hvussu er ikki í einari sovorðnari ræðandi støðu.

Eldsbrunin slóknaði at enda, eftir 16 tímum, seinnapartin 23. jan. Tá stóð hetta húsið eftir, húsið, sum omma og abbi búðu í. Tað stóð púra óskalað eftir. Ikki so frægt sum merki eftir eldin vóru at síggja,” sigur Klara Skjøstad.

Kristian Bugge, sum hevur skrivað “Ålesunds Historie” sigur frá hesi hending á síðu 320 í bók síni:

Í einum húsi í Grensegaten búði ein gamal maður, sum hevði biðið Gud gjørt tað soleiðis, at tað húsið, sum hann búði í, ikki mátti brenna. Og hann var so vísur í, at Gud hevði hoyrt bønina, at hann partú ikki vildi út. Tá ið familjan og hini, sum búðu í húsinum, ikki høvdu somu trúgv sum hann, tóku tey hann við valdi út úr húsinum. Men tá ið eldhavið var farið um henda býarpartin, tá kom fyri ein dag, ja, løgið var tað, at øll onnur hús allastaðni har vóru brunnin í grund; men hetta húsið stóð púra óskatt, og tað stendur har dagin í dag, hóast hetta var eitt timburhús sum øll onnur.”

Harald Grytten, sum hevur givið bókina “Ålesund Forteller” út, hevur á síðu 45 eina mynd og sigur soleiðis um hana:

“Eitt annað áhugavert á myndini er húsið, sum stendur fremst. Hatta er tað viðgitna Waldehúsið á horninum Fjellgata Grensegata, sum varð standandi, meðan øll húsini kring tað brendu. Frásagnir á fólkamunni vilja vera við, at ein teirra, sum búði í húsinum, fekst ikki út haðani. Hann var vísur í, at húsið fór at verða spart. Men skyldfólk hansara, sum ikki vóru líka sterk í trúnni, lupu inn at bjarga tí, sum bjargast kundi. Mannin fingu tey ikki við sær, bara klæði hansara og nakað av innbúgvi. Hetta bóru tey oman í Parkina, og har brann alt upp. Men húsini vórðu altso standandi í øllum góðum.”

Tað er at undrast á, at fólk ikki hava vent sær til Anders Nord sjálvan og spurt hann, hvat ið hann helt, og hvussu alt hetta hekk saman. Fólk undraðust stórliga og vóru uppøst um hetta fyribrigdið. Tað hevði verið so líka til at biðið mannin komið við sínari viðmerking.

Av tí at hann bar seg so heilt serliga at undir vanlukkuni - soleiðis sum bæði hansara núlivandi skyldfólk og álítandi søguskrivarar vátta - áttu allir myndugleikar, almennir sum privatir, at sett seg í samband við hann og lurtað eftir hansara frásøgn og sæð til, at eingin, sum umboðaði býin, skuldi sloppið at komið við óreiðiligum og nasvísum viðmerkingum.

So vítt sum vit vita, finst eingin beinleiðis samrøða við Anders Nord í verðsligum høpi. Men Harrans vegir eru eisini í hesum føri “órannsakandi”. Róm. 11,33.

Ein septemberdag í 1913 spákaði Peter Relling á teimum leiðunum uttan fyri Ålesund, har ellisheimið var. Av tí at hann visti, at Nord nú var fluttur higar, gjørdi hann av at fara at hitta hann. Tað var ein sunnudag seinnapart, og fleiri onnur vóru eisini har og vitjaðu. Men at enda eydnaðist tað Relling at sleppa at hitta Nord og konu hansara einsamøll.

Fyrst samtalaðu tey um tær vanligu síðurnar av okkara kristnilívi, og so spurdi Relling, um hann kundi sleppa at hoyra frásøgnina um býarbrandin av egna munni Nords.

“Ja, sært tú,” segði Nord, “dagin fyri, tann 22. januar kl. eitt seinnapartin var eg einsamallur inni í stovuni. Í tí at eg hyggi upp, gerist eg varur við ein stóran og lýsandi eingil, sum stendur mitt á gólvinum. Eg gjørdist beinanvegin so bangin og spurdi: “Hvat er tað, Harri?”

Men hann segði: “Óttast ikki! Eg eri sendur frá Gudi tí almáttuga at siga tær, at í hesi nátt skal allur hesin býurin leggjast í øsku vegna tær mongu og stóru syndir, sum fara fram her. Men tú hevur funnið náði hjá Gudi - og tú og kona tín skulu ikki fara út, og einki av tí, sum tit eiga, skulu tit bera út, tí alt, sum verður borið út, verður uppkolað. Eg skal varðveita tykkum, og einki ónt skal raka tykkum.”

So segði hann: “Eru tit villig?”

Eg svaraði: “Ja, Harri.”

So segði hann: “Friður veri við tær.”

Síðani fór hann uppfrá og hvarv.

Tá ið kona mín seinni kom inn, og eg segði henni tað, sum var hent, gjørdist hon frá sær sjálvari, men segði einki.

Umleið 2.15 um náttina dundraði brandkanónin, og samstundis brast eitt ræðuligt ódnarveður á, kolandi stormur av vestri. Himmal og hav stóðu í einum roki. Tá sá eg úr vindeyganum eldin langt har úti. Hann býtti seg í 14-15 ymiskar leiðir, og við fúkandi ferð nærkaðist hann í hvørjum. Kona mín fór at bera ein lutin fyri og annan eftir út, ja, eisini gardinurnar. At enda var bara ein tóm song og ein stólur eftir. (Og alt, sum hon bar út, brendi.)

Um middagsleitið var eldurin tætt upp at okkum.

Eg læt Bíbliuna upp og las úr Sálmi 91, meðan logarnir og roykurin sveipaðu seg um húsini. Tá ið ein løta var farin, fór eg á føtur og hugdi út. So langt sum eygað rakk, vóru bara gløðandi øskudungar at síggja, men inni hjá okkum var ikki heitari, enn tað er her í dag,” legði hann afturat.

Soleiðis greiddi Anders Nord frá tí, hann hevði sæð og upplivað undan og eftireldsbrunavanlukkuna í 1904, sambært ta samrøðu, sum hann hevði við Peter Relling í 1913.

Árið eftir flutti Nord heim til Gud, 79 ára gamal.

Hvør var so hesin Relling? Heimildarmaður okkara, Forsmo, hevur fyri stuttum tosað við fólk, sum minnast Relling. Hann var úr Ålesund, búði einsamallur og hevði eina hárskerastovu í býnum. Hann var persónliga trúgvandi og hoyrdi til eina meinigheit í býnum.

Henda mannin brúkti Gud at føra pennin, so at vitnisburðurin hjá Nord kundi festast á blað, umleið níggju ár eftir býarbrandin og bara eitt ár undan deyða hansara.

Eftir henda vitnisburðin mugu vit bara sanna, at í einum av okkara norsku býum stendur eitt prógv um Guds almátt, nevniliga í Grensegata 2 í Ålesund!

Henda opinberingin, sum Nord fekk, er einasta skilagóða frágreiðingin uppá, hví hann var so viljafastur og róligur undir allari vanlukkuni. Hevði hann ikki fingið eitt guddómligt lyfti, hevði tað verið ógjørligt hjá einum sunnum, ábyrgdarfullum familjufaðir at bera seg soleiðis at! Og Nord var ein sovorðin maður, við tignarligum eginleikum bæði sum menniskja og trúgvandi, tað kann núlivandi abbadóttir hansara, Klara Skjøstad vátta.

Vit prísa Gudi fyri teir veruleikar, sum nú eru komnir fyri dagsins ljós, og bøn okkara er, at boðskapurin skal verða tær til signingar og lív í trúnni á Frelsara okkara Jesus Kristus!

“Og Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego gingu tá út úr eldinum ... og teir sóu, hvussu eldurin ikki hevði bitið á likamum teirra ... hárið var ikki sviðið ... einki plagg á teimum var skalað, ja, ikki so mikið sum sviðin roykur gekk at teimum.” Lesið sjálv 3. kapittul hjá Dánjali.

Effie Campbell umsetti.

Her ein norsk grein í blaðnum "Nytt i uka", ið kom út 19.1.2022.

Start

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

HOYRIR GUD BØNIR OKKARA?

N. J. Stowell var kendur gudsnoktari og samstundis vísindamaður yviri í USA. Eftir hesa hending, sum her skal greiðast frá, broyttist lívið hjá dr. Stowell. Hann bleiv trúgvandi og er í dag ágrýtin at vitna um Guds stórleika og náði.

Stowell arbeiddi sum vísindamaður við teimum fjaldu loyndarmálunum í atomorkuni og royndi at greiða og fáa skyn á hesum. Hann royndi nýggjar leiðir, sum higartil vóru ókendar. Meðan hann gjørdi summar vísindaligar royndir, kom hann fram á ymiskt heilt løgið, sum fullkomiliga broytti hansara lívsáskoðan. Hann greiðir sjálvur soleiðis frá:

Eg var kensluleysur gudsnoktari. Eg helt, at Gud bara var fyri tey trúgvandi, og at tey høvdu spunnið alt í, tey ímyndaðu sær hann bara, tað var tann beri heilaspuni. Eg trúði ikki á ein livandi, alvitandi og kærleiksfullan Gud.

Í mínum vísindaliga arbeiði kom eg at uppliva heilt ótrúlig ting í virkseminum í mannaheilanum. Vit vóru fimm vísindamenn, sum gjørdu royndir og máldu heilan í einari menniskju, og vit ansaðu eftir, at heilin virkaði sum ein útvarpssendari. Vit royndu at finna bylgjulongdina hjá honum, og vit funnu hana- ja, vit funnu nógv meir, tí vit funnu bylgjulongdkanalina í mannaheilanum. Innan fyri markini í kanalini var rúm fyri bylgjulongdini hjá hvørjari einstakari menniskju, og tær skilja seg nógv týðiligari hvør frá aðrari enn fingramerkini hjá menniskjum. Vit fingu hug at gera eina roynd at vita, hvat ið hendir í heilanum, tá ið ein menniskja doyr. Vit valdu eina kvinnu til roynd okkara. Hon var trúgvandi, og vit vistu, at hon skjótt fór at doyggja. - Uttan at hon merkti tað, settu vit tey vísindaligu tólini upp í rúminum við síðuna av. Hon lá soleiðis, at vit, uttan at hon visti av tí, kundu fylgja við, hvat ið hendi hennara síðstu stund. Vit høvdu sett ein málara upp, soleiðis at vit kundu mála tankavirksemið hjá hesi kvinnu í deyðastundini.

Í miðjuni á málaranum stóð 0, pinnurin kundi sveiggja upp í 500 stig annaðhvørt tann positiva ella negativa vegin. Einaferð fyrr høvdu vit við hesum tólum mált eina av teimum sterkastu útvarpsstøðunum í USA, meðan hon sendi. Pinnurin sveiggjaði út til 9 stig tann positiva vegin.

Tá ið deyðastundin nærkaðist hjá hesi kvinnu, fór hon knappliga at lova og takka Gudi. Hon bað um Guds náði og fyrigeving til allar fíggindar sínar og segði, at hon trúði fult og fast upp á syndanna fyrigeving í Jesu blóði, hon frøddist og takkaði Harranum, tí hon skjótt skuldi flyta heim til teir ævigu bústaðirnar til eitt ævigt lív saman við Frelsaranum.

Vit stóðu í rúminum við síðuna av og vóru so rørdir av hesari persónligu andaktini, at vit næstan gloymdu okkara vísindaligu royndir. Summir høvdu tár í eygunum, og eg sjálvur var ógvuliga rørdur.

Í somu stund hoyrdu vit tólið. Tá ið vit hugdu at í, vísti tað 500 stig positiva vegin, pinnurin royndi at koma sær hægri upp við tí úrsliti, at hann stóð og darraði á hægstu mátingareind 500 stigum. Vit hugdu bilsnir hvør at øðrum og vóru rørdir. Á fyrsta sinni í søgu mannaættarinnar høvdu vit mált megina í bønini hjá einum trúgvandi, og hon var 55 ferðir sterkari enn megin í einari av størstu útvarpsstøðunum í USA. Øll mín gudsnoktandi lívsáskoðan fór í skeljasor.

Nakað seinni gjørdu vit av at fara at gera royndina umaftur. Hesa ferð skuldi tað vera við einum persóni, ið ikki var trúgvandi. Vit valdu ein mann, sum hevði eina drepandi sjúku. Tá ið vit høvdu sett tólini upp, fingu vit eina sjúkrasystur at vera hjá honum í hansara síðstu stund, og hon skuldi royna at tosa við hann. -Maðurin var snarsintur og beiskur inn á síni medmenniskju. Vit hugdu at pinninum. Hann tók at falla nokk so skjótt tann negativa vegin, og tá ið maðurin bannaði Gudi, hoyrdu vit aftur ljóðið av pinninum, sum sló móti útjaðaranum, 500 stig tann negativa vegin.

Vit høvdu nú vísindaliga staðfest, at óndar hugsanir, hat og illbønir eru ein negativ megi. Nú gjørdist tað álvara fyri meg, og tankin kom við ógvisligari styrki í sál mína: Tá ið vísindin kann mála innihaldið og megina í tonkunum, skuldi Gud so ikki verið førur fyri at kunnað lisið okkara tankar og samstundis tikið ímóti okkara boðskapi, tá ið vit biðja. Heilin sendir við størri megi enn tær størstu útvarpsstøðirnar. Á henda hátt stóð eg andlit til andlits við hin alvitandi og altsíggjandi Gud. Mítt gudloysi hvarv sum døgg fyri sól. Sum ein ærligur vísindamaður kundi eg ikki longur sýta fyri sannleikanum.

Nú trúgvi eg á Jesus Kristus sum mín Frelsara.

Effie Campbell umsetti.

Start

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

KANST TÚ FYRIGEVA MÆR, PÁPI?

Frá veruleikanum.

R. A. Torrey.

Fyri nøkrum árum síðani var tað ein enskur bóndi, sum kallaðist William Dorset, ið prædikaði í London. Í talu síni segði hann millum annað:“Tað er ikki ein einasti maður í London, sum Harrin ikki kann frelsa.”

Tá ið møtið var liðugt, kom ein kvinnuligur býar-trúboðari yvir til hansara og segði:“Harra Dorset, søgdu tygum, at tað er ikki ein maður í London, sum Jesus Kristus ikki kann frelsa?” - “Ja, so er.” - “Íðan so. Ein maður er her í London, sum eg vil, at tygum skulu vitja. Hann sigur, at hann kann ikki verða frelstur.”

“Eg skal fara í morgin at vitja hann,” svaraði harra Dorset, “um tygum fylgja mær.”

Tey fóru avstað tíðliga morgunin eftir við kós móti Eystur-London og steðgaðu framman fyri einum stórum, fallkomnum húsum við leiguíbúðum.

“Her býr hann,” segði hon, “uppi á kvistinum inn ímóti garðinum. Best er, at tygum fara inn einsamallur, tí so verður hann meira ósmæðin í orð og tal.

Harra Dorset fór til gongu upp eftir trappuni, ið gjørdist meir og meir skirvislig, jú hægri upp hann kom. At enda var hann komin heilt upp. Hann fór yvir ímóti einari hurð, ið bara hekk á einum hongsli. Hann skumpaði hana upp. Einki vindeyga var í rúminum; men tá ið hann hevði vant seg við myrkrið, sá hann yviri í einum horni ein ungan mann, sum lá á einum skitnum hálmdunga. Hann gekk stillisliga tvørtur um gólvið og segði: “Vinur mín.”

Ungi maðurin hugdi bilsin upp og segði: “Tygum fara skeivur, eg eri ikki vinur tygara. Tygum eru ikki vinur mín. Eg eigi ikki ein einasta vin í hesi verð.”

“Jú, tað eiga tygum,” segði harra Dorset. - “Eg eri vinur tygara, og tað, sum er uppaftur betri, Jesus Kristus er eisini vinur tygara.”

“Nei,”svaraði hann. - “Jesus Kristus er ikki vinur mín. Eg havi brotið lógir hansara. Eg havi stigið og trampað á hann alt lívið, og hann er ikki vinur mín.”

“Jú, tað er hann,” tvíhelt harra Dorset og settist undir liðini á manninum og prógvaði úr Bíbliuni, at Jesus Kristus er alra syndara vinur, eisini hansara. Ungi maðurin lurtaði, og at enda gav hann Jesusi hjarta sítt og fekk fyrigeving. So vendi hann sær móti harra Dorset og segði:

“Himmalski Faðir mín hevur fyrigivið mær. Um eg bara eisini visti, at mín jarðiski faðir fór at fyrigeva mær, so kundi eg doyð eydnusælur.”

“Eg skal leita hann upp,” segði harra Dorset.

“Nei, tað vil eg ikki. Hann fer bara at gera tygum firtnan. Pápi loyvir ongum at nevna navn mítt, so hann hoyrir. Hann hevur strikað tað úr familjuyvirlitinum. Eingin hevur torað at nevnt navn mítt fyri honum í tvey ár.”

“Eg skal kortini fara at vitja hann,” segði harra Dorset.

Hann fekk bústaðin og kvikaði sær til vestara partin av London, har pápin búði í einum vøkrum stórmanshúsum. Við inngongdina stóð ein tænari í búna, og Dorset varð førdur inn í móttøkurúmið. Pápin kom og rætti hondina fram og var so hjartaligur og blíður. Hann var av sonnum ein enskur heiðursmaður.

“Eg vil fegin tosa við tygum um son tygara, Jósef,” segði harra Dorset.

Pápin tók hondina til sín, sum hevði hann brent seg.

“Eg havi ongan son, sum eitur Jósef,” segði hann. - “Eg loyvi ongum at nevna navni á hasum unga manninum, tá ið eg eri hjástaddur. Eg havi strikað tað úr familjuyvirlitinum. Eg sigi tygum bart út, at um tygum hava havt okkurt við handa unga mannin at gera, so eru tygum vorðin lumpaður. Farvæl!”’

Hann snaraði sær á og var longu á veg út úr rúminum. Tá ið hann skuldi seta fótin á gáttina, segði harra Dorset stillisliga: “Hann er kortini sonur tygara; men tað varar ikki leingi.”

Pápin vendi sær kvikliga á og spurdi: “Liggur Jósef at doyggja?”

“Ja, hann liggur fyri deyðanum. Eg eri ikki her fyri at biðja tygum gera nakað fyri hann. Eg biði tygum heldur ikki gjalda jarðarferðina. Tað skal eg gera við gleði. Men himmalski Faðir hansara hevur fyrigivið honum, og hann segði, at hann doyði eydnusælur, um bara jarðiski faðir hansara eisini vildi fyrigeva honum.”

“Fyrigeva honum?” segði pápin. “Eg skuldi havt fyrigivið honum fyri langari tíð síðani, um hann bara hevði biðið meg um tað. Før meg yvir til hansara.”

Hesin fíni maðurin bað teir koyra bilin út, og so kvikaðu teir sær til fátækrabýlingin í Eystur-London, skundaðu sær upp trappurnar og inn í tað myrka rúmið, har sonurin lá fyri deyðanum. Tá ið pápin kom inn í rúmið, hugdi sonurin upp og segði: “Pápi, himmalski Faðir mín hevur fyrigivið mær. Eg doyggi eydnusælur, um tú eisini fyrigevur mær.”

“Fyrigeva tær?” rópti pápin og blakaði seg niður við hálmdungan. - “Eg hevði fyrigivið tær langt síðani, um tú hevði biðið meg.”

Sonurin var ov sjúkur at gerast rørdur. Hann doyði eydnusælur við teirri vitanini, athimmalski Faðir hansara hevði fyrigivið honum - men tað hevði eisini hansara jarðiski.

Gud stendur til reiðar, nú og altíð, at fyrigeva øllum syndarum, eisini tí versta og mest ómøguliga, sum vil trúgva á hann.

E. Campbell umsetti.

Start

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

TÁ IÐ PRESTURIN FRITHIOF BJØRK FEKK EINGLAVITJAN
 

Forlagið Lohse gav í 1967 út eina bók hjá P. H. Lauritzen. Bókin kallast “Engle - mystik og virkelighed.” Frithiof Bjørk (helst úr Svøríki) skrivaði um tað, sum hann hevði upplivað, soleiðis:

Eg hevði sagt prestastarvið frá mær sum mótmæli móti tí liberalu teologiini og fór úr starvinum í Blasieholmkirkjuni.

Eg livdi og virkaði sum fríur prædikumaður. Góð fólk uppihildu mær. Summarið 1919 stóð hin lítla kirkjan liðug. Tey høvdu givið mær grundstykki og tilfar.

Eg skrivaði síðani til bispin og bað hann koma at víga kirkjuna. Sum svar fekk eg eitt bróðurligt bræv, har hann ynskti mær Guds signing, men greiddi frá, at hann hevði ongan myndugleika at víga kirkjur uttan fyri statskirkjuna.

Vígslan fór fram sum ein stór høgtíð. Kjokkfult av fólki var komið til bygdar.

Um kvøldið, tá ið alt var liðugt, og eg hevði fylgt nøkrum vinum til tokið, gekk eg einsamallur heim gjøgnum skógin. Hjartað var fult av takk og lov fyri henda ógloymandi dagin. Lítið visti eg, hvussu ógloymandi hesin dagur av sonnum skuldi gerast mær.

Klokkan var 9 á kvøldi. Eg ætlaði mær at fara einsamallur inn í kirkjuna at takka Gudi, at eg hevði fingið eina kirkju at prædika í.

