Profeti Booths um endatíðina

Á evstu døgum fara fólk at hava ein átrúnað uttan Heilaga Andan, kristindóm uttan Kristus, fyrigeving uttan syndajáttan, politikk uttan Gud, himmal uttan helviti.

 


Kendi vekingarevangelisturin Emanuel Minos sigur soleiðis um boðskapin hjá Williami Booth:

Fyrst síggja vit, at hetta profetiið er ein spádómur, ein forsøgn, sum ikki hevur sín líka í teirri kristnu søguni. William Booth stígur her fram mestsum profetarnir í Gamla Testamenti.



Eg hoyrdi hasa forsøgnina hjá Booth fyri mongum árum síðani, tá ið eg var ungur. Tá ið eg nú hoyrdi hana aftur, varð eg uppskakaður. Tá ið eg hoyrdi hana fyrru ferðina, beint eftir kríggið, var hon ikki aktuel, tíðarbær. Í dag harafturímóti eru fleiri av hesum profetium vorðin ein óhugnalig ásannan av andaligu støðuni í Noregi sum heild og í Skandinavia serliga.



Um vit taka fyrsta profetiið: “Fólk fara at hava ein átrúnað uttan Heilaga Andan,” skulu vit geva okkum far um, hvat ið Skriftin sigur: “Andin sannførir um synd, rættvísi og dóm.” Synd, rættvísi og dóm verður minni prædikað um nú á døgum enn fyrr. Vit spyrja okkum sjálv: “Gera vit Guds Heilaga Anda sorg?” Ef. 4,30



Tá ið vit koma til annað profetiið “kristindóm uttan Kristus”, so mugu vit siga, at tað fevnir um gudstrúgv - uttan Kristus, uttan blóðið og uttan sáttargerð. Blóð og eldur eru harði lúðrablásturin hjá Frelsunarherinum, og boðanin av Kristi blóði er grundin undir allari evangeliskari boðan. Í dag hoyra vit nógv um Gud, men minni um blóðið og sáttarofrið, altso Kristi offur og deyða á krossinum fyri syndir okkara.



Tað førir okkum til triðja profetiið hjá Williami Booth “fyrigeving uttan syndajáttan”. Vit skulu ikki skapa skuldarkenslu, tá ið vit prædika, siga fólk. Men vei okkum, um vit rura fólk inn í teirra syndir. Vit hava øll syndað og okkum fattast dýrd Guds.


 

“Frelsa uttan endurføðing” stendur víðari í profetiinum. Okkum nýtist onga syndajáttan, bót og angur, tá ið vit boða evangeliið. Og bera vit fram eina slíka boðan, so verður tað, sum Booth profeterar: religiøsitetur uttan sannan kristindóm.



Fimta forsøgnin hjá Booth generali um “politikk uttan Gud” snýr seg ikki bara um ateistiskar politikkarar - tað er eisini ein ávaring til øll, sum vilja breiða virðingina fyri Gudi út til fólk okkara.



Sætta forsøgnin “himmal uttan helviti” er ein boðskapur, sum hevur borið ríkar fruktir í einum avkristnaðum samfelagi. Hallesby professari fekk at kenna avleiðingarnar av sínum boðskapi um æviga glatan. Seinni hava vit kristnu boðberarar í ótta fyri at særa nakran, klætt orð okkara í bummull, tá ið tað ræður um ævinleikaútlitini. Vit geva tjóðini sukurmolar staðin fyri andaligar vitaminir. Vit geva teimum smikursøtan undirhaldsboðskap staðin fyri eina rannsakandi uppgerð við okkara ævinleikaábyrgd.



Nú mugu øll, sum boða orðið uttan mun til, hvørja kirkju ella samkomu tey hoyra til, biðja um veking við Heilag Andanum. Eingin motorvegur gongur til himmals. Portrið er trongt, og vegurin er smalur. Men sælur er hann, ið vinnur fram, sigur Emanuel Minos.

“Hjemmets Venn”

Effie Campbell umsetti.