Profetaorð um Damaskus

 

Vit hava øll sæð myndir av Damaskus, høvuðsstaðnum í Sýria, í sjónvarpinum. Tað var ikki gangandi gjøgnum gøturnar, alt var ein stórur ruinhópur.

 

Fyri uml. einari viku síðani sóu vit sendingina ”Pottemakerens Hus” í sjónvarpinum. Har hevði Rita Aasen viðtal við ein gamlan prest frá Kristiansand. Hann tosaði nógv um, hvussu stóran týdning tað hevur at lesa eitt petti úr Skriftini hvønn dag. Tá ið Ísraels fólk gekk gjøgnum oyðimørkina, gav Gud teimum manna av Himni. Hetta himmalska breyðið var neyðugt á oyðimarkarferðini ávegis til Lovaða Landið, og hetta ótu tey dagliga.

Vit eru eisini á einari oyðimarkarferð her niðri á veg til Himmals, og tað er alneyðugt, at vit metta okkum við Guds orði hvønn dag, tí tað er okkara ”manna”. Jesus sigur: ”Tí at Guds breyð er tað, sum kemur niður av himni og gevur heiminum lív… Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra.” (Jóh. Kap. 6)

Bíblian sigur okkum eisini, hvat ið hendir í framtíðini. Millum annað sigur hon, hvat ið skal henda við Damaskus:

"Spádómsorð um Dámaskus. Sí, brátt er Dámaskus eingin borg, men vorðin at toftum. Um ævir skulu bygdir hennar liggja i oyði, og har skulu fæflokkar liggja á beiti, og eingin skal skelka teir burtur.”
Jes. 17,1-2

 

Hetta eru álvarslig orð; men øll, sum bjóða Jesusi inn í sítt hjarta og vilja fylgjast við honum, eru trygg, tí Hann er sjálvur vegurin til himmals.

 

e.c.