Eg læt kirkjudyrnar upp og varð standandi við hondini á handtakinum uttan at flyta meg. Har frammi við altarið stóð ein eingil við bakinum ímóti mær. Av kropsburðinum skilti eg, at eingilin hevði lagt armarnar á kross tvørtur um bringuna. Høvdið vendi eitt sindur uppeftir í tilbiðjan. Eg sá skilliga hvørja legd í hvíta klædnaplaggi hansara. Klæðið var vovið saman av livandi, glitrandi ljósi, sum sól á nýlagstum kava. Ljósglæman stóð sum ein heilt hvítur ælabogi ella gloria út frá øllum likami hansara, ikki bara út frá høvdinum, sum vit so ofta síggja á einglamyndum. Veingir sá eg ongar.

Tað løgnasta var dámurin inni í kirkjuni. Tú veitst, hvussu tað kennist, tá ið tú ein kaldan vetrardag kemur inn í eitt heitt rúm. Hitin slær ímóti andliti tínum. Á sama hátt kendi eg nú eina fysiska aldu av himmalskari eydnu og friði.

Samstundis gjørdist eg bangin. Eg kom at hugsa um orðini hjá Pæturi: “Far burtur frá mær, Harri, eg eri ein syndigur maður.”

Eg kendi meg deyðabangnan fyri tí yvirnatúrliga og hevði syndarans ótta fyri tí treytaleysa Heilaga.

Minst 10 minuttir munnu vera farnir, tá ið tann himmalski gesturin

brádliga vendi sær á, so eg sá hann frá liðini. Hann hevði menniskjaskap, men var hvørki maður ella kona. Gjøgnum tað sterka, skínandi ljósið hómaði eg tað reina álvarsemið í andlitsbragdinum. Uttan at geva ljóð frá sær gleið eingilin burtur og bleiv burturi. Í somu løtu kendist tað, sum tá ið tú sløkkir ljósið, og alt verður myrkt. Dámurin - atmosferan - inni í kirkjuni var aftur jarðiskur. Luftin fekk tey vanligu hitastigini aftur.

Tá ið ein góð løta var farin, vágaði eg mær fram til altarið. Eg kendi, at tað mól fyri mær, og at enda sá eg, at eg lá á knæ har inni.

“Kirkeklokken”.

E. Campbell umsetti.

Start

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 




VÍSDÓMUR ÚR HIMLI

Bíblian lærir, at tað ber til at biðja um vísdóm. Í Jákups br. 1,5 stendur: “Men um einumhvørjum av tykkum fattast vísdóm, tá biði hann Gud, sum gevur øllum gjarna og uttan átalur, og honum skal verða givið,” og í Luk. 24,45 lesa vit: “Síðani læt hann upp fyri skynsemi (t.e. viti, skili) teirra, so at teir kundu skilja skriftirnar.”

Her skulu vit siga frá tveimum monnum, sum vendu sær til Harrans og bóðu um vísdóm, tá ið teir vóru í einari trongstøðu.

Fyrri maðurin er Emanuel Minos. Hann greiðir soleiðis frá:

Einaferð, tá ið eg var í Svøríki og talaði, kom ein blaðmaður har. Hann vildi hava eina samrøðu við meg. Eg ræðist tíðindafólk, tí tey eru so snúin og listinlærd og hava altíð eina dulda ætlan við sínum spurningum. Ein myndamaður fylgdist við honum. Blaðmaðurin smíltist og var so ógvuliga blíður; men jú blíðari hann var, jú verri ræddist eg hann og var á varðhaldi.

“Nær talaðu tygum fyrstu ferð, Minos?” spurdi hann.

“Tá eg var 5 ár.”

“Og nær blivu tygum so andsdoyptur?”

“Tá eg var 7 ár.”

Myndamaðurin var farin, og blaðmaðurin gjørdi seg eisini til at fara. Hann hevði bara spurt vanligar spurningar, so eg helt, at eg hevði gjørt honum órætt. Hann legði hondina á handtakið og skuldi lata hurðina upp; men tá snaraði hann sær brádliga á og spurdi: “Minos, eru tygum høgra- ella vinstravendur?”

“So, nú kom tað! Nú leyp hann á við sínum listinlærdu spurningum,” hugsaði eg. Eg suffaði upp til Harrans um hjálp, tí eg visti als ikki, hvat ið eg skuldi svara hesum manni. Svarið kom beinanvegin.

“Eg eri Golgata-vendur!” segði eg.

“Ha?” segði hann og gapaði við av bilsni.

“Ja, tú veitst, at á Golgata hekk Jesus á tí mittasta krossinum. Hann, ið var høgrumegin, var ránsmaður, og hann, ið var vinstrumegin, var eisini ránsmaður. So tú sært, tað eru brek og mistøk bæði til høgru og vinstru. Loysningurin hongur í miðjuni. Jesus doyði á Golgata fyri at bøta um brekini og syndirnar, sum mannabørnini til høgru og vinstru gera, tí eri eg Golgata-vendur!”

Seinni maðurin er Terje Bilet, sum greiðir frá abba sínum, sum einaferð undir serligumumstøðum kom í eina kreppustøðu:

Hetta er søgan um abba mín, Karl Bilet, tá ið hann sum trúgvandi stóð í einum torførum vali. Men hann bað Gud geva sær vísdóm, soleiðis sum Skriftin sigur í Jákups br. 1,5. Og hann fekk vísdóm!

Abbi var skúlavørður við hægri skúlan í Fredrikstad í mong ár. Bæði næmingar og lærarar dámdi hann væl, og tey høvdu virðing fyri honum. Hann var ærligur sum fáur og slakaði ongantíð motvegis kristnu trúgv síni. Einaferð undir krígnum, meðan Noreg var hersett, kom hann í ta støðu, at hann skuldi taka eitt torført val. Longdi armurin hjá týska hersetingarvaldinum kravdi, at myndin av “Føraranum”skuldi verða hongd upp á skúlanum staðin fyri myndina av táverandi konginum, Hákuni 7.

Hann visti, at um hann sýtti, hevði tað verið at bjóða gestapo av, og tað hevði fingið álvarsligar avleiðingar, ikki bara fyri hann, men fyri alla familjuna.

Tankarnir arbeiddu undir trýsti, og hann var púra ráðaleysur: “Skuldi hann, Karl Bilet, heingja myndina av Hitleri upp staðin fyri okkara kæra Hákun kong? Nei, tað mátti ikki henda!”

Men hvussu skuldi hann snúgva sær undan boðunum hjá týskarunum? Trupulleikin tóktist óloysandi. Men so brádliga ljóðaðu boðini av nýggjum innan í honum: Myndin av Føraranum skuldi heingjast upp! Orðið Førarin ljóðaði aftur og aftur, Førarin, Førarin, Førarin. Á, ja, sjálvandi! At hann ikki hevði hugsað um tað fyrr: Kristus er okkara Førari, Kristus Jesus er loysnin!

Tá ið týskararnir seinni komu at kanna um alt nú var, sum tað skuldi, sóu teir myndina av Jesusi Kristusi staðin fyri Hitler! Tá ið teir stóðu framman fyri hesi klóku loysnini, vórðu teir týsku offiserarnir heilt avvápnaðir og fingu einki gjørt, tí vegna propagandaátakið hjá Hitleri bar ikki til at seta Føraran hægri enn Kristus. Tað hevði verið vandamikið og hevði skapað stóra mótstøðu í fólkinum. Týskararnir smekkaðu hælirnar saman og gjørdu hermannakvøðu - og fóru út úr skúlanum! Og glaður var abbi og fullur av tøkk til sín Harra og Meistara.

Effie Campbell umsetti.

Start

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

SKEIVT NUMMAR

Tá ið onkur ringir skeivt, gerast vit ofta ørg; men í hesum førinum, varð ein ólukkuligur maður bjargaður frá deyða og kundi byrja eitt nýtt lív.

Roger vildi stórgráta, men eingi tár vóru eftir longur. Støðan var vónleys. Hann orkaði ikki at halda á soleiðis longur. Nú var hann bara ein skuggi av sær sjálvum. Lívið hevði langt síðani mist sín týdning fyri hann. Hvat nyttaði tað? Einki var at liva fyri, eingin vón fyri framman. Hann hevði ongar pengar eftir, og nervarnar vóru oyðilagdar. Hann hevði verið likamliga sterkur; men heilsan var niðurbrotin teir seinastu mánaðirnar, av tí at hann hevði drukkið alt ov nógv.

Hann gekk friðleysur oman eftir einari gøtu fyri og aðrari eftir, meðan óndar hugsanir píndu sinn hansara. Hann var ein av hesum túsundtals einsligu menniskjunum í stórbýar steinoyðimørkini.

Fyri seks mánaðum síðani hevði Roger fingið boðini, at mamma hansara var álvarsliga sjúk og vildi hava einasta son sín heim. Hann var tá á einum báti uttan fyri sponsku strondina á veg til Casablanca. So skjótt sum hann fekk, mynstraði hann av og tók flogfarið heim úr Lissabon.

Men heimkomin til Noregs, fekk hann tey syrgiligu boðini, at hann var komin ov seint. Mamman var longu deyð. Roger brigslaði sær sjálvum alt hetta, og eftir jarðarferðina fór hann heimanífrá. Men hann hevði ongan hug at fara til sjós aftur. Í høvuðsstaðnum leigaði hann sær eitt kamar. At byrja við tók hann sær arbeiði niðri á bryggjuni at drýggja sær pengarnar. Ætlanin mundi vera, at hann skuldi søkja sær fast starv einaferð; men einki kom burtur úr tí.

Dagar og mánaðir gingu. Roger fór at drekka og keturoykja. Hann gjørdist støðugt daprari í huga. Sjálvsálitið fór at ridla. Hvør nytta var í honum? Eingin. Hann var miseydnaður. Hvør vildi vita av einum slíkum sum honum? Hann hevði verið heimanífrá ov leingi. Teir vinmenninar, hann hevði havt fyri 8-10 árum síðani, vóru spjaddir um alt landið. Flestu teirra mundu helst vera giftir og høvdu fingið familju. Men sjálvur gekk hann nú her friðleysur, uttan nakað fast at halda um.

Tað, at mamman doyði, hevði tikið Rogeri dygt. Hon hevði grátið, tá ið hann fór til sjós. Pápin var deyður, og mammuni tørvaði at hava Roger heima. Men hann legði einki í hennara áminningar. Hann vildi út at síggja verðina. Hetta var hansara stóri møguleiki.

Sjómanslívið var kanska ikki so romantiskt, sum hann hevði væntað sær; men hann hevði hildið á kortini. Árini gingu, og Roger slapp sanniliga at síggja heimin. Hann vitjaði ikki so ofta mammuna longur. Genturnar og vertshúsini í teimum ymisku havnunum høvdu størri týdning. Men tá ið boðini um sjúkuna hjá mammuni náddu hann, tá vaknaði samvitskan. Hann fór heim og kom ov seint ...

Vanliga var eingin trupulleiki hjá Rogeri at koma í samband við fólk. Hann var ein dámligur og hugtakandi ungur maður. Men eftir at hann kom heim aftur til Noregs, kendi hann seg ikki sum sama menniskja longur. Nú gjørdist hann óvirkin, tigandi og afturhaldin. Fyri nøkrum mánaðum síðani hevði hann hitt eina gentu. Hann fekk hug á henni og royndi at betra seg og fáa alt í rætt lag aftur. Men alt fór fyri skeyti, tá ið gentan hoyrdi, at hann ikki hevði fast starv. Hon vildi ikki hitta hann longur ...

Ferð eftir ferð drakk hann seg fullan. Ta einu feðina tók løgreglan hann, og hann svav kenningina av sær í geglinum.

Mamma Roger hevði verið trúgvandi. Hann var flýddur heimanífrá, av tí at hann vildi ganga sínar egnu leiðir. Kristindómin hjá mammuni vildi hann einki hava við at gera. Verðin var ónd. Eingin Gud var til. Hann royndi at sannføra seg sjálvan um, at hann var gudloysingur. Tann hugsanin gjørdi, at hann kendi seg uppaftur einsamallari ...

Nú var nátt. Klokkan sló tvey. Størsti parturin av býnum svav; men Roger gekk friðleysur aftur og fram. Fyri hálvum tíma síðani var farið at regna av grimd. Roger var á kroppi. Hann fór til gongu heim á kamarið. Fleiri ferðir var tankin at gera enda á sær komin til hansara. Hann hevði hugt niður í tað myrka vatnið frá bryggjukantinum. Mundi tað ikki vera lættast so? Nei, hann ivaðist ...

Nú, tá ið hann var við hús aftur, slongdi hann seg á ta óuppreiddu songina.

Roger svav ikki væl, og tá ið sólstrálurnar frá einum nýggjum degi skinu í eyguni á honum, dró hann koddan upp um høvdið. Hann vildi sova. Hann orkaði ikki at møta einum nýggjum degi aftur. Hugsa sær, um hann bara kundi sovið seg frá øllum ...

Jú, nú mátti tað vera. Eyguni fullu á gasskranan við ovnin. Har var loysnin. Eingin fór at sakna hann ...

Hann fór á føtur og snaraði kranan. Í skápinum stóð ein hálvfull ølfløska, og við henni skolaði hann nakrar sovitablettir niður. Tað skuldi gera tað lættari fyri hann. Tað var ikki neyðugt hjá honum at skriva nakað skilnaðarbræv. Har var eingin, sum hann skuldi siga farvæl við. Roger legði seg, so langur sum hann var, á sofuna. Hetta var altso endin á einum miseydnaðum lívi. Hann hoyrdi, hvussu gassið seyraði út í rúmið. Vindeygað og hurðin vóru læst. Luftin byrjaði at gerast tung.

Roger hvakk við. Telefonin ringdi ógvisliga og fekk hann at lata eyguni upp. Alt vaggaði. Hann blundaði aftur. Var hetta okkurt, hann billaði sær inn? Nei, nú ringdi aftur. Roger royndi at leggja koddan upp um oyruni. Men telefonin helt á at ringja ógvisliga. Hann noyddist at fáa hana at steðga. Beinini skinklaðu undir honum, tá ið hann fór á føtur og vinglaði yvir til telefonina. Hann hevði ætlað sær bara at taka hornið av og leggja tað; men av einari ella aðrari orsøk legði hann tað til oyrað. Hann hoyrdi sang. Tað ljóðaði sum einglasongur:

 

Hvat enn tær møtir í heimi her, Gud tekur sær av tær.

Undir hans veingjum so trygg tú er, Gud tekur sær av tær.

 

Gud tekur sær av tær, hvat sum fer fram, alt veit jú hann.

Gud tekur sær av tær, Gud tekur sær av tær.

 

Hótta enn vandar á lívsins leið, Gud tekur sær av tær

Hvíl í hans lyftum og óttast ei, Gud tekur sær av tær.

 

Roger visti ikki, um hann droymdi ella var vakin. Minnini floymdu inn yvir hann. Hann fekk latið vindeygað upp, og frísk luft streymaði inn. So legði hann merki til, at onkur tosaði í telefonini.

“Halló, halló, er hetta hjá Svendsen?”

“Nei, tygum munnu hava ringt skeivt nummar, men bíðið eitt sindur, leggið ikki hornið á. Gerið mær tann beina og bíðið eitt sindur.”

Roger snaraði gasskranan fyri og fór aftur til telefonina. Allur hugur at gera enda á lívinum var horvin. Hann hevði fingið tár í eyguni, tá ið hann hoyrdi sangin. Onkur hevði ringt skeivt og av teirri grund bjargað lívi hansara. Enn kendi hann seg eitt sindur í ørviti, men fríska luftin rak gassið út úr rúminum.

“Halló ... ja, umberið okkum, eg skilji, at vit hava mistikið okkum. Meiningin var, at vit skuldu siga til lukku á einum høgtíðsdegi, og vit plaga at gera tað við hesum sanginum ...”

“Eg fái ikki orðið fyri meg í hesi løtu. Tit hava bjargað einum ólukkuligum mannalívi.”

Tað var torført hjá Rogeri at hava tamarhald á sær. Røddin sveik. Hann græt hjálparleysur. Okkurt var hent við honum hesa løtuna. Hann hevði fingið eina persónliga heilsan frá Gudi, tí Gudi, sum hann hevði avnoktað og vent bakið. Nú bar ikki til at ivast longur. Hetta, sum var hent, var ikki bara av tilvild. Orðini “Gud tekur sær av tær” gingu beint til hjartað. Hetta var kærasti sangurin hjá mammu hansara. Nú var hon farin; men orðini í sanginum høvdu ein boðskap til hansara. Gud var veruleiki, ein, sum hevði umsorgan fyri hinum einstaka.

Roger læt fyri fyrstu ferð í mong ár hjarta sítt upp fyri gentuni í telefonini. Hann visti ikki, hvønn hann tosaði við; men hetta var onkur, sum av sonnum hevði samband við Gud. Hann greiddi út í æsir frá síni vónleysu støðu, og gentan lurtaði, og hetta greip av sonnum hjarta hennara.

“Guds vegir eru av sonnum órannsakandi. Eg skilji tað ikki; men tað er púra greitt, at henda samrøðan so at siga skuldi koma fram til skeivan persón. Gud hevur ein boðskap til tín. Lívið er ikki høpisleyst. Gleði og vón eru til. Sjálvt um tað, ið tær hevur verið fyri, tykist myrkt og høpisleyst, so er tað ikki tað, sum hevur nakað at týða. Tú ert ungur og mást líta frameftir. Frelsan hjá mammu tíni er eisini nakað fyri teg. Hennara forbønir hava ikki verið nyttuleysar.”

“Men skal eg av sonnum tora at trúgva hesum? Er nøkur frelsa fyri meg við? Mítt lív er miseydnað, eg eigi einki at koma við.”

“Gud hyggur ikki at persóninum. Hann tekur ímóti okkum, júst sum vit eru. Tað hevur einki at siga, hvussu fortíðin hevur verið. Tað er longsulin í tí ærliga hjartanum, hann hyggur eftir. Um tú veruliga og av sonnum vilt gerast ein kristin, so kanst tú gerast tað nú.”

“Eg, eg vil royna. Eg havi roynt tað mesta her í livinum uttan at fáa frið. Um Gud enn leggur nakað í meg, so vil eg ofra alt og byrja eitt nýtt lív ...”

“Halt saman hendur, har tú ert, og bið Gud frelsa teg. Tað er ikki torførari enn so. Eg og systir mín skulu samstundis biðja fyri tær her.”

Roger boygdi knø. Tá kom hann at minnast eina prædiku, sum hann hevði hoyrt fyri einum tveimum árum síðani í einari enskari kirkju, har hann eitt kvøldið hevði leitað sær skjól, av tí at tað regnaði so illa: “Gud er ikki bundin av tíð og staði. Hann kann møta hinum einstaka, sum søkir hann, uttan mun til hvar ið hann ella hon eru stødd. Tað er ikki endiliga neyðugt, at tað er í einari kirkju.” Hann helt saman hendur og mutlaði stamandi eina bøn.

Roger upplivdi, hvussu hann fyltist við friði og gleði. Gud hevði svarað bøn hansara. Hann var frelstur. Hann slapp at byrja eitt nýtt lív ...

Nakrir dagar gingu. Roger kendi seg sum nýtt menniskja. Hansara lívshugi var vendur aftur, og hann hevði aftur fingið sjálvsálit. Hann hevði fingið samband við genturnar, sum høvdu ringt henda vanlukkuliga morgunin. Tær fingu borið tað so í lag, at Roger slapp at hitta prestin í kirkjuliðnum, har tær gingu.

Framtíðin tóktist ikki so myrk longur. Roger tók hetta við frelsuni álvarsliga. Hann vildi halda fast um tað, hann hevði upplivað og ganga víðari á tí vegnum, sum Gud hevði latið upp fyri honum.

Nú nýttist honum ikki longur at kenna seg einsamallan og avbyrgdan. Hann hevði stigið yvirum frá vónleysum myrkri til ljós, gleði og friðsælu. Framtíðin var sjálvandi óviss; men honum nýttist ikki at óttast nakað. Arbeiði og alt annað fór óivað at koma í rættlag. Innihaldið í sanginum “Gud tekur sær av tær”, var í hvussu er nakað, sum hann kundi játta, var satt.

“Kristelig Familieblad”

Effie Campbell umsetti.


Start

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Síðsti silvurpengin

 

Tað var eitt myrkt sunnukvøld. Klokkan var farin av tíggju, tá ið ein vánaliga ílatin fremmandur maður fylgdi tí nítjan ára gamla Hudson Taylor til ein av fátækrabýlingunum í Hull.

Hudson hugdi varisliga uttan um seg. Hann hevði gingið í hesum gøtunum fyrr. Tær vóru einki hugnaligar í dagslýsi, og upp aftur verri nú á náttartíð. Glæman frá gøtulyktini skein yvir á gøtuhornið, og illgrunaverdir persónar hvurvu inn gjøgnum tey skroypiligu portrini. Hetta var av sonnum eitt stað, har eingin ynskti sær at fylgjast við einum landastroki, eftir at tað var vorðið myrkt. Men skuldi hann fara til Kina, so mátti hann venja seg við hetta.

 

“Hví baðst tú ikki ein katólskan prest koma at biðja fyri konu tíni?” spurdi hann henda fremmanda og var næstan glaður at hoyra egnu rødd sína. Maðurin var komin til Taylor og hevði sagt, at kona hansara lá at doyggja, og hann spurdi hann, um hann kundi koma og biðja fyri sál hennara.

Hudson Taylor var beinanvegin fúsur at fara við honum; men nú fór hann at hugsa seg gjøllari um. Hesin maðurin var óivað katolikkur. Um kona hansara av sonnum lá at doyggja, hví var hann ikki farin til ein katólskan prest? Teir katólsku prestarnir arbeiddu júst í hesum býlinginum í Hull. Hví mundi hann vera farin til ein protestant?

“Eg var hjá presti,” segði maðurin, “men hann vildi ikki biðja, fyrr enn eg var førur fyri at gjalda, og eg eigi als ongar pengar yvirhøvur, og upp aftur minni at geva presti.”

 

“Kona hansara doyr so statt í hungri,” hugsaði Hudson. Hann fór at kenna seg illa til passar, meðan hann tvíhelt um myntin í lumma sínum. Hann átti bara henda eina silvurpengan umframt tveir bollar og eina skál við greyti heima á kamarinum. Kundi nakar væntað, at hann skuldi geva hesum fólkunum silvurpengan?

 

Hann gjørdist argur, tí segði hann heldur brigslandi: “Hví ert tú ikki komin fyrr og hevur biðið um hjálp? Kona tín liggur at doyggja, og familjan svøltar, og tú gert einki fyri tey.”

“Eg fór og spurdi,” svaraði hann sorgarbundin, “men tey bóðu meg koma aftur í morgin, og eg stúri fyri, at kona mín er farin, áðrenn morgindagurin er komin.”

 

Hudson bleiv rørdur. Hansara støða var vánalig, men støðan hjá vinmanni hansara var so mangar ferðir verri. Hevði hann bara havt tvær myntir, so skuldi hann gleðiliga givið aðra.

Brádliga fór maðurin inn gjøgnum eitt portur og inn í ein myrkan garð. Hudson hevði verið har fyrr. Hann mintist tað skilliga. Fólkini, sum búðu her, høvdu hildið hann fyri gjøldur. Tey høvdu pettað traktatirnar sundur, sum hann hevði givið teimum, og tey hóttu hann, at um hann kom aftur har, so skuldu tey... Katólski presturin við krusifiksinum var vælkomin, men ikki hesin ungi protestantiski trúboðarin.

 

Hudson var farin haðani so høviskur og varisliga, sum hann kundi, og hann hevði ongantíð trúð, at nakar haðani fór at bjóða sær at koma aftur. Sum hann nú trilvaði seg upp eftir hesi ridlandi trappuni til eina av teimum innaru íbúðunum, ynskti hann so staðiliga, at eingin skuldi hoyra, at hann var her. Tað lætnaði hjá honum, tá ið maðurin læt einar dyr upp, og teir trinu innum.

 

Teir vóru komnir til heimið hjá hesum manni, men sum tað sá út. Eitt lítið ljós kom frá einari lampu. Ongar gardinur vóru fyri vindeygað. Gólvfjalirnar vóru úr óhølvaðum timbri. Næstan einki innbúgv var har.

Á einari hálmmadrassu yviri í horninum lá hin raka, útlúgvaða konan og undir liðini á henni eitt barn, sum bara var tveir dagar gamalt. Eini fýra-fimm onnur børn stóðu ella lógu á gólvinum. Tey vóru í klæðum, sum annaðhvørt vóru ov stór ella ov smá. Skógvar og sokkar høvdu tey ikki. Tey hugdu við stórum, svongum eygum móti pápa sínum og hesum fremmanda manninum.


Hudson stóð púra kvirrur mitt á gólvinum. “Á, um silvurpengin hevði verið vekslaður í tvey,” hugsaði hann, ”tá hevði eg givið teimum fátæku annan.”

Hann mintist, at hann var prædikumaður og fyrireikaði seg at fara út til Kina sum trúboðari. Hann mátti tosa við hesi fólkini um Gud.

“Eg veit, at tit eru illa stødd í løtuni,” segði hann sveittandi, “men fellið ikki í fátt. Vit hava ein Faðir á himli, sum hevur umsorgan fyri okkum, og um vit líta á hann...”

 

Orðini sótu føst í hálsinum á honum. “Tín hyklari,” ljóðaði tað innan í honum. “Tú kanst siga øðrum frá einum Faðiri, sum hevur umsorgan, men tú torir ikki sjálvur at líta á hann, uttan at tú hevur pengar í lummanum.”

Hudson gavst at prædika fyri teimum. Tað nyttaði einki. Familjan hugdi tigandi at honum. Hann stóð har í frakka og hatti og leðurskóm. Sjálvt um klæðini vóru slitin og skógvarnir holutir, var hann ríkur samanborið við tey.

 

Hvussu kundu tey vita, at hann bara átti ein silvurpenga í verðini. Á, hevði hann bara átt meir, so hevði hann givið teimum.

Hann vendi sær á móti manninum. “Tú baðst meg biðja fyri konu tíni, latið okkum biðja nú,” segði hann. “Tað verður lættari at biðja,” hugsaði hann og fall á knæ niðri á gólvinum. Men hann hevði ikki fingið tíð at siga: “Faðir okkara á himli,” fyrr enn røddin ljóðaði aftur: “Tú hevur ein silvurmynt niðri í lummanum.” Men hann bað bøn sína og fór á føtur aftur.

 

Tá ið hann gjørdi tað, hugdi maðurin upp á hann í ráðaloysi og segði: “Fyri Guds sakir, hjálp okkum!”

Neyðars Hudson, hvat skuldi hann gera? Brádliga kom orðið úr fjallaprædikuni fram fyri hann: “Gev tí, ið biður teg - gev.” Seigliga stakk hann hondina niður í lumman. Hann mátti geva alt.

“Tit halda kanska, at eg eri ríkur, men í veruleikanum er hetta allur peningurin, sum eg eigi í hesi verð; men tað, sum eg havi sagt tykkum, er satt. Gud er sanniliga ein Faðir, og vit kunnu líta á hann. Eg kann líta á hann.”

 

Hann gjørdist sjálvur bilsin um munin, nú peningurin lá í hondunum á manninum. Hann visti, at hann kundi líta á Gud. Hann segði farvæl við familjuna og kvikaði sær niður gjøgnum tær ridlandi trappurnar, og hann fór til gongu gjøgnum gøturnar við sangi í hjartanum.

 

Tá ið hann kom aftur til kamarið í Drainstrætinum og fyrireikaði nátturðan, eitt fat við greyti, kendi hann seg eydnusælan sum ein kongur. Meðan hann át, kom orðið til hansara, at tann, sum gevur teimum fátæku, lænir Harranum. Hann mintist ikki, hvar ið tað stóð, men tá ið hann bað kvøldbønina, segði hann: “Eg vóni, at tú skjótt rindar mær lánið aftur, tí annars eigi eg einki til døgurða í morgin.”

 

Morgunin eftir var hann tíðliga á fótum. Meðan hann sat og át úr greytarfatinum, hugsaði hann, at hetta var nóg mikið at byrja dagin við, men neyvan nóg mikið til allan dagin. “Eg undrist á, nær Gud man fara at gjalda mær lánið aftur?” segði hann við seg sjálvan.

Tá hoyrdi hann fótafetini hjá postmanninum í gongini; men av tí at hann næstan ongantíð fekk post mánamorgun, brýggjaði hann seg ikki um tað.

 

Bara nøkur sekund seinni stóð vertskonan á gáttini og segði: “Tú hevur fingið ein lítlan pakka.”

“Stóra takk!” segði Hudson bilsin. Hann tók pakkan og hugdi at skriftini; men hon var ókend. Poststemplið var so ótýðiligt og kámt, so har fekk hann onga hjálp.

Tá ið hann læt pakkan upp, sá hann, at eitt pappír og einir handskar lógu í. “Hvør sendir mær handskar?” hugsaði hann bilsin.

 

Tá datt okkurt úr øðrum handskanum. Tað var okkurt blankt. Hann boygdi seg niður og tók tað upp. Tað var ein gullmynt. Hann hugdi bilsin at henni. So hugdi hann aftur í pakkan og eftir skriftini og poststemplinum at vita, hvør ið mundi hava sent hann, men til fánýtis. Hann kom ongantíð framá, hvaðani pakkin var komin.

 

Brádliga gjørdist tað honum greitt, at hetta var tíggju ferðir so nógvur peningur, sum hann hevði givið. At veita Gudi eitt lán gav altso eina sovorðna høga rentu eftir tólv tímum. Tað var ein slíkan banka, honum tørvaði.

Effie Campbell umsetti.

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

 

John Drane prestur segði frá lívssøgu síni í God Channel.

Hann kom ikki úr einum kristnum heimi. John var nógv hjá abba sínum, sum heldur ikki var trúgvandi. Men tað var eitt við abbanum, hann livdi eitt lív, sum tey kristnu eiga at liva. Hann bar hesa yndisligu andans fruktina, sum kallast trúskapur.

Gal. 5,22.

 

Tað var nevniliga so, at omman fekk eina heilabløðing, tá ið hon var fyrst í 20-árunum, og hon livdi, til hon gjørdist heilt gomul; men abbin rýmdi ikki frá henni. Tvørturímóti, hann var um hana og røktaði hana øll árini. Trúfesti er nakað, sum Harrin setir høgt og lønar. “Til landsins trúføstu hyggur mítt eyga” (Sálmur 101,6), sigur Skriftin, og “Trúfastur maður verður ríkliga vælsignaður” (Orðt. 28,20).

Hetta trúfestið, sum var ein lívsstílur hjá abbanum, gjørdist líka sum hitt fyrsta frækornið, ið varð lagt inn í hjartað á John. Her sá hann Bíbliuna prædikaða í tí veruliga lívinum.

 

Næsta frækornið fekk hann úr skúlanum. Hann var ólátaður og frekur, so hann stóð meira úti á gongini, enn hann var inni í skúlastovuni. Ein dagin fingu tey ein nýggjan lærara í kristni. John fór fram til hansara og segði: “Sir, vit hava ongan áhuga fyri Bíbliuni!”

“Íðan, hevur tú lisið Bíbliuna?” spurdi lærarin seigliga. Hesin spurningur slerdi John, tí sjálvandi kanst tú ikki hava eina meining um eina bók, fyrr enn tú hevur lisið hana. Hann setti sær tí fyri at fara at lesa Bíbliuna, so hann kundi seta læraranum ein spurning, ið hann ikki dugdi at svara.

Men hvar skuldi hann byrja? Best mundi vera at byrja við evangeliunum. Hann setti sær fyri at lesa tað stytsta. Hann hugdi ikki eftir, hvussu nógvar kapitlar tey høvdu; men hann taldi síðurnar og kom fram til, at Markus hevði stytsta evangeliið. Hann las allar 16 kapitlarnar upp á hálvanannan tíma. Hann gjørdist stórliga bilsin og hugtikin av Jesusi. Hann hevði nevniliga ikki hugsað sær, at Jesus var soleiðis. Hann hevði hildið, at hann var so erpin og stoltur; men nú sá hann, at Jesus var mest saman við tollarum og syndarum.

 

So las hann tað næststytsta evangeliið, og tað var tað hjá Matteusi. Síðani fór hann í holt við Lukas, og hann gjørdist meir og meir hugtikin av Jesusi, sum gekk runt og gjørdi væl og hjálpti øllum.

Tá ið hann kom til Jóhannes, bjóðaði hann Jesusi at koma inn í sítt hjarta, tí í Jóhannes 1,12 stendur: “Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.”

Hann var umleið 16 ár tá. Tað tóma rúmið innan í honum var ikki longur har, Jesus hevði fylt tað, og hann er hin einasti, sum kann fylla tað. Summi royna at fylla tað við keypiherðindi. Tey skifta bilin út, tey skifta køkin út, tey fara uttanlandsferðir, men eftir nøkrum vikum kenna tey seg líka innantóm.

 

John Drane hevði lagt lív sítt á Guds altar og ætlaði at tæna honum fult út. Hann fór tí til Aberdeen at lesa gudfrøði. Sum prestur prædikaði hann ikki bara í kirkjuni sunnudagar, nei, hann hevði kristnilívið sum ein lívsstíl og hugsaði hvørja løtu um, at kongsins ørindi hava skund.

At enda í teirri fyrstu sendingini greiðir hann frá, hvussu hann møtir menniskjum úti í gerandisdegnum:

 

Einaferð umborð á einum flogfari hitti hann ein mann. Tríggir sessir eru í hvørji røð. John sat ytst, í miðjuni sat eingin, men innast sat hesin maðurin. John setti seg at lesa í Bíbliuni. Tað gjørdist honum skjótt greitt, at hin maðurin hevði keypt tveir sessir, so hann slapp undan at sita ov tætt upp at nøkrum. Men tá ið ein løta var farin, og maðurin sá John lesa í Bíbliuni, fór hann at tosa við hann. Hann greiddi frá øllum lívi sínum, sum hevði verið ein stórur ruðuleiki.

 

“Tá ið eg fór heimanífrá, smekkaði eg hurðina í, og eg ætli mær ikki heim aftur til konu mína, tá ið eg komi aftur av hesi handilsferðini,” segði hann avgjørdur.

 

Teir tosaðu aftur og fram um viðurskifti hansara alla hesa longu flogferðina, og John vísti honum ymiskt út frá Skriftini. Áðrenn teir skiltust, segði maðurin: “Tá ið eg komi aftur, fari eg heim aftur til konu mína.”

 

Seinni frætti John hin partin av frásøgnini. Tá ið maðurin var farin í øðini frá húsum, fór konan syrgin í skúla. Á vegnum møtti hon einari konu, sum sá, hvussu sorgarbundin og hugtung hon var. Konan steðgaði henni og segði: “Hevur tú ikki hug at koma heim við mær? Nakrar kvinnur fara at koma til okkara í morgun, tí vit skulu hava eitt bønamøti.” Tá ið tú ert í neyð, sigur tú takk fyri alla hjálp, ið verður rætt tær. Konan segði tí takk.

 

Kvinnurnar lógu á knæ og bóðu fyri hesari neyðars konu. Tá bønaløtan var liðug, kom ein teirra yvir til konuna og segði: “Harrin hevur sagt mær, at maður tín kemur aftur.” Og tað undarliga hendi, at konan visti innan í sær, at tað var satt. Harrin sjálvur hevði lagt vissuna inn í hjarta hennara.

 

Tá ið maðurin eitt sindur snópin kom aftur til hús, fór konan blídliga ímóti honum og segði, at hon visti, at hann fór at koma. Síðani segði hon honum alla sína søgu, og tá vísti tað seg, at júst ta klokkutíðina, tá ið konurnar lógu og bóðu, kom maðurin í prát við prestin.
 

Orðið sigur okkum, at Gud hevur lagt gerningarnar til rættis (Ef. 2,10), men so mugu vit eisini ganga í teimum. Men tað er har, ið tað ofta svíkur. Um meinigheitirnar høvdu verið brennandi, so hevði ikki verið neyðugt við einum Lutheri, Wesley, Moody ella øðrum “solo-monnum”.

Effie Campbell.

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ein drykkjumaður gerst bíbliutulkari

 

Mamma hin viðgitna bíbliutulkaran dr. C. I. Scofield doyði við tí bønini á vørrum sínum, at Gud mátti gera son sín til tænara fyri evangeliinum. Hann vaks upp og gjørdist løgfrøðingur; men seinni varð hann offur fyri drykkjulastini.

Ein dagin kom ein javnaldri hansara, ein ungur maður, sum nevndist Mc Pheeters, inn á skrivstovuna at tosa við hann.

Tá ið ein løta var farin, reistist Mc Pheeters og ætlaði sær at fara. Við hondini á handtakinum vendi hann sær brádliga móti Scofield, meðan hann segði: “Eg havi leingi ætlað mær at sett tær ein spurning; men eg havi ikki torað. Kortini fari eg at gera tað nú.”

 

“Eg havi ongantíð hildið, at tú vart bangin av tær,” segði Scofield. “Hvat er spurningur tín?”

“Eg ætli mær at spyrja teg, hví tú ikki ert trúgvandi.”

Scofield svaraði hugsanarsamur: “Eg eri ógvuliga vátligur. Hava drykkjumenn ein sess í Himli?”

“Men tú hevur ikki svarað spurningi mínum,” svaraði Mc Pheeters og endurtók: “Hví ert tú ikki trúgvandi?”

 

“Sum tú veitst,” segði Scofield, “havi eg altíð verið limur í kirkjuni; men eg minnist ikki, at eg nakrantíð havi fingið undirvísing í, hvussu tú gerst kristin.”

 

Mc Pheeters settist, tók Nýggja Testamentið fram og las fyri tí unga løgfrøðinginum eitt skriftstað fyri og annað eftir, sum vísir menniskjanum, hvussu tað skal blíva frelst.

 

“Vilt tú taka ímóti tí Harra Jesusi sum tínum persónliga Frelsara?” segði hann nú.

 

“Eg skal hugsa um tað,” ljóðaði svarið.

“Nei, tað skalt tú ikki, tí tað hevur tú gjørt nóg leingi. Nú skal okkurt gerast. Vilt tú, Scofield, trúgva á Harran Jesus Kristus og blíva frelstur?”

 

Hesum skilvísa, gløgga løgfrøðinginum dámdi sera væl einfaldar spurningar og greið svør, sum ikki kundu misskiljast, og eftir at hava hugsað seg um eina løtu segði hann: “Eg vil.”

 

Báðir menninir fullu niður á knæ. Í bønini segði Scofield við Harran, at hann nú trúði á Hann sum sín persónliga Frelsara, og áðrenn hann fór á føtur aftur, var hann eitt nýtt menniskja.

 

Ár seinni segði dr. Scofield, tá ið hann vitnaði um hesa hendingina: “Hatta var ein Bíbliu-umvending. Úr einum lítlum, slitnum Nýggja Testamenti las Mc Pheeters fyri mær teir stóru, evangelisku boðskapirnar úr Skriftini, sum snúgva seg um frelsu:

“Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” Jóh. 3,16.

 

“Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: “Tann, sum trýr, hevur ævigt lív.” Jóh. 6,47.

 

“Eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni.” Jóh. 10,28.

 

Í honum er syndafyrigeving boðað tykkum; og frá øllum tí, sum tit ikki kundu verða rættvísgjørdir frá við Móselóg, verður hvør tann, sum trýr, rættvísgjørdur í honum.” Áps. 13,38-39.

 

Og tá ið eg sum fangavaktarin í Filippi spurdi: “Hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?” las hann aftur orðini fyri mær: “Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt.” Áps. 16,31.

Tá ið vertshúseigarin bað sína fyrstu bøn.

 

Vit fullu á knæ, og eg tók ímóti Jesusi sum mínum persónliga Frelsara. Í somu løtu loysnaðu allar leinkjur mínar. Trongdin til sterkar drykkir var horvin í einum eygnabragdi. Eg vil siga tað skilliga og greitt, at í stundini gjørdi Kristus meg til ein frían mann.”

 

Effie Campbell umsetti

 

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

EITT STÓRT UPPLIVILSI

 

 

 

 

Telefonin ringdi, og eg fekk eina heilsan frá einum góðum vini, sum lá sjúkur. Kona hansara segði, at maður sín ógvuliga fegin vildi hava meg at koma at vitja seg, tí hann var so sjúkur. Hugsanirnar bylgdust í sinni mínum, 53 ár og nívdur av krabbameini. Eg hugsaði: Hvat skal eg siga við ein deyðsjúkan mann?

 

Vit fóru avstað. Kona mín koyrdi, tí eg sjálvur eri sjúkur. Hann

lá stillisligur í song síni, og fyrsta, vit komu innum, sóu vit, at hann var deyðamerktur. Meðan vit sita hjá honum, síggja vit, at hann vil siga okkurt.

 

Eg havi havt eitt undurfult upplivilsi,” byrjaði hann at siga frá.

Triðja jóladag misti eg vitið. Eg sá Jesus koma og taka meg. Hann kom í eini stórari eldsúlu, klæðini vórðu fullkomiliga brend burtur av mær, og eg varð latin í ein gyltan klædning og fekk nýggjar skógvar á føturnar.


Tá ið eg var komin inn í himmalin, kom pápi ímóti mær og beyð mær vælkomnum, og eg kendi aftur mong menniskju, sum vóru deyð í trúnni á Jesus Kristus. Tað var undurfagurt í Himlinum, og øll vóru glað, men eg sá eisini menniskju verða koyrd út í eldhavið.

Ein stórur skari var savnaður um Jesus, og eg kendi meg so væl har, at tað kann ikki sigast við orðum.

 

Tá ið eg hevði verið í Himlinum eina løtu, kom Jesus til mín og segði: ”Tú mást fara niður aftur á jørðina, tí har er nakað at gera hjá tær fyri meg. Ja, tú hevur eitt stórt verk at útinna.” Eg gjørdist harmur, tí tað var so gott at vera í Himlinum; men knappliga lá eg aftur her í song míni. Og nú liggi eg bert og bíði eftir, at Jesus kemur at taka meg heim til Himmals. Hann hevur tikið allan ótta frá mær. Nú er tað bert eitt, eg vil: Siga tað fyri øllum menniskjum, sum eg komi í samband við: Jesus er ein veruleiki

Tí ræður um at taka ímóti hansara innbjóðing. Nú liggi eg og gleði meg at koma heim til Himmals.”

Meðan eg siti, fær myndin eitt størri umhvørvi: Tú skalt skriva

hetta niður. Við skrivimaskinu tíni kanst tú náa milliónum av

menniskjum. Sjálvur havi eg - seinastu tíðina – tvær ferðir verið fluttur á sjúkrahús við ongum viti. Eg ivist ikki í, at eg skuldi koma heimaftur, og at Ovi eina løtu skuldi uppliva Himmalin, fyri at vit skuldu rópa til onnur:

Jesus Kristus er ein undurfullur veruleiki.” *

 

Nú fært tú, sum lesur hetta, kyndilin handaðan.
Vilt tú handa hann víðari og rópa:
Jesus er ein livandi veruleiki?”

 

Skunda tær at gera upp, so tú, ið hetta lesur, kanst vera ferðabúgvin.

Adrian Johansen

 

* Henda søgan minnir um hana, sum kann lesast í bókini, ”Himlen findes virkelig”. Tað er ein bók um frásøgnirnar hjá einum lítlum drongi, um hansara stuttu vitjan í Himmalinum og hansara upplivingar har.

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Alex Haley, skjaldbøka, higartil hevur harrin hjálpt, røtur

ALEX HALEY. HIGARTIL HEVUR HARRIN HJÁLPT


 

Higartil hevur Harrin hjálpt okkum.”
1.Sám. 7,12

 

Rithøvundurin Alex Haley hevði eina serliga mynd hangandi á bróstinum í skrivstovu síni. Á myndini var ein skjaldbøka, sum sat ovast á einum hegnpela.Tá ið hann varð spurdur, hví hann hevði hasa myndina á skrivstovuni, svaraði hann: “Hvørja ferð, eg skrivi okkurt týdningarmikið, ella lesi tað, eg havi skrivað og haldi tað sita væl, og eg gerist errin av mær sjálvum, hyggi eg at skjaldbøkuni ovast á hegnpelanum. Eg hugsi um, at upp hagar er hon ikki komin við egnari megi. Hon má hava fingið hjálp.
 

Hetta er grundarlagið undir øllum takksemi – at Gud hevur hjálpt okkum higar, sum vit eru komin, og at hann hevur givið okkum alla ta signing, sum vit eiga.

 

Alex Haley hevði myndina av skjaldbøkuni á einum hegnpela, fyri at minna seg á at vera takksaman. Sámuel í Gamla Testamenti í Bíbliuni gjørdi tað á ein annan hátt. Tá tók Sámuel stein og reisti hann....Henda steinin kallaði hann Ebenezer og segði: “Higartil hevur Harrin hjálpt okkum.” (1.Sám. 7,12).

76,3 e.c. umsetti

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


Alex Haley, 11.august 1921 - 10.februar 1992, var amerikanskur høvundur. Alex Haley skrivaði millum annað Røtur og sjálvbiografiina fyri Malcolm X.

Bókin, Røtur varð filmatisereð í 1970'unum, og víst sum sjónvarpsrøð

Alex Haley SITAT

Haley SITAT

 

 

Tá tú sært eina skjaldbøku omaná einum hegnspela, so veitst tú, at hon ikki er komin har av sær sjálvum.

Alex Haley

 

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

"It is well with my soul"

       Trýst á hesa leinkju fyri at hoyra sálmin í neðra

  1. When peace, like a river, attendeth my way,
    When sorrows like sea billows roll;
    Whatever my lot, Thou hast taught me to say,
    It is well, it is well with my soul.
    • Refrain:
      It is well with my soul,
      It is well, it is well with my soul.
       
  2. Though Satan should buffet, though trials should come,
    Let this blest assurance control,
    That Christ hath regarded my helpless estate,
    And hath shed His own blood for my soul.
     
  3. My sin—oh, the bliss of this glorious thought!—
    My sin, not in part but the whole,
    Is nailed to the cross, and I bear it no more,
    Praise the Lord, praise the Lord, O my soul!
     
  4. For me, be it Christ, be it Christ hence to live:
    If Jordan above me shall roll,
    No pang shall be mine, for in death as in life
    Thou wilt whisper Thy peace to my soul.
     
  5. But, Lord, ’tis for Thee, for Thy coming we wait,
    The sky, not the grave, is our goal;
    Oh, trump of the angel! Oh, voice of the Lord!
    Blessed hope, blessed rest of my soul!
     
  6. And Lord, haste the day when the faith shall be sight,
    The clouds be rolled back as a scroll;
    The trump shall resound, and the Lord shall descend,
    Even so, it is well with my soul.

SØGAN UM HVUSSU SÁLMURIN "It is well with my soul" VARÐ TIL

Sálmurin, ”It is well with my soul” er vorðin til undir ein av mest ógvisligu og hjartanemandi lívsumstøðunum í søgu sálmayrkingar.

 

Høvundurin, Horatio G. Spafford (1828-1888), var ein presbyterianskur leikmaður úr Chicago. Han varð giftur við Onnu Larsen úr Stavanger í Noregi 5. september 1861. Familjan, Spafford var vælkend í Chicago í 1860'unum. Hann hevði grundað eina væleydnaða løgfrøðiliga praksis sum ungur handilsmaður og var harumframt trúgvandi maður. Millum hansara næstu vinir vóru fleiri evangelistar, ma tann væl kendi, Dwight L. Moody, sum eisini var úr Chicago.

 

Ríkidømi hjá familjuni Spafford hvarv alt í kjalavørrinum av stóra eldinum í Chicago í 1871. Eftir at hava gjørt stórar íløgur í fasta ogn framvið Lake Michigan ánni, so misti hann alt yvir eina nátt. Eftir fleiri skakandi hendingar, sum kundu mint um royndirnar hjá Job, doyði sonur teirra stutt fyri fíggjarkreppuna. Men tað ringasta lá enn fyri framman.

 

Ein serfrøðingur innan sálmar og yrking, Kenneth Osbeck greiðir frá: ”Av tí Horatio Spafford ynskti at geva konuni og 4 dótrum teirra frið og hvíld samstundis við, at hann vildi taka lut í nøkrum átøkum í Stórabretlandi saman við Dwight Moody oø, hevði hann lagt ætlanir um eina europeiska ferð til sína familju í november 1873. Vegna tvørleikar sum kom óvart á hann barst honum frá at fara avstað ætlaða dagin og mátti tí steðga í Chicago nakrar dagar longur, meðan konan og døtur teirra fóru umborð á dampskipið, SS Ville du Havre. Ætlanin var, at Horatio nakrar dagar seinni skuldi koma til familjuna í París.

 

”22. novembur 1873 varð skipið ásiglt av enska stálskipinum, Lochearn, og sakk eftir 12 minuttum. Ikki fyrr enn rættiliga nógvar dagar seinni komu tey, sum sluppu undan við lívinum, í land í Cardiff í Wales, haðani konan, Anna Spafford fjarritaði fylgjandi tvinni orðini til mann sín, ”Bjargað einsamøll.””


Horatio Spafford slapp sær í skundi yvirum Atlantshav til konu sína.
Sálmurin, ”It is well with my soul” sigst vera smíðaður, tá Horatio var staddur í sama økinum, har skipið við døtrum teirra var sokkið.

 

Ein onnur dóttur, Bertha, kom í heim í 1878. seinni eisini ein sonur, Horatio, sum varð føddur í 1880 men sum seinni doyði av skarlaksfepri. Aftaná barnsburðin av dóttrini, Grace í 1881, flutti Horatio og norska kona hansara til Jerusalem orsakað av drúpum kærleiksbondum til Heilaga Landið. Í Ísrael grundløgdu tey, The American Colony, ein kristin felagsskapur, sum nógvir sviar seinni gjørdust partur av, ein vælgerandi felagsskapur sum virkaði millum jødar, muslimar og kristin.

 

Eftir áratíggjur innan vælgerandi virksemi varð hesin felagsskapur tikin av í 1950'unum í upprunaligum líki men helt seinni fram undir heitinum, American Colony Hotel, ið eisini gjørdist fyrsti heimstaður fyri friðarsamráðingarnar millum Palestina og Ísrael, sum seinni førdu til Oslo-friðaravtalurnar í 1983.

 

Fíra dagar fyri 60 ára føðingardag sín, andaðist Horatio Spafford 16. oktober 1888 av malaria og varð jarðaður á Mount Zion Cemetery í Jerusalem.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Spafford døturnar

 

 

Spafford døturnar, Annie, Maggie, Bessie, og Tanetta (ovast, vinstru til høgru) druknaðu, tá S.S. Ville du Havre sakk eftir at vera ásigldur av einum bretskum stálskipi ávegis til Europa í novembur 1873. Ein av teim heilt fáu, ið komst undan samanstoytinum, Pastor Weiss, minnist Onnu at hava sagt, “Gud gav mær fýra døtur. Nú eru tær tiknar frá mær. Einaferð skal eg skilja hví."
Spafford sonurin, Horatio (Niðast og næstur úr høgru síðu), varð borin í heim 3 ár eftir sorgarleikin, doyði í 1880, bert fýra ára gamal.

HOYRIÐ OG SÍGGIÐ SØGUNA UM SPAFFORD FAMILJUNA OG SÁLMIN

 

HOME

AMAZING GRACE

AMAZING GRACE

 

 

 

Amazing grace! how sweet the sound
That sav’d a wretch like me!
I once was lost, but now am found,
Was blind, but now I see.

Twas grace that taught my heart to fear,
And grace my fears reliev’d;
How precious did that grace appear,
The hour I first believ’d!

Thro’ many dangers, toils and snares,
I have already come;
’Tis grace has brought me safe thus far,
And grace will lead me home.

The Lord has promis’d good to me,
His word my hope secures;
He will my shield and portion be,
As long as life endures.

Yes, when this flesh and heart shall fail,
And mortal life shall cease;
I shall possess, within the veil,
A life of joy and peace.

The earth shall soon dissolve like snow,
The sun forbear to shine;
But God, who call’d me here below,
Will be forever mine.

 


 

 

Amazing grace John Newton

JOHN NEWTON - HVUSSU "AMAZING GRACE" VARÐ TIL

Amazing grace, how sweet the sound...” Soleiðis byrjar ein af mest avhildnu sálmum okkara yvirhøvur. Orðini og sálmin eigur John Newton, sjálvútnevnda ómenni, sum fyrr var glataður, men seinni varð funnin og bjargaður á undurfullan hátt.

Newton var borin í heim í London 24. juli 1725, og var sonur ein skipara á einum handilsskipi, sum sigldi í Miðjarðarhavinum. Tá John var ellivu ára gamal, fór han til sjós saman við pápa sínum og gjørdi seks ferðir saman við pápanum, áðrenn hin eldri Newton fór frá fyri aldur. Í 1744 varð John tvungin til tænastu umborð á H.M.S. Harwich. Av tí at hann uppfataði viðurskiftini umborð sum heilt ótolandi flýddi hann, men varð skjótt fangaður aftur og alment pískaður og degraderaður frá kadetti til dekkara.

Endiliga og eftir egnum ynski varð hann býttur út til tænastu umborð á einum trælaskipi, ið sigldi til strendurnar á Sierra Leone. Han varð settur i starv hjá einum trælahandilsmanni og fekk harðliga og ógviliga viðferð har. Tíðliga í 1748 varð hann bjargaður av einum skipara, sum hevði kent pápa John. John Newton gjørdist at endanum skipari umborð á egna skipi sínum, sum varð nýtt til trælahandil.

Hóast hann hevði fingið eina upplæring tíðliga í sinum lívi frá mammu síni, sum doyði, tá John bert var 7 ára gamal, so hevði hann fyri langari tíð síðan givið upp einoghvørja átrúnarliga sannføring. Á eini heimferð, meðan hann royndi at stýra skipinum gjøgnum eina ógvisliga ódn, upplivdi hann kortini tað, hann seinni kallaði sína ”Stóru útfrían”. Hann skrivaði seinni í dagbók síni, at júst tá alt sýntist honum tapt og skipið sýntist vera á veg móti havsins dýpi, tá rópti hann: ”Harri, miskunna teg móti okkum.” Seinni hugsaði hann um tað, hann hevði sagt í síni kahútt, og byrjaði at trúgva, at Gud í veruleikanum hevði bjargað honum gjøgnum stormin, og at Harrin í síni náði hevði sæð til hann.

Restina av sínum lívsskeiði fataði hann skakandi hendingina tann 10. mai 1748 sum dagurin, tá han vendi við, ein dagur við eyðmýking, har hann gav seg og vilja sín undir eina hægri makt. “Thro’ many dangers, toils and snares, I have already come; ’tis grace has bro’t me safe thus far, and grace will lead me home.” Hann helt á innan trælavinnuna nøkur ár afturat aftaná umvending sína. Men hann syrgdi fyri, at trælirnir undir hansara umsjón vórðu væl viðfarnir.

Í 1750 gifti han seg við Mary Catlett, sum hann hevði havt yndi til í mong ár. Í 1755, aftaná langa og álvarsliga sjúkralegu gavst hann sum sjómaður og legðist á land. Seinnu ár hansara sum sjómaður var hann so smátt byrjaður at útbúgva seg. Hann fekk ma upplæring í lærugreinum sum latín, grikskum, hebraiskum máli og øðrum lærugreinum. Frá 1755 til 1760 var Newton landtilsjónarmaður í Liverpool, har hann kom at kenna George Whitefield, diakonur í Church of England, evangeliskur prædikumaður, og leiðari av kalvinistisku metodistkirkjuni. Newton gjørdist ein av mest ágrítnu lærusveinum Whitefields. Ì hesum tíðarskeiði møtti Newton eisini John Wesley, stovnaranum av metodismuni, og gjørdist skjótt hugtikin í honum.

Hann gjørdi av at gerast prestur og setti seg tí í samband við erkabispin í York fyri at verða prestavígdur. Erkibispurin sýtti umsókn hansara, men Newton helt tó fast í ætlan síni og varð seinni prestavígdur av bispinum í Lincoln sum kapellanur í Olney, Buckinghamshire. Kirkja Newtons gjørdist skjótt so stúvandi full av fólki, at tørvur var at víðka um kirkjuna. Newton helt ikki bert talu í Olney, men eisini í øðrum pørtum av landinum. Í 1767 búsetti yrkjarin, William Cowper seg í Olney, og hann og Newton gjørdust vinmenn.

Cowper hjálpti Newton við gudstænastum sínum og var við á ferðum hansara runt landið. Teir hildu ikki bert tær vanligu gudstænasturnar einaferð um vikuna, men byrjaðu eisini eina røð av bønarmøtum og saman skrivaðu teir hópin av sálmum. Teir samstarvaðu at geva út Olney Sálma-útgávuna, sum gjørdist sera vælumtókt. Fyrsta útgávan sum kom út í 1779, hevði 68 sálmar frá Cowper og 280 frá Newton.

Millum íkast Newtons, sum enn tann dag í dag er elskað og sungið í dag er “How Sweet the Name of Jesus Sounds” og ”Glorious Things of Thee Are Spoken,” umframt “Amazing Grace.”. Helst er ”Amazing Grace” skrivaður millum 1760 – 1770 í Olney sum ein av sálmunum, sum nýttir vórðu í vikuligu tænastuni. Seinni hava aðrir høvundar eisini yrkt onnur ørindi til ”Amazin grace”, (sum soleiðis ikki vóru partur av Olney Hymns), og møguliga eru eisini seinni onnur ørindi av hond Newtons løgd afturat sálminum. Men hesi seks ørindini í neðra eru tey, sum stóðu eftir við smáum stavifrábrigdum, bæði í 1779 og 1808 útgávuni, tann seinna stutt eftir andlát Newtons.

Upprunin til lagið er ókent. Flestu sálmabøkurnar tilskriva lagið amerikanskan fólkatónleik. Eisini onnur uppskot hava verið frammi gjøgnum tíðirnar.

Newton var ikki bert ein virkin sálmayrkjari, men helt og skrivaði eisini umfatandi nøgd av tíðarritum og brøvum. Søgufrøðingar geva brøvum og journalum hansara heiðurin fyri stóran part av tí, sum vit vita um trælahandil í 18 øld.

Í 1780 flutti Newton úr Olney fyri at taka við starvinum sum rektari í St. Mary Woolchurch, í London. Har dróg hann stórar skarar av fólki til sín og ávirkaði hópin av fólki, ma William Wilberforce, sum ein dag skuldi gerast leiðari fyri átakinum fyri avtøkuna av trælahaldinum. Newton helt á at tala heilt til tað síðsta, hóast han var blindur seinnu árini. Hann andaðist í London 21. desember 1807. Hesin vantrúgvi fríteinkjarin varð umvendur og gjørdist seinni prestur í Church of England og varð trúgvur í trúgv síni, at undurfulla náðin fór at føra hann heim.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ymiskar útgávur av "Amazing grace"

 

Hoyrið og síggið søguna við at trýsta HER

"Amazing grace" við Home Free

"Amazing Grace" á sekkjapípu av Royal Music 

"Amazing grace"

 

 

HOME

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Messias við Georg Friedrich Händel

Messias við Georg Friedrich Händel

Georg Friedrich Händel, 1685 – 1759
 

BBC dokumentar um Georg Friedrich Handel

TRÝST HER FYRI AT HOYRA SANGIN "I know that my redeemer liveth" from Messiah

TRÝST HER FYRI AT HOYRA SANGIN "Hallelujah" from Messiah

TRÝST HER FYRI AT HOYRA SANGIN "For unto us a child i born" from Messiah

TRÝST HER FYRI AT HOYRA SANGIN "The promise of eternal life" from Messiah

 

Á síni tónlistaligu yrkisleið sum komponistur skrivaði Georg Friedrich Händel 42 operair, 29 oratoriir og 120 kantatur. Händel verður roknaður millum tær allarstørstu komponistarnar í heimssøguni. Hóast Georg Friedrich Händel partar av 1730’unum og 40’unum varð álvarsliga raktur og av nógvum í samtíðini heilt avskrivaður orsakað av skuld, heilabløðing, lammilsi, hugtyngd og víkjandi populariteti, so fekk hann eitt einastandandi comeback við sínum ikoniska tónlistaliga meistaraverki, Messias, sum hann byrjaði at smíða 22.august 1741 aftaná eina djúpt persónligari uppliving, eini uppliving, sum heilt broytti tónleikaligu kós og lív hansara.

”Eg haldi, eg sá himmalin opnan fyri mær og hin almáttuga Gud sjálvan!”

Soleiðis brast út ú tí 56-ára gamla Georg Friedrich Händel, alt meðan tárini streymaðu niður eftir bleiku kjálkum hansara. Hetta segði hann til tænaran, sum kom við mati til hansara.
Händel er bleikur, men har er eitt serligt skin og glóð í eygum hansara. Hann hevur upplivað nakað heilt serstakt. Eftir øllum at døma eina sjón, eina opinbering úr himmalska heiminum.
Hann etur nærum onki, og hann kemur ikki útum dyrnar í einar tríggjar vikur, meðan hann smíðar nótar, syngur og slær taktina við einum dirigentstavi í kamarinum í tí lítla húsinum á London Brook Street.

Ikki til at steðga

Fyri trimum vikum síðani, hin 21. august 1741, lat Händel upp ein pakka og í hesum pakka lá eitt bræv frá vini sínum, yrkjaranum Charles Jennens, ið ma hevði skrivað tekstin til hansara oratoriir Saul og Ísrael í Egyptalandi. Jennens hevði sett saman eitt handrit til eitt verk, hann nevndi ”Messias”.
Tá Händel tvørur las tekstin hendi nakað við honum!
Tær fylgjandi gott tríggjar vikurnar var hann nærum ikki til at koma í samband við fyri onnur, hann át ella svav næstan onki men skrivaði sum í einum rúsi.
Fleiri halda, at Händel smíðaði tónleikin út frá eini yvirnatúrligari opinbering úr himmalska heiminum – soleiðis sum orð hansara til tænaran eisini kundu bent á. Í hvussu so er er hann djúpt merktur av tekstunum, og eftir hetta verður tann annars ikke serliga religiøst sinnaði Händel sæddur liggja á knæ í kirkjuni ”leingi samansokkin í bøn”.
Eftir bert 24 dagar skapti hann eitt av størstu tónlistaligu verkum í heimssøguni: Oratorii Messias. Tað var uppá 260 síður við partiturum, nærum tríggir tímar tónleikur við ódeyðiligum kórsatsum og arium sum tað kenda ”Hallelujah”-kórið, ”For unto us a child is born”, og ”I know that myredeeer liveth”.


Bach og Händel

Georg Friedrich Händel kom eins og hin stóri komponisturin í seinbarokkini, Johann Sebastian Bach úr Týsklandi og teir vórðu enntá báðir føddir sama árið, í 1685. Men lív teirra formaði seg ymiskt og teir møttu aldri hvør øðrum.

Bach varð føddur inn í eina familju av organistum og komponistum, sum næstan heilt náttúrligt løgdu leiðina fyri Bach. Hinvegin ynskti faðir Händels Georg, sum var bæði skurðlækni og hárskeri, at sonurin skuldi hugsavna seg um okkurt skynsamt, sum hann kundi gera til sín lívsveg. Faðir Händels vildi hava sonin til at gerast sakførara og faktiskt las Händel jura inntil 1703, hóast faðirin doyði, tá Händel bert var 11 ára gamal. Men longu sum 12 ára gamal smíðaði Händel sína fyrstu tónlistaligu kompositión. Men longu sum smádrongur vísti Georg Friedrich Händel so undrunarfull tónlistalig evnir, at arbeiðsgevarin hjá faðirinum, hertugin úr Sachsen-Weissenfels, fekk tosað pápan til at lata sonin ganga til tónleikaundirvísing, sum faðirin gekk við til, tá Händel var 9 ára gamal.

Meðan Bach eftir øllum at døma hevði tað best við lutfalsliga drúgvum arbeiðsavtalum sum organistur og tónlistaligur instruktørur, so var Händel  meira hvíldarleysur og søkti støðugt nýggja ávirkan. Händel gjørdist áhugaður í italska operastílinum. Hann gjørdist skjótt kendur og fekk stjørnustatus í heimlandi sínum, Týsklandi og í Italiu og í Onglandi fekk hann vinarsamband til bæði aðal og kongahús.

Fyrsti tilburður av heilabløðing

13. apríl 1737 smellur Händel um í sínum arbeiðshøli í heimi sínum í Westminster í London. Tænarin sendir boð eftir einum hjálpara og ein lækni kannar eftir, hvør støðan er hjá hesum heldur kraftiga manni.
Tey eru sannførd um, at har er einki at gera. Um hann yvirlivir, so verður hann aldri aftur tann, hann var, og hann kemur neyvan heldur nakrantíð aftur at kunna smíða tónleik. Ein tilburður gjørdi hann lamnan í høgru síðu, og tað sær út til, at hann helst eisini hevur fingið skaða í heilan. Tað skal einki minni enn eitt undur til, um hann skal gerast frískur, heldur læknin.
Tá hann kemur aftur til sín viðmæla lækni og vinir Händels, at hann fær sær kurviðgerð í Aachen í føðilandi sínum Týsklandi.
Farin avstað ger hann ímóti ráðunum frá læknunum um ikki at vera í tí heita vatninum longur enn hægst 3 tímar, tí hjarta hansara var ov veikt og ikki kláraði meir. Händel er í vatninum í 9 tímar dagligt! Og spakuliga fær hann bilbugt við lammilsi og kemur aftur til kreftir.

Händel kennir seg sum at hava fingið lívið aftur.
Men royndir hansara eru ikki uppi. Fylgjandi árini stríðist hann við peningamangul og hugtyngd. Hann undrar seg yvir, um tað var nøkur meining í tí at hann yvirlivdi tilburðin við heilabløðing.



Botnurin náddur

Operahús Händels, ið var vorðið væl sera væl umtókt nøkur fá ár undan, er í 1741 vorðið heilt ótíðarhóskandi og húsagangurin hóttir nú. Hin italski operaskúlin við sínum smikursøtu løgum, sum Händel megnar til fullkomigleika fangar ikki longur fólk í London.
Hóast mong góð ráð frá vinum og arbeiðsfeløgum heldur Händel fram við at smíða og uppseta nýggjar operair í sama lag – helst í vónini, at vindurin aftur fór at venda. Men tað gjørdi hann ikki, og tað er ein móður og royndur maður, ið tekur ímóti serliga handritinum til eitt oratorium um Jesu lív frá vini sínum i august 1741.
 

Eitt øðrvísi oratori

Øvugt vanliga oratorisku librettuni hevur Messias ikki so frægt sum eina søgugongd. Ein oratoria er vanliga ein kirkjutónleikaligur mótsetningur til operaina. Vit fylgja eini bíbilskari hendingarrøð, har tann dramatiska tilgongdin verður spæld av solistunum, ið syngja leiklutin á luttakarunum.

Messias er øðrvísi. Tekstirnir eru fyrst og fremst bíbilskar endurgevingar og tillagingar av hesum. Lutfalsliga fáir av tekstunum eru úr teimum fýra evangeliunum, tí høvuðsdenturin er heldur lagdur á tekstir úr Gamla Testamenti, frá profetunum, og serliga Jesajas.
Nógv verður tikið úr Sálmunum og tekstirnir úr Nýggja Testamenti koma serliga frá Opinberingini, Brævið til Korint og somuleiðis nakrir tekstir úr Lukas, Matteus, Jóhannes og Hebrearabrævinum.
Tað er mátin, tekstirnir eru settir saman uppá, ið skapar momentum fyri verkið.
Messias er trýbýtt. Fyrsti parturin snýr seg um komandi Frelsaran. Annar partur dvøljir við líðingarsøgu Jesu og finnur sítt hæddarpunt í tí undurfulla Hallelujah við tekstinum úr Opinbering Jóhannessar.
Triði partur eru um hin uppstandna og dýrdargjørda Kristus og tað æviga lívið. Tað byrjar við vakrasta lagnum í verkinum, sopran-arian ”I know that my redeemer liveth” við tekstinum úr Jobsbók: ” Men eg veit, at loysnari mín livir, yvir dustið skal málsmaður rísa upp.” Jobsbók 19,25

Hesir tekstir ávirka Händel upp á ein heilt serligan hátt. Á síðstu síðuni í verki hansara skrivaði Händel tríggjar stavir í blekki, SDG – Soli Deo Gloria – ”To God alone be the glory!”. Hetta gerst eitt umskifti á yrkisleið hansara eins og lívsleið hansara.

Fram til hetta mundið var hesin likamligt stóri maðurin kendur fyri at føra seg fram við sínum snarsinni, sum lætt gjørdi onnur firtin og stygdi tey burtur.


Nær botninum

Á seinsumri 1741, tá Händel komponerar tónleikin til Messias, er hansara popularitetur í London so lágur sum nakrantíð. Han hevur kortini fingið eina innbjóðing frá tí minni fína Dublin fyri at framføra eina konsert við nøkrum av hansara verkum.

Upprunaliga uppsetingin av Messias fer tískil ikki fram í London men í høvuðstaði Írlands, Dublin 13. apríl 1742.
Framførslan er ein vælgerandi koncert til frama fyri fólki við stórari skuld. Og góða móttøkan við 700 áhoyrarum merkir, at 142 menn kunnu keypast leysir frá fongsulsklivanum.
Vaktur av tí góðu móttøkuni av verki hansara í Írlandi setur Händel eina framførslu upp av Messias í London Covent Garden árið eftir. Tað gerst kortini eitt vónbrot fyri komponistin, tí salurin er ikki fullur og áskoðarnir vísa ein heldur lakan áhuga. Framførslan í sær sjálvum er umstrídd. Messias er sum vera mann eitt sterkt andaligt merkt verk. Og mong menniskju halda, at tað ikki er hóskandi at framføra verkið í einum verðsligum sjónleikarahøli.

Nakað seinni verður Messias endurframførd sum ein vælgerandi konsert til gagns fyri barnasjúkrahúsið The Foundling Hospital í Lambs-Conduit-Fields.
 

Kongur reisist

Millum 1500 áskoðarnar er kongur, George II. Tá Halleluja-kórið byrjar og orðini ”for the Lord God Omnipotent reigneth“ (Harri vár Gud, hin almáttugi, hevur tikið valdið) reisir kongur seg upp spontant og verður beinanvegin eftirfylgdur af tí djúpt rørda skaranum í salinum.
Síðan tá hevur tað verið siður har, at áskoðarnir reisa seg, tá tað fyrsta Ha-a-allelujah i tí kenda kórinum hoyrist.

Aftaná hetta leiðir Händel sjálvur fleiri kendar framførslur av Messias, nógvar av teimum til vælgerandi endamál.
Händel skiftir nú heilt til oratoriska formin. Úr hansara hondum fylgja nú bíbilsk meistaraverk sum Samson, Joseph og brøður hansara, Judas Maccabeus og Joshua.

 

Hann vildi doyggja langafríggjadag

Händel møtti meir mótburði í lívi sínum. Hann fekk fleiri tilburðir av heilabløðing, og sjón hansara gjørdist alt verri. Og hann var fyri langari tíð síðani vorðin blindur, tá hann fríggjadag 6.apríl 1759 luttók fyri seinastu ferð til framførsluna av Messias, tað verkið, hann sjálvur virðismetti hægst.
”Eg vil fegin doyggja langafríggjadag í vónini at verða sameindur við tann kæra Gud, mínum náðiga Harra og Frelsara á uppreisnardegi hansara,” segði hann. Hann doyði um morgunin páskaleygardag tann 14. apríl 1759.
Händel fekk eina ríkisjarðarferð í Westminster Abbey, og umleið 3.000 menniskju fylgdu honum hansara seinastu ferð.

Hóast sín týska uppruna so verður Händel mettur sum størsti tjóðar komponistur Onglands og sjálvt aftaná deyða hansara gerast hansara tónlistaligu samansetingar støðugt betur umtóktar, serliga Messias.
Aðrir komponistar eru eisini hugkveiktir af honum. Hin ungi Mozart var djúpt rørdur, tá hann hoyrdi oratorii Händels. Hann uppførdi sjálvur Messias, so at tað hóskaði til tann klassiska orkesturformin í Wien við floytum, klarinettum og trombonum.

Mongu framførslurnar av oratorinum hava ofta fult hús. Tað sama er eisini galdandi fyri teir meira einfaldgjørdu variantarnar, so sum rock merkta “Young Messiah”(Ikki at taka feil av filminum við sama navni) og soul-merkta “A Soulful Celebration” við Quincy Jones og ein long røð av soul-og gospelstjørnum í solistleiklutum.
Mongu cd-upptøkurnar og tv- og konsertvariantarnir – og nýuppførslur til jóla – bergtaka enn fólk.
Greinin her byggir ma. á bók Martin Alfsens ”Jesus i musikken” (se Hosianna.dk), Stefan Zweig, Udfordringen og aðrar keldur. Teksturin er orðaður av Henri Nissen.

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

What a friend we have in Jesus. Joseph Scriven

Joseph Scriven. "What a friend we have in Jesus"

Joseph Scriven, 1820 – 1886


Video


Hr. Sankey skrivar í Liv og Sange, 1906, á blaðsíðu 279, at Scriven var borin í heim í Dublin í 1820, og var kandidatur á Trinity College, Dublin, og flutti til Kanada, tá hann var 25 ára gamal, og doyði har í Port Hope á Lake Ontario í 1886. At sálmurin “What a friend we have in Jesus” var ein sangur hjá Joseph Scriven gjørdist sambært hr. Sankey greitt á henda hátt: “ein granni, ið sat hjá honum undir sjúkralegu hansara, legði til merkis eitt handrit við heitinum, “What a friend we have in Jesus”. Hann las hetta hugtikin og glaður og spurgdi hr Scriven um handritið. Joseph svaraði honum, at hann hevði yrkt hetta til kæru móður sína fyri at ugga hana í einum tíðarskeiði við stórari sorg. Tað var tó ikki ætlanin, at onnur skuldu frætta hetta ella síggja tað. Vit finna sálmin aftur í sálmabókini “Sociale Hymns” hjá H.L.Hasting. Sálmurin finst í dag í mongum nýggjum sálma-bókum við.

Upprunin til sálmar okkara er sera áhugaverdur at kanna, fullur at óvæntaðum hendingum, bæði syrgiligar og gleðiligar. Sálmar eru vorðnir til undir ymsum viðurskiftum og lívsumstøðum og við ymsum endamálum. Nakrir, eitt nú sálmarnir hjá Frances Alexander eru skrivaðir serliga til børn fyri at hjálpa teimum at læra Faðirvár, trúarjáttannina og tey 10 Boðini. Aðrir, eitt nú meistaraverkini hjá George Mattheson, eru skrivaðir fyri at greiða frá sannføring og longsli høvundans. Aftur aðrir, sum “Onward Christian Soldiers” eru skrivaðir til eina ávísa tilbiðjanar-gerð. Nakrir, sum sálmar Topladys, gjørdust veruleiki orsakað av sermerktum liviumstøðum. Nakrir sálmar gjørdust veruleiki, líkasum nærmast av sær sjálvum og av eini givnari løtu saman við Frelsaranum og vórðu skrivaðir niður mest sum sum ein fyrisøgn frá Harranum. Sálmurin, vit her hava framman fyri okkum er av hesum seinasta slag. Hann kom til Joseph Scriven undir hansara seinastu sjúkralegu, har hann hugsaði um móður sína, sum hann mátti lata eftir seg. Vit kunnu siga, at hann kom orsakað einum kristnum  ynski at greiða frá loyndarmáli sínum við tí fyri eyga at hjálpa einum øðrum, sum stóð honum sera nær: Ikki langa tíð áðrenn Joseph Scriven varð kallaður heim, vitjaði ein granni hann og varnaðist handritið, ið lá á einum borði við song hansara. “Ert tú eigari at hesi vøkru yrking?” spurgdi hin vitjandi hann. “Harrin, og eg gjørdu hana saman” var svarið. Hvør vøkur frágreiðing til upprunan av hesari og møguliga fleiri øðrum rørandi sálmum, “Harrin og eg gjørdu tað saman”. Avdúka hesi orð ikki eitt stórt loyndarmál í lívi hins kristna? Hvussu nógv óneyðug sár hava vit ikki, tí vit vildu hava tingini upp á okkara máta, og tá tað so gekk galið, so kæra vit okkum um hetta og hatta í sjálvsmiskunn. Minnist tú, hvat var sagt um Joseph i fangahúinum? Hvat tað enn var, sum gjørt var, so var tað hann, sum framdi tað!

Tú kanst gerast bilsin av at frætta, at hesin sálmur gjørdist veruleiki orsakað av einari vanlukku, hóast tað gekk rúm tíð mellum henda vanlukku tilburð og liðugtgerðina av hesum sálmi. Tað finst ikki nógv tilfar um, Joseph Scriven, men tað, vit vita, ætli eg mær at luta víðari til tykkara, tí eg eri vísur í, at henda hending fer at nerta nakrar lesarar sera djúpt, og kann leða tey inn á vegin, har Joseh Scriven varð leiddur. Tað er ein sálmur fyri sjúk menniskju av alskyns slag, men serliga fyri tey, sum komu til at uppliva løgnar hendingar í lívi teirra, sum eru torførar at tulka.

Joseph Scriven varð borin í heim í Írlandi í 1820 og búði har fyrstu 25 árini av lívi sínum. Einaferð í 1845 emigreraði hann til Kanada, sum so mangir aðrir írar gjørdu tá á døgum fyri at leita upp eydnuna í nýggja heimspartinum. Hann andaðist í 1886 66 ára gamal, eftir at hava gjøgnumlivað eitt lív, fult av trupulleikum, sum so nógv niðusetufólk upplivdu tá. Hann var borin til Kristus og umvendur sum eitt úrslit av at missa sína komandi brúður júst áðrenn brúdleypið skuldi vera. Komandi brúður hansara kom út fyri einari vanlukku og druknaði bert fáar tímar áðrenn prestur skuldi vía tey. Hvør ósigandi sorgarleikur! Hvussu lætt kundi hesin tilburður ikki eisini havt ført hann júst hin øvugta vegin til vantrúgv, beiskleika og eitt kensluleyst lív. Eg hugsi altíð um hetta, tá eg komi til tær síðstu tríggjar reglurnar av ørindi trý: "In His arms He'll take and shield thee; Thou wilt find a solace there".

Sálmurin varð yrktur fyri at ugga móður sína í einum tíðarskeiði við stórari sorg, og vit kunnu ímynda okkum, hvat hetta hevur havt at týða fyri hana, aftaná at sonur hennara varð farin. Og hvussu mong hjørtu, ið eftir hetta hava funnið ugga og troyst í hesum sálmi er tað eingin, sum kennir til, uttan Harrin sjálvur.

Evnið í sálminum er vinarlag við Kristus, sum er sera dýrabart, serliga fyri hin einliga og tey, sum neyðstødd eru. Eg minnist eina open-air gudstænastu í syðra partinum av London, har hesin sálmur varð sungin sum nakað av tí síðsta. Hinumegin vegin stóð ein ungur maður, sum júst var komin til London fyri at leita sær eftir arbeiði, og hann lurtaði syrgin eftir øllum, ið sagt og sungið varð. Tá møtið var at enda komið, setti ein arbeiðstakari seg í samband við hann og spurgdi hann spurning sum hesar, ”Hevur tú fylgt adressuni?” osv. Hetta tyktiskt tó ikki at rína við tann fremmanda mannin og til síðst spurgdi tann ungi evangelisturin: ”Vilt tú hava ein vin?” ”Um eg vil hava ein vin? Tað vil eg halda eg vil. Eg eri júst komin til London og kenni ikki eina sál”. Og eitt vinarlag byrjaði hesa somu nátt, sum ongantíð fekk ein enda. Hvat ið viðvíkur sálminum, so kunnu vit staðfesta, at har er eitt støðugt afturvendandi ógloymandi niðurlag, sum endurtekur seg átta ferðir í sálminum, "Take it to the Lord in prayer", ”Ber tað til Harran í bøn”. Vit kunnu taka samanum hesi trý ørdindini við hesum: ”Syndir okkara”, ”suff okkara”, ”Sorgir okkara”. Um vit standa andlit til andlits við ”ófrið”, ”ymsum ótýdligum”, ”neyð”, so er tað tann sami heilivágur, ið hóskar til hvørja sjúku. Orðingin tekur skap av bæði einum spurningi og einum svari, og øll, ið berjast við hesar spurningar av hjartanum finna loysnina. Atmosferan av einum inniligum felagskapi sæst allastaðni, felagsskapurin millum Kristus og vinir hansara. Frelsarin ber syndir okkara og kennir veikleikar okkara og verji hjørtu okkara. Einfaldi heldur enn dýpd eyðkennir henda vakra sálm, sum altíð vil vera favorittur millum børn og neyðstøddum fólki. Er tað nakað í sálminum, sum børn ikki skilja? Ongin orð ella orðingar tørva frágreiðing her!

Hvussu lætt kundi ikki hesin sálmur verið farin í gloymskurnar hav, um hatta einkulta lítla handritið var beint burtur. Jesaja 48:18. Orðatøkini 18:24. Matt 11:28.

Her ein úrdráttur úr "The Days of my Pilgrimage", av A. F. Willis.
“Upplæring okkara varð ikki forsømd og í umleið tvey ár var lærari okkara ein, hvørs navn er komið fram fyri almannaeygum hesi seinnu árini – Joseph Scriven, høvundur til kenda sálmin, “What a friend we have in Jesus”. Hann undirvísti okkum í heimi okkara, og tvey ella trý onnur børn, sum komu fyri at fáa undirvísing frá honum. Ein kandidatur frá Trinity College, Dublin: hann var kortini ein eyðmjúkur Kristin maður, hvørs stóra ynski var at luta gleðiboðskapin um Harra okkara, Jesus Kristus, til onnur og bert fá, ið tá búðu í Port Hope og nærindis høvdu ikki fingið spurningin um frelsu sálar teirra settan av honum. Heim hansara, meðan hann undirvísti okkum, var saman við eini gamlari konu, nevnd fr Gibson, ið búði nærindis og livdi eitt lív í smáum korum við at halda neyt. Hann bar henni ofta mjólk, tá hon gjørdist lamin av gikt.
 

Á, hvør vinur er ei Jesus
Hoyrið á føroyskum

 
Á, hvør vinur er ei Jesus,
Hann, sum sorgir várar bar.
Stóri forrættur at bera
alt til Guð og hvíla har.
Á, tann frið, vit mangan sakna,
á, eitt tómt og ónýtt stríð,
tí vit ei av fullum hjarta
søkja Guð - og eina tí.
 
  2. Ert tú freistaður og royndur,
er alt fløkt og myrkt hjá tær?
Aldri mást tú missa mótið,
far í bøn til Harran, far.
Tað, sum hjarta títt kann níva,
er ei ov smátt fyri Hann;
ber tað fram - og bíða kvirrur.
Tú skalt sjá, Hann vil og kann.
 
  3. Ert tú tyngdur, troyttur, veikur,
myrkrið tætt, og stongd hvør leið?
Enn tú hevur tó ein útveg:
Bið, á, bið og troyttast ei.
Svíkja vinir teg og háða?
Bið til Guð av hjartans grund.
Hann í Sínum kærleiksfavni
bera vil teg hvørja stund.
 
Joseph Scriven/Victor Danielsen týddi

 

Trýstið á leinkju fyri at hoyra

Á føroyskum

"What a Friend We Have in Jesus"
by Joseph Scriven, 1820-1886

1. What a Friend we have in Jesus,
All our sins and griefs to bear!
What a privilege to carry
Ev'rything to God in prayer!
Oh, what peace we often forfeit,
Oh, what needless pain we bear,
All because we do not carry
Ev'rything to God in prayer!

2. Have we trials and temptations?
Is there trouble anywhere?
We should never be discouraged,
Take it to the Lord in prayer.
Can we find a Friend so faithful
Who will all our sorrows share?
Jesus knows our ev'ry weakness--
Take it to the Lord in prayer.

3. Are we weak and heavy laden,
Cumbered with a load of care?
Precious Savior, still our Refuge--
Take it to the Lord in prayer.
Do thy friends despise, forsake thee?
Take it to the Lord in prayer;
In His arms He'll take and shield thee,
Thou wilt find a solace there.


The Lutheran Hymnal
Text: Matthew 21:22
Author: Joseph Scriven, 1865

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

I have decided to follow jesus

I HAVE DECIDED TO FOLLOW JESUS

Trýst á leinkju fyri at síggja video

Hoyrið sangin her ”I have decided to follow Jesus” Eg havi gjørt av at fylgja Jesusi

Sangurin er ein kristin sálmur, sum gjørdist veruleiki í Assam í India.

Teksturin er grundaður á síðstu orðini frá einum assameesiskum manni, ið saman við familju sínar gjørdi av at fylgja Jesusi eftir miðskeiðis í 19. øld gjøgnum verki hjá einum valisiskum missioneri. Noyddur til at siga trúnna frá sær, altso nokta nýggju trúnna av landshøvdinganum í hesi landsbygd, váttaði trúarskiftingurin, ”I have decided to follow Jesus, (Eg havi gjørt av at fylgja Jesusi eftir)” Sum aftursvar upp á hóttanir móti famiju hansara, helt hann á, "Though no one joins me, still I will follow." Báðir synir hansara, síðan konan vórðu avrættað og so varð hann sjálvur tikin av døgum til síðst, alt meðan hann sang, "The cross before me, the world behind me.".

Henda ógvisliga hending fastleiki av trúgv sigst hava ført til umvendingina á hesum høvdinga og øðrum úr somu bygd.

1 I have decided to follow Jesus;
I have decided to follow Jesus;
I have decided to follow Jesus;
no turning back, no turning back.

2 Though none go with me, I still will follow;
though none go with me, I still will follow;
though none go with me, I still will follow;
no turning back, no turning back.

3 My cross I'll carry, till I see Jesus;
my cross I'll carry, till I see Jesus;
my cross I'll carry, till I see Jesus;
no turning back, no turning back.

4 The world behind me, the cross before me;
the world behind me, the cross before me;
the world behind me, the cross before me;
no turning back, no turning back.

Umskapanin av hesum orðum til ein sálma verður tilskrivað indiska missionerinum, Sadhu Sundar Singh. Lagið er eisini indiskt, og heitið ”Assam” er rópt  upp eftir landspartinum, haðani teksturin stavar. Hesin landpartur í India varð fyrr kendur sum eitt ófriðaligt øki og stammur tiltiknar fyri høvda-jagtran teirra.

Ein amerikanskur blaðstjóri av sálmum, William Jensen Reynolds, setti saman eitt tiltak, ið nýtti Assembly Songbook frá 1959. Útgáva hansara gjørdist ein fastur táttur í evangelisku møtum Billy Grahams í Amerika og aðrir staðir gjørdist sangurin sera vælumtóktir.

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Abide with me, Henry Francis Lyte

"Abide with me" Henry Francis Lyte

Henry Francis Lyte, 1793 – 1847

Trýst her fyri at hoyra sálmin

Trýst her fyri at fáa søguna í orð og myndum

Henry Francis Lyte varð álvarsliga sjúkur av tuberklum. Hann hevði ikki væntað at koma yvir sjúkuna. Hann var so sjúkur í roynd og veru, at hann hevði fyrireikað eina skilnaðarprædiku, 4. september 1847. Hann dróg tá eitt handrit til sín, sum hann áður var byrjaður upp á:

    Abide with me; fast falls the eventide;
    The darkness deepens; Lord with me abide.
    When other helpers fail and comforts flee,
    Help of the helpless, O abide with me.

Tankar hansara leitaður aftur á lív sítt, sum hann feldi niður í ørindi: "Thou on my head in early youth did smile..." Eyma móður Henrys hevði lært hann bíbliusøgur og um kærleika Guds. Men pápi hansara rýmdi frá familjuni. Móður Henrys doyði tíðliga. 9-ára gamli Henry varð nú eina eftir í einum stórum heimi. Ein blíður írskur prestur, nevndur Dr.Robert Burrows, sum sjálvur hevði 5 børn, tók Henry til sín og hjálpti honum gjøgnum skúlatíðina. (Seinni rindaði Henry, Burrow aftur skuld hansara.”
 

Henry hevði ætlað sær at lært til lækna, men veika heilsa hansara noyddi hann at broyta ætlan og fór hann tískil yvir í prestalesturin ístaðin. Hann vann virðislønir á Trinity College, Dublin í yrking – trý ár upp í slag – og hartil eitt stipendium (stuðul til skúlagongd). Í 1814 varð hann liðugur við skúlan, og varð innsettur sum prestur í Church of Englang fylgjandi árið.


Hesin ungi presturin tók sær av, Abraham Swanne, einum doyggjandi presti. Djúpa trúgv og óttaloysi Swannes yvirfyri deyðanum fekk eina sterka og varandi ávirkan á Henry. Hann hjálpti konuni og familjuni Swanne og skipaði fyri teirra viðurskiftum. Grundað stórt arbeiðstrýst fekk Henry trupulleikar við heilsuni og mátti tískil leita sær til heitari lond fyri at endurvinna sær heilsuna.


Henry virkaði í Church of England allar sínar lividagar. 23 av hansara árum vóru í Brixham, ein útróðrarbygd í Devonshire. Hann var ein sera avhildin prestur, og hann gav seg við fullum huga í arbeiði í bygdini og vitjaði bátarnar, tá teir vendu heimaftur av útróðri. Anna Maxwell, kona hansara, vitjaði tey sjúku og var uppí øllum tí, sum fyrifórst í bygdini. Við neyvari stýring av fíggjarviðurskiftunum og útreiðlunum í húsarhaldinum, eydnaðist tað henni at leggja so mikið til síðis, at hon kundi senda Henry til heitari lond sum Fraklands og Italia, so hann kundi vera har fyri seg sjálvan hvønn vetur.
 

54-ára gamli Henry var vanur at liva við tí eina fótinum í grøvini, tá hann helt sína seinastu prædiku. Hann minti áhoyrarar sínar um, at vit øll einaferð skulu hiðani, og at tey, sum hava tikið Kristi deyða inn í teirra lív eru best fyrireikað til at møta deyða likamsins. “Eg standi her millum tykkum í dag, sum livandi frá teimum deyðu, um eg bert kundi lagt tað eina við tær at fáa teg at fyrireika teg til ta hátíðarligu løtu, sum kemur til okkum øll, at koma til kennskap við Kristi deyða rættstundisliga.


Henry hevði lagt ætlanir um at fara til Italiu, har hann vónaði, at sól og hiti kundi styrkja heilsu hansara og fáa hann aftur á beint. Hann náddi tó bert so langt sum til Nice í Fraklandi. Har gjørdist hann so sjúkur, at hann varð noyddur at steðga ferðini fyri at hvíla seg. Aftur var Gud hjá honum í líki av einum enskum presti, sum røktaði hann og tók sær av honum har. 10 vikur eftir at hava hildið sína skilnaðar-prædiku, andaðist Henry.

"Abide with Me! Fast Falls the Eventide"
by Henry F. Lyte, 1793-1847

1. Abide with me! Fast falls the eventide;
The darkness deepens; Lord with me abide.
When other helpers fail and comforts flee,
Help of the helpless, oh, abide with me!

2. Swift to its close ebbs out life's little day;
Earth's joys grow dim, its glories pass away;
Change and decay in all around I see.
O Thou, who changest not, abide with me!

3. Not a brief glance I beg, a passing word,
But as Thou dwell'st with Thy disciples, Lord,
Familiar, condescending, patient, free.
Come not to sojourn, but abide with me.

4. Come not in terror, as the King of kings,
But kind and good, with healing in Thy wings;
Tears for all woes, a heart for every plea.
Come, Friend of sinners, thus abide with me.

5. Thou on my head in every youth didst smile,
And though rebellious and perverse meanwhile,
Thou hast not left me, oft as I left Thee.
On to the close, O Lord, abide with me.

6. I need Thy presence every passing hour;
What but Thy grace can foil the Tempter's power?
Who like Thyself my guide and stay can be?
Through cloud and sunshine, oh, abide with me!

7. I fear no foe, with Thee at hand to bless;
Ills have no weight and tears no bitterness.
Where is death's sting? where, grave, thy victory?
I triumph still if Thou abide with me.

8. Hold Thou Thy cross before my closing eyes,
Shine through the gloom, and point me to the skies.
Heaven's morning breaks, and earth's vain shadows flee;
In life, in death, O Lord, abide with me!

Hymn #552
The Lutheran Hymnal
Tekstur: Lukas 24,29
Høvundur: Henry F. Lyte, 1847
Lag: "Eventide"

START
 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Store Gud, Carl Gustav, Boberg, o veldis Gud

Carl Gustav Boberg

 

 

 

 

 

 

Søgan um sálmin O Veldis Gud

Hoyr sálmin - trýst her

Søgan byrjar við hr. Carl Gustaf Boberg (1859-1940). Carl var svenskur prestur, ritstjóri og limur í svenska lóggávutinginum. Carl Boberg er farin ein túr til gongu, tá tað verður umráð í veðrinum og toruveður bráddliga kemur á hann við hørðum hvirlum. Eftir at stormurin var hasaður av, skimaðist Carl út yvir ta kláru vágna. Hann varnaðist kirkjuklokkur fjart burturi. Og orð og máliskur til “O veldis Gud” byrjaðu at koma til hann og vórðu skaptir í hjarta hansara –

O store Gud, när jag den värld beskådar,
Som du har skapat med ditt allmaktsord,
Hur där din visdom leder livets trådar,
Och alla väsen mättas vid ditt bord
 

Kanst tú ímynda tær, hvat Boberg kendi, so hvørt sum hann formaði hesi orð? Har var ein slíkur vælsignaður friður eftir tann ógvisliga stormin, at hann ikki kundi annað enn orða hesi friðarorð.
 

Henda yrking, kallað ”Store Gud” (O Veldis Gud) varð almannakunngjørd í 1891 í “Troens Vidnesbyrd”, vikublaðið, sum Boberg ritstjórnaði. Tað varð seinni umsett til týskt. Í 1927 varð tað almannakunngjørt í eini russiskari útgávu.
 

Store Gud “How great thou art” varð umsett til enskt mál av bretska trúboðaranum í Ukraina, Stuart K. Hine. Hann fann onkra útgávu við russiska tekstinum og sang hann til eitt evangeliskt møti saman við konu sínari. Eftir hetta umsetti hann tey fyrstu trý ørindini til enskt mál, sum varð sungið til eitt evangeliskt møti í Onglandi undir fyrra Veraldarbardaga. Hann gav út hesi trý fyrstu ørindini (á bæði enskum og russiskum máli) í 1949 í ”Grace and Peace”, eitt russiskt evangeliskt blað, sum Hine ritstjórnaði. Seinni gjørdi hann fjórða ørindi sum eitt sigurskrift til æviga lívið.
 

Um týdningin av sálminum segði hann: “Tá vit náa himmalska heim okkara, koma vit fult at skilja stórleika Guds, og fara at níga í eyðmjúkari hávirðing og undran, meðan vit siga, “O veldis Gud, so stórbarur tú ert.” Gud gævi satt, at vit øll mega liva soleiðis, at vit eru til reiðar, tá Jesus Kristus kemur aftur at taka ímóti teimum Heilagu. Okkara himmalska heim bíðar okkum, øllum teimum, sum hava móttikið Kristus í lýdni.


Dr. J. Edwin Orr frá Fuller Theological Seminary ber orð fyri at hava borið sálmin til Amerika. Aftaná at hava hoyrt sangin sungnan í Indien, vísti hann framm sálmin fyri ymsum kristnum bólkum og felagskapum í Amerika. Í 1954 kom sálmurin á prent í Amerika.
 

”How Great Thou art” var sungin av George Beverly Shea á London herferðini hjá evangeliska bólki Billy Grahams í 1954. Seinni sang hann sálmin meir enn 100 ferðir til eina vekingarherferð í New York til eina Billy Graham herferð. Hetta gjørdi, at sangurin fekk nýtt lív í Svøríki eins í Amerika og varð givin út í mongum songbókum.
 

Á okkara døgum halda folk í milliónatali kring allan heimin á at syngja henda vakra sangin. Gud havi lov, prís og allan heiður fyri tað, hann er og ger – Skapari alheimsins.

TRÝSTIÐ FYRI AT HOYRA

O Lord my God, when I in awesome wonder
Consider all the worlds thy hands hath made
I see the stars, I hear the rolling thunder
Thy power throughout the universe displayed

Then sings my soul, my Savior God, to Thee
How great Thou art, how great Thou art
Then sings my soul, my Savior God, to Thee
How great Thou art, how great Thou art!

Then sings my soul, my Savior God, to Thee
How great Thou art, how great Thou art
Then sings my soul, my Savior God, to Thee
How great Thou art, how great Thou art!

 

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

I LOVE TO TELL THE STORY

I LOVE TO TELL THE STORY

KATE HANKEY
1834 - 1911


Sálmurin við Alan Jackson

Á føroyskum við Alex Bærendsen

 

Eg elski hesa søgu og Sig mær ta gomlu søgu


Báðir sangirnir vórðu skrivaðir av Kate Hankey. Arabella Katherine Hankey var borin í heim í 1834. Hon vaks upp saman við familju síni í London, men hon var ávirkað av John Wesley og hansara verki. Tá hon var 18 ára gomul skipaði hon fyri einum bíbliubólki fyri gentur á verksmiðjuni. Kate var ein sunnudagsskúlalærari, ið skipaði fyri undirvísing fyri bæði rík og tey uttan pening. Kate hevði stóran áhuga fyri tónleiki og skrivaði ofta løg til sínar yrkingar.

Í 1866, tá Kate hevði rokkið 30 ára aldur gjørdist hon sjúk. Sjúka hennara og í tíðini at koma fyri seg aftur noyddi hana at liggja í songini og meðan, hon lá har, skrivaði hon eina drúgva yrking um lív Kristussar, ið var býtt úpp í tveir partar. Fyrri parturin kallaðist, ”The Story Wanted.” og annar parturin, ”The Story Told.” Hvør parturin hevði 50 ørindir.

Aftaná at vera komin fyri seg las, Major General Russel yrkingina við Altjóða Ráðstevnuna hjá KFUM. Øll gjørdust deyðakvirr, tá hann var liðugur við at lesa yrkingina.

Wiliam Doane, bispur, var millum áskoðarnar og legði lag til fyrra partin av yrkingini. Hesin gjørdist kendur sum sálmurin, ”Tell Me the Old, Old Story.”


William G. Fischer legði lag til seinna partin av yrkingini. Hetta er sangurin, vit í dag nevna sum, ”I Love To Tell the Story.”
”I Love To Tell the Story” kom fyri fyrstu ferð út i eini sangbók í 1869. Sálmurin gjørdist kendur og vælumtóktur sangur hjá Moody og Sankey undir teirra krossferðum.

Kate hevði eitt somikið stórt hjarta fyri missión, at hon seinni doneraði alla hennara inntøku til missiónsarbeiði. Hon tænti sum trúboðari saman við beiggja sínum í Afrika. Kate Hankey kom seg yvir sjúku sína og livdi til hon gjørdist 77 ára gomul og andaðist í 1911.



Hoyrið á føroyskum 

Eg elski hesa søgu
um dýrd sum enn ei sæst
um Jesu stóra kærleik
um lyftisorðið fast.
Eg elski hesa søgu
og veit, at sonn, hon er.
Hon stillar hjartans longsul,
sum einki annað ger.

Eg elski hesa søgu
av himmelhæddum høgum,
ta kæru gomlu søgu,
um Jesu kærleika.

Eg elski hesa søgu,
sum mongum er so kær,
men øðrum sálum fremmand,
og tí má boðast har.
Í himmalshøllum høgum,
eg songin syngja skal
um hesa gomlu søgu,
mær var so dýr og sæl.





Hoyr sálmin - trýst her

1 I love to tell the story of unseen things above:
of Jesus and his glory, of Jesus and his love.
I love to tell the story, because I know ’tis true.
It satisfies my longings as no thing else could do.

Refrain:
I love to tell the story,
’twill be my theme in glory,
to tell the old, old story
of Jesus and his love.

2 I love to tell the story. ’Tis pleasant to repeat
what seems, each time I tell it, more wonderfully sweet.
I love to tell the story, for some have never heard
the message of salvation from God’s own holy word. [Refrain]

3 I love to tell the story, for those who know it best
seem hungering and thirsting to hear it, like the rest.
And when, in scenes of glory, I sing the new, new song,
’twill be the old, old story that I have loved so long. [Refrain]

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sarah Flower Adams, Nearer my God to thee, Nærri mín Gud til tín

Sarah Flower Adams - Nærri mín Gud til tín

 

 

 

 

TRÝST FYRI AT SÍGGJA

TRÝST FYRI AT HOYRA SÁLMIN

Sarah Flower Adams varð borin í heim í Harlow, Essex, í Onglandi 22. februar 1805.


 

Sarah ynskti at gerast leikkvinna, og í 1837 spældi hon Lady MacBeth í eini London-framførðslu, sum fekk nógv sera góð ummæli, men vánalig heilsa noyddi hana at gevast innan hesa vinnugrein. Hon valdi tí at kasta seg yvir skrivilistina ístaðin. Sum limur av eini samkomu við pastor William Johnson Fox, ein Unitar prestur í london, tók hon virknan lut í framleiðsluni av trettan sálmum til ”Hymns of Anthems”, givið út av C. Fox London í 1841. Úr hennara sálmum, er ”Nearer, My God, to Thee” ella Nærri mín Gud til tín og “He Sendeth Sun, He Sendeth Shower.” millum okkara mest kendu sálmar í dag.


Nærri mín Gud til tín” varð skrivaður eftir áheitan frá pastor Fox um at nýta henda sálm sum fylgjusálm til eina talu av Pastor Fox um dreym Jákups úr fyrru Mósebók, kapittul 28. Hann varð sungin til eitt lag smíðað av systur Sarah, Eliza, sum var komponistur og tónleikari. Men sálmurin fekk ikki nakra breiða undirtøku tá, til sálmurin varð settur saman við lagnum hjá Lowell Mason, sum eisini er lagið vit aloftast hoyra til sálmin í dag.


 

Sálmurin kom sostatt frá penni Sarah Flower Adams, ein kvinna, ið var kend sum sjónleikari og høvundur. Sarah Flower varð fødd inn í eitt viðgongt enskt heim í 1805. Pápin var høvundur og ritstjóri av víðgongdum tíðarritum og sat eitt skifti í fangahúsi fyri sín atfinningarsama hugburð mótvegis einum bispi. Sinnisliga sjálvræði varð eyðvitað givið víðari til dóttur hansara, sum varð gift William Adams, treytað av, at hon ikki skuldi taka sær av húsarhalds-skyldunum. William Adams var verkfrøðingur og ein víðgongdur høvundur. Hann og Sarah vórðu gift í 1834. Tey búðu í Essex, til Sarah bert 43 ára gomul doyði av tuberklum.

Best kenda bókmentaliga verk Sarah Adams var eitt drama, ið hálovaði kristnar pínslaváttar; hon hevði eyga fyri tí stórsligna, fyri orðum, ið náddu dýpdirnar, ið nortu vi innastu kenslurnar, sum eisini er sjónligt í sálminum ”Nærri mín Gud til tín.”


 

Um tað ein krossur er, sum lyftir mær, ljóðar tó songur mín:” Frá fyrsta ørindi í hesum sálmi er ein farri av vónloysi, av at liggja lágt, av at vera eina og í mistreysti. Sarah Adams kendi í lívi sínum stór kenslulig sveiggj, m.a tá hon tók sær av og røkti sína av tuberklum raktu systur sína gjøgnum sjúkralegu hennara, sum hon sjálv eisini doyði av 20 mánaðar seinni. Tað krevur álit at trúgva, at undir slíkum truplum umstøðum koma vit Gudi nærri.


 

Sarah Adams nýtir søguna um Jákup úr Bíbliuni og tað at vera eina á eini ferð sum sína íblástrar-keldu. Í Fyrstu Mósebók kapittul 28 er hann staddur langt frá heimi sínum og myrkrið fellur á og hann finnur sær eitt stað at sova millum klettarnar og finnur sær ein stein at hvíla sær høvdið niður á. Tað er meðan hann svevur har, at hann fær ein dreym um ein stiga, ið røkkur upp til Himmals, ein stiga, har einglar ganga upp og niður.


 

Tá Jákup vaknar upp um morgunin, sigur hann; ”»Hvør øgiligur er hesin staður! Her er vissuliga Guðs hús og lið himinsins!«1. Mós. 28,17 Og hann reisti steinin, sum hann hevði sovið á og kallaði staðið ”Betel”, ”Guds hús”.


 

Jákup reisir Betel eftir at hava haft ein kveikjandi dreym. Sarah Adams helt, vit skuldu farið longur, soleiðis at skilja, at tað ikki bert er í teim kveikjandi løtunum, at Gud er at finna, men eisini í teim myrku og hugtungu løtunum.


 

Lagið, sum orkestrið umborð á Titanic eftir øllum at døma spældi til sálmin ”Nærri mín Gud til tín”, varð skrivaður av Lowell Mason, ein amerikumaður, sum kom úr eyðmjúkum korum. Hann arbeiddi seg upp og byrjaði sum búnýtisseljari, arbeiddi hereftir í einum banka, har hann hevði stóran áhuga í amatør-tónleiki. Tónleikalesnaður hansara førdi hann til útnevningina sum kirkjuorganistur og musik stjóri og hann gjørdist seinni ein týðandi mynd innan amerikanskan tónleik úr 19. øld. Hann skrivaði nakrar sálmar úr 1600-talinum, og hevði europeiskan klassiskan tónleik sum sína íblástrarkeldu. Mason varð føddur trettan ár áðrenn Sarah Adams, og livdi 24 ár eftir deyða hennara, eitt lív, sum endaði friðaligt á ogn hansara í Orange, New Jersey í 1872.


 

Orð Adams og lag Masons hava givið okkum ein sálm, sum verður settur høgt og mettur av vera millum allarstørstu yndissangir okkara. Av og á, tá alt kring okkum er svart, kann einasta bøn okkara vera, ”Nærri mín Gud til tín”. Hetta er einfaldasta bønin, men samstundis eisini mest djúptøkna, og sum óteljandi menniskju hava kent, so er tað eisini ein bøn, sum ber okkum ígjøgnum.

Orð: Sarah Flower Adams  
Lag: Lowell Mason
Týtt: Victor Danielsen  
 

1. Nærri, mín Gud til tín,
nærri at tær!
Um tað ein krossur er,
sum lyftir mær,
ljóðar tó songur mín:
Nærri, mín Gud, til tín,
nærri, mín Gud, til tín,
nærri at tær!

2. Tá ið á ferðini
sól fer í kav,
og tá ein steinur bert
hvílu mær gav,
ber meg tó trúgvin mín
nærri, mín Gud, til tín,
nærri, mín Gud, til tín,
nærri at tær!

3. Lat sálareyga mítt
stigan tá sjá,
sum ættarfaðirin
droymandi sá,
stíga lat anda mín
nærri, mín Gud, til tín,
nærri, mín Gud, til tín,
nærri, at tær!

4. Og so við hjartanum
vendum mót tær
vil eg eitt Betel her
upp reisa mær;
ljóða skal songur mín:
Nærri, mín Gud, til tín,
nærri, mín Gud, til tín,
nærri at tær!

5. Tá so mítt eyga teg
einaferð sær,
tá allar ævir eg
búgvi hjá tær,
ljóða skal harpan har,
heima, mín Gud, hjá tær,
heima, mín Gud, hjá tær,
heima hjá tær!

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

My Jesus I love thee

William Ralph Featherston(1848 - 1875)

Trýst á hesa leinkju fyri at hoyra

 Darlene Zchech greiðir frá um sangin hon og Michael W. Smith framføra

 

 

 

 

Um høvundan aftanfyri sangin My Jesus I love thee

Lívið hjá flestum okkara verður ikki ritað inn í søgubøkurnar. Endurminningar og hendingar verða munnliga givin víðari til familjur og vinir og alt of ofta fara hesar í gloymskunnar hav. Soleiðis var tað eisini hjá William Ralph Featerston. Hann varð borin í heim av John og Mary Featherston 24. juli 1846 í Montreal í Kanada, og hann doyði í sama býi stutt undan 27 ára føðingardegi hansara. Lítið meir er kent um stutta lív hansara uttan ta sannroynd, at hann sum 16 ára gamal skrivaði eina kærleiksyrking. Kærleikin hann her bar fram var bæði djúpur og sannur. Orðini í hesi yrking hevur yvirlivað lív Featherstons og verður enn tann dag í dag meira enn øld aftaná bæði lisið og sungið.

”My Jesus, I love thee” varð skrivað sum ein lovprísannaryrking av unga tannáringinum, William Ralph Featherston, ið stutt undan hesum varð umvendur og komin til persónliga trúgv á Jesus Kristus.

Av og á kann tað vera torført og avbjóðandi at fáa álítandi upplýsingar um søguna handan ein ávísan sálm. Hetta var eisini søgan við ein av mest avhildnu sálmum í søgu okkara: ”My Jesus, I love thee.” Vit vita ikki nógv um Featherston, uttan tað at hann var knýttur at metodist-kirkjuni í Montreal.

Tað er ikki fyrr enn fyri fáum árum síðani, at identiteturin á unga sálmayrkjaranum, William Ralph Featherston(1846-1873) gjørdist kendur.

Tað er vorðið greitt frá, at hann vaks til í Kanada og at tað var í Toronto í 1862, at hann gjørdist kristin. Umvendingar-uppliving hansara má hava ávirkað hann serliga nógv, tí stutt eftir hesar lívsbroytandi hendingarnar skrivaði tann bert 16 ára gamli William eina yrking, sum enn tann dag í dag er gevur meining og gleði fyri menniskjum í milliónatali í mongum londum kring heimin.

Nakrir søgufrøðingar hava sagt, at William sendi yrkingina til ættarfólk í Los Angeles og at hon helst harfrá er farin víðari til Onglands, har hon fyrstu ferð kom út á prenti í London Hymnal í 1864, bert 2 ár eftir umvending Williams.

Nøkur ár seinni hevði pastor, Adoniram J. Gordon úr at gera við at savna sangir saman til eina baptist sálmabók í Boston, Massachusetts. Í samband við hetta gjørdist hann varur við yrkingina ”My Jesus I Love Thee.” í The London Hymnbook. Hann var kortini ikki serliga bergtikin yvir tónlistaliga avrikið.

Adonira J. Gorden var ein sannur meistari til piano-leik, so hann fann onnur løg at seta til yrking Featherstons, løg, sum seinni hava borið orð Williams víðar út um allan heim.

Fygjandi frásøgnin um, ”My Jesus I Love Thee”, sum kendi missións-tónleikarin hjá Dwight L. Moody, Ira D. Sankey  ofta hevði á máli, hon kemur her:

”Ein kend leikkvinna kom gangandi eftir vegnum og kom framvið einari opnari hurð, har hon sá eina avlamna kvinnu liggja á eini sofu og hyggja eftir fólkunum, ið gingu framvið. Við ynskinum at ugga hesa gentu fór hon innum. Sjúka gentan var ein holl og trúgv kristin kvinna.

Leikkvinnan gjørdist hugtikin av orðavalinum, tolseminum, trúskapinum, tí himmalsku vónini og hátturin, hon livdi sum kristin og hon fór álvarsliga at hugsa um kristindómin. Hon varð umvend og gjørdist ein sannur eftirfylgjari av Kristusi.

Hetta fortaldi hon faðiri sínum, ið var leiðari fyri sjónleikarabólkin, um sína umvending og sannføring sína, at hon ikki longur kundi halda á sum leikkvinna við sínum nýggja lívið. Faðirin gjørdist uppøstur og skelkaður og royndi at tosa henni frá sínum og minti hana á, at hetta var livibreyð teirra og at tey við hesum kundu missa lívsgrundarlag teirra. Eftirsum hon helt nógv av faðiri sínum gekk hon við til at sínar leikkvinnu-skyldur sum leikkvinna í hesum leiki, ið skuldi førast fram fáar dagar seinni, og har hon sjálv hevði høvuðsleiklutin.

Kvøldið fyri framførsluna rann upp og hon spældi sín leiklut væl og faðirin gleddi seg fyri at hava vunnið dóttrina aftur, so tey ikki spældu av við inntøkukeldu teirra. Men stutt eftir lokið spæl – trein hon avgjørd fram á pallin aftur alt meðan lógvabresturin enn rungaði. Tá friður var komin á tilhoyrarnar herdi hon mál sítt og mælti:

‘My Jesus, I love Thee, I know Thou art mine;
For Thee all the follies of sin I resign;
My gracious Redeemer, my Savior art Thou;
If ever I loved Thee, my Jesus, ‘tis now.’

Gjøgnum Kristus hevði hon sigrað. Síðani fór hon av pallinum fyri aldri aftur at venda aftur har. Men gjøgnum alt lat faðirin seg eisnini umvenda og gjøgnum teirra felags evangeliska arbeiði eftir hetta komu mong til trúgv á Kristus.

 

Mín Jesus eg elski teg
Mín Jesus eg elski Teg, og tí frá í dag
eg vil Tú skalt reka mær hvønn syndhug avstað.
Mín náðigi dómari, mín Frelsari ert Tú,
um fyrr eg ei kendi Teg, so elski eg Teg nú!

2. Tú fyrstur við kærleika ert komin til mín,
og størstan mær tókti hann við krossdeyðan Tín;
við sigrandi krúnu í deyðan gekst Tú,
um fyrr eg ei kendi Teg, so elski eg Teg nú!

3. Og nú vil eg elska Teg í lívi og deyð',
og lovsong Tær syngja hátt, Tín náði mær beyð;
eg teska vil til Tín við deyðans kalda blund:
Mín Jesus, eg elski Teg nógv mest í hesi stund!

4. Ja, einaferð skal eg Teg so klároygdur sjá,
og sigursins krúnu Tú manst geva mær tá,
eg syngi tá sælur í Himnanna bú:
Eg havi ei, Jesus mín, Teg elskað sum nú!

W. R. Featherston/Johs. Andr. Næs týddi

 

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Trygvi Bjerkheim, Der er magt i de foldede hænder

Der er magt i de foldede hænder

Trýst á hesa leinkju fyri at hoyra

 

 

Vi lata her høvundan, Trygve Bjerkheim sjálvan greiða frá, hvussu hesin sálmur varð til.

 

Fyri nøkrum árum síðan sat eg í Forbundshallen í Oslo ein sunnudags fyrrapart og hoyrdi ein ungan trúboðara tala. Ein setningur, sum hann nýtti, skrivaði eg niður. ”Den stærkeste supermagt i verden til enhver tid, det er fronten med de små foldede hænder.”

 

Lítla pyntaða kortið við hesari orðing sat í mínum franska nýggja testamenti, og seinni varð eg støðugt ámyntur um hesi orð við at síggja tey um og umaftur. Eg ynskti mær at skriva ein sang um hesa orðing. Sostatt koyrdi hetta uttan íhald runt í mínum sinni.

2 – 3 ár seinni, ella kanska var tað 4, vaknaði eg eina náttina og kom til at hugsa um orðini ”Den stærkeste supermagt” - de foldede hænder. Og setningin ”Der er magt i de foldede hænder.”

 

Eg hevði 2 ørindi. Eg var nærum liðugur við sangin, tá eg tendraði ljósið og skrivaði tað niður. Hesi ørindi vórðu seinni prentað sum ein lítil yrking í árbókini hjá Missionsforeningen í 1955: ”Dybere ned”. Tey hóska væl til forsíðuna – ein lítil kinversk genta, sum stendur við boygdum høvdi, meðan hon heldur saman hendur í bøn.

Tá henda bókin kom til Dronningborg College í Grimstad í byrjanini av 1956, legði lærar, Haugen merki til hesa lítlu yrking, og beinanvegin fann han eitt lag, sum hóskaði til yrkingina. Hetta lagið gjørdi yrkingina kenda. Men sangurin hevur 3 ørindi. Eitt sindur seinni kemur ein pensioneraður yvirmaður hjá Frelsunarherinum, oberst Linderud, inn á skrivstovu mína í Mollergata 19.

 

Hann segði seg vera blivin sera glaður fyri yrkingina, og at hann hevði skrivað eitt lag til hetta. So spurgdi hann, um hann kundi fáa loyvi til at nýta tekstin úr yrkingini til sangin. Sjálvandi fekk hann tað, men so skoytti hann upp í: ”Kona mín og eg kundu ynskt okkum, at tú skrivaði eitt ørindi afturat, har tú tekur foreldrini við, sum byðja fyri børnum sínum.” Eg lovaði at royna. Tá hann var farin, skrivaði eg eitt nýtt ørindi: ”Du, der beder for dit barn, dine kære...”

 

Oberst Linderud kom framvið aftur nakrar dagar seinni og fekk tá hetta nýggja ørindi. Tað var síðstu ferð, eg sá henda serstaka mann. Stutt eftir hetta var hann saman við konu síni og vitjaði gamlar vinir í Egersund.

 

Áðrenn hann skuldi fara avstað aftur til eitt møti í samfelagshúsinum seinni hetta kvøldið, sat hann og hvíldi seg eina løtu í djúpa lenistólinum. Bráddliga fall høvd hansara afturá, og hann andaðist. Eftir gravarferðina varð hildin ein stór minnisløta, har sangurin varð sungin við hansara lagi.

Hoyr her:
 Det der makt i de foldede hender,
i seg selv er de svake og små.
Men mot allmaktens Gud du dem vender,
han har lovet at svar skal du få.

Det er svar undervegs, engler kommer med bud.
Om det drøyer, det fram dog skal nå.
For det lovet jo løftenes trofaste Gud:
Kall på meg, og du hjelpen skal få.

Du som ber for ditt barn, dine kjære,
er i forbønn fra år og til år.
Om du tålmodets lekse må lære,
himlens bønnesvar engang du får.

Det er makt i de foldede hender,
når i Frelserens navn du får be.
Og en gang, når du livsløpet ender
hvert et bønnesvar klart skal du se.

 

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Asian Outreach. David Wang. Send mær eina Bíbliu

Send mær eina Bíbliu. David Wang

Send mær eina Bíbliu.

 

Ein kinesiskur lækni skrivaði til Asian Outreach og bað um eina Bíbliu. Asian Outreach er eitt virksemi, sum arbeiðir í Hongkong, og haðani skrivar David Wang:

Tá ið vit komu til Kina, leitaðu vit henda mannin upp. Hann var yvirlækni á einum sjúkrahúsi og limur í kommunistaflokkinum. Tá ið vit komu inn á skrivstovu hansara, skrivaði hann beinanvegin sín privata bústað niður á ein pappírslepa.

 

Ikki nú, ikki nú, men komið heim til mín í kvøld,” segði hann.

Um kvøldið komu vit til bústað hansara. Eftir kinesiskum mátistokki var hetta eitt ógvuliga fínt heim. Hann hevði konu og tvey børn - og var altso gudloysingur og yvirlækni. Og hann vildi hava eina Bíbliu?!

 

Læknin greiddi frá: “Eg havi ongantíð sæð Gud. Eg havi ongantíð verið í einari kirkju ella sæð eina Bíbliu. Men nú trúgvi eg. Fyri nøkrum mánaðum síðani varð ein kona send higar. Hon hevði verið fyri einari vanlukku heima á bóndagarðinum. Ein stórur steinur var dottin niður og hevði knasað bringu hennara. Mær nýttist bara at kveita at henni fyri at síggja, at her fingu vit einki gjørt. Rivjabeinini stungu bæði úteftir og inneftir. Hon bløddi illa og spýði blóð. Hóast alla útgerð okkara var einki, sum vit kundu gera. Kortini tók eg hana inn í røntguna at fáa myndir við í sjúkrajournalina. Tá sá eg, at nøkur rivjabein enntá stungu ígjøgnum annað lungað. Eg gav henni heilivág fyri pínu og legði hana í eina song. Tá hoyrdi eg hana siga okkurt. Mong ymisk ljóð hevði eg hoyrt frá doyggjandi menniskjum; men hetta var nakað heilt annað. Meðan hon lá har við ongum viti, teskaði hon: “Jesus, bjarga mær! Jesus, bjarga mær!”

Eg fór til hús og át døgurða og hugsaði ikki meira um konuna. Men morgunin eftir, tá ið eg kom á sjúkrahúsið, gekk eg fram við songini hjá konuni. Har sá eg hana sita uppi undir sær við einari stórari skál við rísi og eta við góðum matarlysti! Eg gjørdist púra skelkaður.

“Hvat er tað, tú gert?” rópti eg. Hon gjørdist bangin og rætti mær rísið - meðan hon greiddi mær frá, at ein sjúkrahjálpari hevði givið henni matin - men um hon ikki slapp at eta hann, kundi eg bara taka hann!

 

Eg kannaði fyrst navn hennara. Tað var rætt. Eg hugdi eftir nummarinum. Tað var rætt. Eg kannaði eftir, hvaðani hon kom, og hvar hon arbeiddi. Tað VAR sama konan!

Skelkaður dró eg hana inn í røntguna og tók nýggjar myndir. Tá sást, at hvørt einasta bein í bringuni á henni var fullkomiliga lekt. Og lunguni vóru púra heil.

“Eg havi ongantíð sæð Gud, ongantíð verið í kirkju, ongantíð sæð eina Bíbliu; men nú trúgvi eg. Nú havi eg sæð Guds almakt. Hann livir og er mektigur!”

“Under i Øst”.

E. Campbell umsetti.

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kom, í dag, um tú hoyrir rødd hansara

Kom

 

Í dag, um tú hoyrir rødd hansara...

Ein Harrans tænari sigur frá hesari hugtakandi hending frá sínum gerningi fyri Gud:

“Eg vitjaði einaferð ein eldri arbeiðsmann, sum segði, at hann væl visti, hví eg kom til hansara: eg vildi siga honum, at hann skuldi umvenda seg. Hann var greiður yvir, at einaferð mátti hann gera álvara av at venda um; men enn hevði hann ongan rættiligan hug havt at gjørt tað.”

 

Tá ið eg spurdi hann, hvat hann helt mundi vera hin veruliga orsøkin til, at hann ikki kundi gera av at blíva ein Jesu eftirfylgjari, viðgekk hann reiðiliga, at hann hevði ein sterkan hug til rúsandi drykkir, sjálvt um tað ikki hendi ofta, at hann beinleiðis var fullur. Hann skilti, at hetta vildi Harrin hava hann burturfrá, um hann yvirgav seg til hansara, og tí hevði hann heldur viljað útsett umvendingina.

 

Meðan vit tosaðu saman, segði hann mær, at Gud sjálvur fleiri ferðir hevði kallað so álvarsliga á hann, at hann hevði skilt, at nú mátti tað vera; men altíð hevði hann skumpað tað frá sær aftur. Fyrstu ferð vórðu hestarnir, sum vóru spentir fyri ein tungan arbeiðsvogn, sum hann koyrdi, blivnir stygdir, og teir runnu avstað í øði. Hann var dottin úr vogninum og var yvirkoyrdur. Tað stóð enn fyri honum sum eitt undur frá Gudi, at hann var komin fyri seg aftur aftan á hetta.

 

Aðru ferð gekk hann eitt myrkt heystkvøld í mjørka tvørtur um ein bø. Hann misti ættarskilið og kom tætt til eitt stað, har jarnbreytin gekk niður í eitt djúpt gil. Hetta sá hann ikki og fór á bólt oman brekkuna. Her datt hann so illa, at hann slerdi høvdið hart móti jarnbreytini, og slagið var so dygt, at hann fall í óvit og varð liggjandi tvørtur um jarnbreytina.

 

Tá ið hann fekk vitið aftur, føldi hann seg ógvuliga ússaligan og veikan og orkaði ikki at flyta seg úr stað. Beint aftaná hoyrdi hann týðiliga tað kenda ljóðið av einum toki, sum nærkaðist, og tá ið hann snaraði høvdinum eitt sindur, sá hann ræðslusligin heilt skilliga lyktirnar á lokomotivinum nakað burtur frá sær.

 

Óttin gav honum so mikið av megi, at hann fekk strevað seg eitt sindur til viks burtur frá jarnbreytini, og nú rullaði hann niður í veitina hinumegin jarnbreytina og varð liggjandi. Í somu stund súsaði tokið framvið. Aftur fall hann í óvit, og ikki fyrr enn einar tveir tímar seinni varð hann funnin av einum manni, sum arbeiddi á jarnbreytini, blóðdálkaður og stívur í kulda. Aftur var hann á undurfullan hátt frelstur frá tí annars so vissa og neyðarsliga deyða.

 

Triðju ferð, Guds kall hevði ljóðað til hansara, var, tá ið ein av sonum hansara varð borin illa særdur til hús. Hann hevði saman við nøkrum vinmonnum klintrað í einum grótbroti og var dottin oman. Í mánaðir stóð um lív hjá dronginum, og hjørtuni í foreldrunum høvdu pínst svárliga, til hann at enda gjørdist frískur.

 

Alt hetta segði hesin maður mær, og so endaði hann við hesum orðunum: “Allar hesar ferðirnar hevði eg eina vissa fatan av, at Gud kallaði á meg og vildi hava meg at venda um. Enn er tað ikki hent; men eg geri tað óivað einaferð.”

Eg tosaði leingi og álvarsliga við hann, um hvussu hættisligt tað er at útseta eina so umráðandi søk, og at tað kundi blivið ov seint. Maðurin nikkaði góðsliga til alt, eg segði; men eg merkti skilliga, at fullur álvara vantaði í sinni hansara. Eg sá hann enn einar tvær ferðir; men alt var framvegis sum vant.

 

Um leið eitt ár eftir hesa samrøðu kom burturferð hansara frá hesi jørð. Tað var eitt kvøldið, tey hildu eina familjuveitslu í heimi hansara, og hann hevði drukkið meir enn vant. Tá ið hann var farin til songar, fekk hann astma, sum hann ofta leið av, og tí fór hann fram á gólv at lata eitt vindeyga upp fyri betur at kunna fáa luft. Her man hann hava toygt seg ov langt út, tí hann fór eftir høvdinum niður í túnið, og seinni um náttina fann ein náttarvakt hann knústan niðri á gøtuni. Gud hevði altso kallað til fánýtis.

 

“Tí er tað eins og heilagi andin sigur: Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara.” Hebr. 3,7-8.

Effie Campbell umsetti.

START

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

You are special, max lucado

You are special

TÚ ERT OKKURT HEILT SERLIGT
 

Kina-trúboðarin John Bentley gav øllum børnunum á einum kinesiskum barnaheimi bókina hjá Max Lucado, sum æt “You are Special”. Í Kina taka tey dreingir fram um gentur. Røsk smábørn eru hægri í metum enn ússalig. Sannleikin er tann, at børn, sum eru talu- ella hoyrnarbrekað hava ógvuliga smáar møguleikar at fáa eina sunna og virkna tilveru. Allur boðskapur, sum tey fáa úr søguni og mentanini, ljóðar: Tú hevur einki at týða.

 

Í bókini hjá Lucado verður greitt frá Punchinello, einum trædrongi í einari bygd við træfólki. Bygdarfólki setti stjørnur á “vinnarar” og blettir á “taparar”. Punchinello hevði so nógvar blettir, og fólk góvu honum blettir uttan nakra orsøk. Men tá ið hann hitti Eli, sum hevði gjørt hann, staðfesti Eli, at hann skuldi einki leggja í, hvat ið onnur hildu um hann. “Eg skapti teg,” segði Eli, “og eg geri einki mistak.” Slík orð hevði Punchinello aldri hoyrt áður. Men tá ið hann gjørdi, sum Eli segði, fóru blettirnir at detta av Og tá ið børnini á barnaheiminum hoyrdu hesi orðini, fór teirra heimur at broytast.

 

John Bentley skrivar, hvussu tað var at lesa søguna fyri hesum børnum, og hvussu ómetalig ávirkanin var á tey, sum sótu og mest sum svølgdu hvørjum orði: “Tá ið tað gjøgnum lesturin gjørdist teimum greitt, at tey vóru okkurt serligt, rætt og slætt av tí at tey vóru skapt av einum kærleiksfullum skapara ... fóru øll at gráta – eisini lærarar teirra. Tað var sterkt.”

 

Lat Bíbliu tína upp í dag, har fært tú Guds meining um teg og bygg síðani lív títt á hana. Tað er einasta meiningin, sum hevur nakað at siga! Harrin sigur: “Tí at um so fjøllini vikast, og heyggjarnir ridla, skal tó kærleiki mín ikki frá tær víkja...” Jes. 54,10

HEIM

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


 

TRUMMUSLÁARIN

TRUMMUSLÁARIN, SUM LÁ AT DOYGGJA

TRÝST Á HESA LEINKJU FYRI AT HOYRA/SÍGGJA

Frásøgn um hvussu ein jødi gjørdist kristin

 

 

 

Tvær ella tríggjar ferðir rørdi Gud í náði síni við hjarta mítt, og tvær ferðir undan míni umvending var eg djúpt gripin av tí.

 

Undir tí amerikanska borgarastríðnum var eg lækni í herinum hjá Sameindu Státunum, og eftir bardagan við Gettysburg lógu nógvir hundrað hermenn á mínum sjúkrahúsi. Teirra millum vóru 28 so álvarsliga særdir, at teir beinanvegin máttu fáa hjálp. Summir máttu fáa beinið tikið av, summir ein arm og aðrir bæði bein og arm. Ein teirra hevði bert verið í tænastu í tríggjar mánaðir, og av tí at hann var ov ungur at verða hermaður, var hann blivin trummusláari.

Tá ið hjálparlækni mín ætlaði at doyva hann undan skurðviðgerðini, snaraði hann andlitinum burtur og sýtti avgjørdur á málinum. Tað varð greitt honum frá, at hetta vóru boð frá læknanum; men hann segði: “Sendið boð eftir honum!”

 

Tá ið eg kom yvir til songina, spurdi eg: “Hví vilt tú ikki hava doyving? Tá ið eg fann teg á vígvøllinum, vart tú so illa farin, at eg helt, at tað mundi neyvan loysa seg at taka teg upp; men tá ið tú lætst tíni stóru bláu eygu upp, kom eg at hugsa um, at tú kanska átti eina mammu onkustaðni, sum í hesi løtu hugsaði um son sín. Eg helt ikki, tú skuldi doyggja úti á vígvøllinum, og eg gav boð um, at tú skuldi verða fluttur higar; men tú hevur mist so nógv blóð, at tú ert ov veikur at tola eina skurðviðgerð og ikki verða doyvdur, tí er best, at tú verður doyvdur.”

 

Hann tók í hondina á mær, hugdi at mær og segði: “Læknin, ein sunnudag seinnapart í sunnudagsskúlanum, tá ið eg var um leið níggju ára gamal, gav eg Kristusi hjarta mítt. Tá lærdi eg at líta á hann og havi altíð gjørt tað síðani. Eg veit, at eg kann líta á hann eisini nú. Hann er mín stuðul og kraft, og hann styðjar meg, meðan tygum skera í meg.”

 

So spurdi eg, um eg kundi geva honum eitt sindur av konjakki.

 

Men nú hugdi hann aftur at mær og segði: “Læknin, tá ið eg var um leið fimm ára gamal, fall mamma eitt kvøldið á knæ undir liðini á mær, sló armarnar um meg og segði: “Charlie, eg biði Jesus um, at tú ongantíð mást leggja tunguna á sterkan drykk. Pápi tín doyði sum drykkjumaður og fór í grøvina hjá einum drykkjumanni, og eg bað Gud um, at um tað var vilji hansara, at tú skuldi gerast vaksin, at tú so mátti ávara ungar menn móti “tí beiska steypinum”.

 

Eg eri nú 17 ár; men eg havi ongantíð lagt tunguna á nakran sterkari drykk enn te ella kaffi, og tá ið eg nú eftir øllum at døma fari at nærkast Gudi, vilja tygum so senda meg til hansara við alkoholi í mær?”

 

Tað eygnabráið, hann sendi mær, gloymi eg ongantíð. Ta ferðina hataði eg Jesus; men eg virdi trúskapin hjá hesum unga manninum ímóti sínum Frelsara, og tá ið eg sá, hvussu hann elskaði og leit á hann til tað síðsta, var tað okkurt, sum rørdi hjarta mítt. Eg gjørdi fyri hann tað, eg ongantíð havi gjørt fyri nakran annan hermann - eg spurdi, um hann vildi síggja herprestin. “Ja!” varð svarið.

 

Tá ið R. prestur kom, kendi hann beinanvegin Charlie frá tjaldfundunum, har hann ofta hevði sæð hann, og í tí hann tók í hondina á honum, segði hann: “Nú, Charlie, eg eri sorgarbundin um at síggja teg í hesi álvarsomu støðu.”

 

“Á, eg havi tað gott,” svaraði hann. “Læknin skuldi doyva meg; men tí sýtti eg fyri. So skuldi hann geva mær konjakk; men tí sýtti eg eisini fyri, so at eg kann vera heilt klárur, tá ið Frelsari mín kallar meg.”

 

“Kanska doyrt tú ikki,” segði prestur, “men um Harrin skuldi kallað teg heim, er tað so okkurt, eg kann gera fyri teg, tá ið tú ert farin?”

 

“Ja, gerið so væl at stinga hondina inn undir koddan og takið mína lítlu Bíbliu. Í henni finna tygum bústaðin hjá mammu mínari. Gerið so væl og sendið henni hana og sigið henni, at síðani tann dag, eg fór heimanífrá, havi eg hvønn einasta dag lisið úr Guds orði og biðið um, at hann vildi signa mína kæru mammu - um eg var á hergongu, á vígvøllinum ella á sjúkrahúsinum.”

 

“Er tað okkurt annað, eg kann gera fyri teg?” spurdi prestur.

 

“Ja, skrivið til fyristøðumannin fyri sunnudagsskúlanum í Brooklyn og sigið, at tey góðu orðini, tær mongu bønirnar og góðu ráðini, hann gav mær, ongantíð eru vorðin gloymd, men hava fylgt mær í øllum vanda. Og nú í míni síðstu stund biði eg Frelsara mín vælsigna mín kæra sunnudagsskúlalærara.”

 

Tá ið prestur var farin, vendi Charlie sær móti mær og segði: “Læknin, nú eri eg til reiðar, og eg lovi, at eg ikki so mikið sum skal eymka meg, meðan tygum taka arm og fót av, bara eg sleppi undan at fáa doyving.”

 

Tað lovaði eg; men eg hevði ikki dirvi at taka knívin í hondina og fara undir hesa skurðviðgerðina, fyrr enn eg hevði verið inni í einum øðrum rúmi og tikið okkurt at styrkja nervarnar við, so eg fekk gjørt skyldu mína.

 

Tá ið eg hevði gjørt tey fyrstu kutini, eymkaði Charlie Coulson seg ikki; men tá ið eg skuldi saga beinið av, stakk hann hornið á koddanum í munnin, og alt, eg hoyrdi hann siga, var: “Á, Jesus, kæri Jesus, ver hjá mær nú!” Hann helt sítt lyfti og eymkaði seg ikki.

 

Ta náttina fekk eg ikki blund í eyguni, tí hvar eg vendi mær, sá eg hesi mildu, blíðu eyguni, og tá ið eg læt eyguni aftur, var tað, sum hesi orðini ljóðaðu í oyrum mínum: “Á, Jesus, kæri Jesus, ver hjá mær nú!”

 

Millum klokkan tólv og eitt fór eg upp og yvir á sjúkrahúsið. Tað hevði eg ongantíð gjørt fyrr, uttan so at eg var serliga boðsendur; men eg hevði eitt inniligt ynski at síggja hann. Tá ið eg kom, fekk eg at vita frá náttarvaktini, at 16 av teimum, sum vóru so illa særdir, vóru deyðir og bornir niður í kapellið.

 

“Hvussu gongur við Charlie Coulson, er hann millum teir deyðu?” spurdi eg.

 

“Nei,” svaraði náttarvaktin, “hann svevur so væl sum eitt lítið barn.”

 

Tá ið eg kom yvir til songina, segði sjúkrasystirin, at um leið klokkan níggju komu tvey frá U.S.-kristiliga felagnum gjøgnum sjúkrahúsið at lesa og syngja ein sang. Tey vóru saman við R. presti, sum fall á knæ við songina hjá Charlie Coulson og bað eina inniliga og hjartaliga bøn, og meðan tey enn lógu á knæ, sungu tey tann besta av øllum sangum: “Jesus elskar meg, á ja,” og Charlie sang eisini við. Eg fataði ikki, hvussu hann, sum hevði tolað slíka ræðuliga pínu, fekk sungið.

 

Fimm dagar seinni sendi hann boð eftir mær, og tað var frá honum, eg hoyrdi ta fyrstu evangelisku prædikuna.

 

“Læknin,” segði hann, “mín tími er komin. Eg vænti ikki at síggja næsta sólarris; men eg takki Gudi, tí eg eri til reiðar, og áðrenn eg doyggi, má eg eisini takka tygum av øllum hjarta mínum fyri tygara góðsku móti mær. Tygum eri jødi, tygum trúgva ikki á Jesus. Vilja tygum verða her og síggja, meðan eg doyggi, í tí at eg líti á mín Frelsara til mína síðstu løtu?”

 

Eg royndi at verða; men eg kundi ikki, tí eg hevði ikki dirvi at síggja ein ungan kristnan mann doyggja, meðan hann frøddi seg í Jesu kærleika, honum, sum eg var upplærdur at hata. Eg fór skundisliga úr rúminum, og um leið 20 minuttir seinni fann ein sjúkrahjálpari meg á skrivstovu míni, har eg sat og fjaldi andlitið í hondunum.

 

Hann segði: “Læknin, Charlie Coulson vil fegin síggja tygum.”

 

Eg svaraði, at eg beint nú hevði verið hjá honum og mær ikki nýttist at síggja hann aftur.

 

“Men hann sigur, at hann má síggja tygum eina ferð enn, áðrenn hann doyr.”

 

Nú gjørdi eg av at fara inn til hansara, siga eitt blídligt orð og so lata hann doyggja. Eg var avgjørdur í, at einki av tí, hann segði, skuldi fáa nakra ávirkan á meg, í minsta lagi ikki tað, sum viðveik hansara Jesusi.

 

Tá ið eg kom inn til hansara, sá eg, at hann versnaði skjótt, og eg setti meg við songina. Hann tók í hondina á mær og segði: “Læknin, eg elski tygum, tí tygum eri jødi. Tann besti vinurin, eg havi havt í hesum heimi, var jødi.”

 

Eg spurdi hann, hvør ið tað var, og hann svaraði: “Jesus Kristus, sum eg ynski at gera tygum kendan við, áðrenn eg doyggi. Og vilja tygum lova mær, at tygum ongantíð gloyma tað, eg nú sigi tygum?”

 

Tað lovaði eg, og hann segði: “Fyri fimm døgum síðani, meðan tygum skóru meg, bað eg tann Harra Jesus frelsa sál tygara.”

 

Hesi orðini gingu mær djúpt at hjarta. Eg dugdi ikki at fata, hvussu hann í tí ræðuligu pínu, sum eg voldi honum, kundi gloyma seg sjálvan og bert hugsa um Frelsara sín og mína óumvendu sál.

 

Alt, eg fekk sagt, var: “Ja, nú fert tú skjótt at fáa tað gott.” Við hesum orðum fór eg frá honum, og tjúgu minuttir seinni sovnaði hann burtur.

 

Nógvir hermenn doyðu á mínum sjúkrahúsi í bardaganum; men eg fylgdi bert einum til gravar, og tað var Charlie Coulson, trummusláaranum. Eg reið tríggjar enskar míl at kunna vera við til jarðarferðina. Eg fekk tey at lata hann í ein nýggjan hermannabúna og leggja hann í eina offiserskistu, og síðani varð flaggið hjá Sameindu Státunum breitt útyvir.

 

Síðstu orð hansara høvdu stóra ávirkan á meg. Tá var eg ríkur; men eg hevði fegin givið hvørt oyra, eg átti, um eg kundi kent tað sama, sum Charlie gjørdi; men tann kenslan fæst ikki fyri pengar.

 

Eg gloymdi skjótt ta lítlu prædikuna hjá mínum kristna hermanni; men Charlie gloymdi eg ikki. Eg veit nú, at eg ta ferðina var bergtikin; men eg stríddist ímóti Kristusi í næstan tíggju ár við øllum hatrinum hjá einum rætttrúgvandi jøda, til bønin hjá trummusláaranum at enda varð svarað, og Gud frelsti sál mína.

 

Um leið 18 mánaðir eftir umvending mína, var eg eitt kvøldið á møti í Brooklyn. Tað var eitt av hesum møtunum, har tey kristnu vitna um góðskuna og kærleikan hjá Frelsaranum.

 

Tá ið fleiri høvdu tosað, fór ein eldri kona á føtur og segði: “Kæru vinir! hetta er kanska síðstu ferð, at eg fái høvi at vitna um Kristus. Tað er ein stór gleði at vita, at eg skal møta soni mínum í Himlinum hjá Jesusi. Hann var ikki bert hermaður fyri land sítt, men eisini ein hermaður fyri Kristus. Hann varð særdur við Gettysburg, og ein jødiskur lækni viðgjørdi hann. Hann tók arm og fót av honum; men hann doyði fimm dagar eftir skurðviðgerðina. Presturin í herdeildini skrivaði mær eitt bræv og sendi mær Bíbliu hansara. Í brævinum stóð, at hann í síni síðstu stund hevði sent boð eftir tí jødiska læknanum og sagt við hann: “Læknin, áðrenn eg doyggi, ynski eg at siga tygum, at fyri fimm døgum síðani, meðan tygum skóru í meg, bað eg tann Harra Jesus frelsa sál tygara.”

 

Tá ið eg hoyrdi vitnisburðin hjá hesi gomlu konuni, fekk eg ikki sitið stillur longur. Eg fór úr sessi mínum tvørtur um salin, tók um hendur hennara og segði: “Gud signi tygum, kæra systir! Bønin hjá soni tygara er hoyrd og svarað. Eg eri hin jødiski læknin, sum Charlie bað fyri, og hansara Frelsari er nú mín Frelsari.”

HEIM

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

AT DREKKA SIGNINGAR ARONITISKA SIGNINGIN

HOYR ARONITISKU SIGNINGINA SUNGNA Á:


NORSKUM 

ENSKUM 

HEBRAISKUM

 

 

 

 

Betty From Jensen

Á fløskuni við drekkivatni, sum eg beint nú havi keypt, stendur

baraka”. Tað er eitt arabiskt orð, sum merkir ”signing”.

Tey fýra árini, eg búði í Cairo, var tað ein frálík heilsan at fáa

tær nógvu ferðirnar, vit noyddust at keypa drekkivatn í fløskum.

Tað var lívsneyðugt við vatni – tað merktu vit serliga í tí heita

veðurlagnum í Egyptalandi. Eina sovorðna fløsku við einum ½

ella einum heilum lituri av vatni drakst tú skjótt! Og so drakst tú

enntá ”signing”!



At drekka signing – tað er at liva við Harrans signing og at hava

hana við á ferðini gjøgnum tilveruna sum nakað lívsneyðugt. Tað

er tað, sum Gud bjóðar okkum í hvørji gudstænastu, har signingin

ljóðar niður yvir okkum.

Tann aronitiska signingin fatar um okkara ynski bæði fyri nútíð

og framtíð. Signingin hoyrir saman við Guds andliti – at hann letur

tað ”lýsa yvir teg” og ”lyftir upp ásjón (t.e. andlit) sína yvir teg”.

Tað er ein mynd upp á høvdingan, sum situr við bendum høvdi

og lurtar, tá ið hin fremmandi sleppur at stíga fram fyri hann við

ynskjum sínum.

 

Aronitiska signingin er í trimum liðum og ber fram ynski um

at verða varðveittur frá øllum óndum, um Guds náði og um Guds

frið.

 

Signingin fatar um

- viðurkenning: at geva onkrum signing sína er ein viðurkenning,

hóast tað sum er hent

- styrki: signing Guds er ein serlig kraft ella styrki, ein kelda,

sum vellir fram úr Kristusi

- fylgi: signingin er lyfti um Guds nærveru uttan mun til, hvat ið

hendir, og ein livandi vón, sum fylgir okkum nú og allar dagar.

 

Harrin vælsigni teg og varðveiti teg!

Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!

Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið!

4. Mós. 6,23-26.


THE BLESSING   &   Á HEBRAISKUM

 

Mátti tað verði so, at vit eisini framyvir drekka signing!
 

HEIM

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

EIN JÓLAHEILSAN

EIN JÓLAHEILSAN

 

TRÝST FYRI AT HOYRA

"SAVIOUR, LIKE A SHEPHERD LEAD US"

 

 

 

 

 

 

EIN JÓLAHEILSAN

Hin víðagitni trúboðarin Dwight Moody, sum á ein heilt serligan

hátt varð brúktur av Gudi (1837-1899), hevði altíð við

sær ein av Gudi salvaðan sangara. Hann æt Ira Sankey(1840-1908). Tað verður

sagt um hann, at hann sang líka mong inn í himmalin, sum

Moody prædikaði inn í himmalin.


Eitt árið sjálvan jólaaftan var Mr. Sankey umborð á einum

dampbáti, sum sigldi niðan eftir Delaware River. Nógv ferðafólk

vóru komin saman uppi á dekkinum, og tá ið Mr. Sankey eisini

stóð teirra millum, varð hann biðin at syngja. Hann suffaði

upp til Guds at hjálpa sær at velja tann rætta sangin – og

beinanvegin hugdi hann upp móti tí klára himlinum og skar í:
 

„Saviour, like a Shepherd lead us,
much we need Thy tender care!“


 

Ein undurfullur friður fall niður yvir øll, tá ið hin vakra

røddin bar orðini út yvir dekkið og ta stillu ánna. Øll vóru so

rørd.


Eftir sangin kom ein maður fram og spurdi Mr. Sankey:

Hevur tú nakrantíð gjørt hertænastu í Union Army?“

Tá ið Mr. Sankey játtaði, helt maðurin á: „Minnist tú, at tú

helt vakt eitt klárt mánalýsiskvøld í 1862?“

Eisini hesum játtaði Mr. Sankey. Tá segði hin fremmandi

maðurin: „Eg var eisini í herinum júst um somu tíð, men í

hinum partinum – í Confederate Army. Og tað kvøldið, tú

stóðst á vakt, var eg eisini har í somu ørindum, og eg sá teg, og

eg lyfti byrsuna móti tær og skuldi skjóta teg. Tú stóðst mitt í

ljósinum frá fullmánanum, meðan eg lá fjaldur í skugganum.

Beint tá ið eg skuldi toga í stillipinnin, lyfti tú høvdinum móti

himli og fór at syngja hin vakra sangin:
 

„Saviour, like a Shepherd lead us,
much we need Thy tender care!“

 

Tá ið eg hoyrdi hetta, gjørdist tað ómøguligt hjá mær at
skjóta,“ endaði maðurin frásøgn sína. „Jewish Hope“

 

Í neðra sangurin við føroyskum teksti
"Saviour, like a shepherd lead us"

Frelsarin hann eins og hyrði leiðir
Stórur tørvur til tín er,
Lendi tínum frá tú okkum fyllir
Beint í rætt, tú okkum ber.

Góði Jesus, góði Jesus,
Tú meg keypti, eri Tín;
Góði Jesus, góði Jesus,
Tú meg keypti, eri Tín;

Vit nú tínir eru, hjálp tú okkum
Seyðamaður okkar ver;
Røkta fylgið, synd halt tú frá okkum
Leita upp, tá leið burt fer.

Góði Jesus, góði Jesus,
Tú meg keypti, eri Tín;
Góði Jesus, góði Jesus,
Tú meg keypti, eri Tín;

Enn títt lyfti ljóðar, komið higar
Fátøk, sek, nú støðan er
Tá tín náði okkum fult út fríar
Náði tín, hon heilt meg ber.

Góði Jesus, góði Jesus,
Tú meg keypti, eri Tín;
Góði Jesus, góði Jesus,
Tú meg keypti, eri Tín;

HEIM

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

BIÐ GUD VÆLSIGNA MATIN Í JESU NAVNI VATN MÝL

BIÐ GUD VÆLSIGNA MATIN Í JESU NAVNI

 

 

YMISKT TILFAR UM VATN

 



Thurman Scrivner

Í Guds orði lesa vit:

“Vinalig orð eru dýrur hunangur, søt fyri sálina, heilsubót fyri beinini.”

Orðt. 16,24.




Guds orð sigur, at vinalig orð eru heilsubót fyri bein tíni.
Skulu

vit nakrantíð tala annað enn vinalig orð? Avgjørt ikki! Vit skulu

ikki tala í illsinni hørð og ljót orð. Vit skulu tala mild orð.

 

 

 



Fyri nøkrum árum síðani vóru vit í vestara parti av Texas. Har

er ein kristilig sjónvarpsstøð, nakað sum Visjon Norge. Vit hava

sendingar har einar 4-5 ferðir um vikuna. Har kom ein maður, sum

er lækni, hann er eisini vísindamaður. Hann var við í einari sending,

so hann kundi vísa, hvat ið hann hevði lært við sínari gransking.

Hann tók nakrar vatnkrystallir og vísti tær undir einari sjóneyku,

einum mikroskopi, so tú sást, hvussu vatnmýlini síggja út. Um

tú spælir góðan kristnan sang uppi yvir teimum, broytast tey

fullkomiliga. Um tú biður eina bøn uppi yvir teimum og sigur:

Faðir, vælsigna hetta vatnið í Jesu navni,” so broytast mýlini.

Tey gerast so vøkur. Tað er undurfult.

 


Men tú kanst tosa okkurt negativt niður yvir tey, tá gerast tey

andskræmilig og ljót. Um tú spælir harðan rokktónleik uppi yvir

teimum, gerast tey garvill.

 

 

 

Tá ið eg sá, hvat ið hendi við hesum vatni, kann eg vissa teg um,

at eg ongantíð aftur leski ein vatndropa, uttan at eg fyrst biði Harran

vælsigna hetta vatnið í Jesu navni.

 

 

Tá ið eg sá hesa framvísingina, hugsaði eg eisini um nakað

annað. Summstaðni úti í heimi hava tey harðar rokkkonsertir. Har

koma gentur og dreingir í túsundatali at lurta eftir hesum heimsins

svansi. Sumt av hesum tónleiki spottar Jesu navn, og tú undrast á,

hví summir av hesum ungdómum, sum lurta eftir hesum tónleiki,

gerast púra ørir. Tey hava sex, tey drepa hvørt annað og gerast púra

garvill.

 


Men mannakroppurin er úr 75% av vatni, og heilin er úr 85%

av vatni. Nú, um slíkt hendir við vatni í einum glasi, hvussu skal

tað so ikki verða við mannakroppinum, tá ið hesi fólkini syngja og

skrála ræðulig ting út gjøgnum sín tónleik. Hvat heldur tú, tað ger

við kropparnar á hesum ungu? Tað fer at gera ræðulig ting við tey;

men um tú hevði kunnað sæð ta undurfullu framvísingina, hvat ið

hendir við mýlunum eftir mildan tónleik og bøn í Jesu navni, tá

hevði tú gjørt júst sum eg, tú hevði altíð talað til matin og vatnið og

signa tey í Jesu navni, áðrenn tú fert at fáa tær.

 

 

Gud hevur givið okkum eitt lyfti í Orði sínum: “Tit skulu tæna

Harranum, Gudi tykkara, tá vil eg vælsigna breyð títt og vatn og

reka allar sóttir frá tær.” 2. Mós. 23,25. Men sjálvt um hann hevur

lovað at gjørt tað fyri meg, so sigi eg altíð sjálvur eina lítla bøn

uppi yvir matinum fyri at vera dupultvardur.

Hugsa um hetta sum trúgvandi.

 

 

HEIM