7.oktober 2026
Mítt skýggj av vitnum
„Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, “
Hebr.12,1
Og
„tí at hesi øll hava lagt niður fyri til gávurnar av tí, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti at bjarga lívinum við.« “ Luk.21,4
Siri Iversen
”Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus.” Hebr. 12,1-2.
Vit hava øll okkurt, sum tyngir. Øll mugu viðhvørt stríðast móti møði og mótloysi. Summi droyma um eitt lív, har alt riggar: samstarvið er lýtaleyst, arbeiðið er frálíkt, heilsan er góð, útbúgvingin er hin rætta, og kroppurin er flottur. Alt er bara frálíkt. Men tað er nú so, at tað lýtaleysa og fullkomna lívið er ikki til.
Tá ið mótgangur og ivin koma, fáa vit tey ráðini at líta upp á Jesus, tí Hann hevði ikki nakað lætt lív. Hann kendi til pínu og var órættvíst viðfarin.
Sambært Hebrearabrævinum er skýggið av vitnum øll tey fólkini, sum eru farin undan okkum og eru deyð í trúnni á Jesus, og hvørs lív framvegis talar trúgv inn í mítt lív eftir deyða sín. Og tey eru nógv í tali, men her skal eg bara nevna eina konu, sum gav Gudi sínar samanspardu pengar.
Eg veit ikki, hvat ið hon æt. Hon var gomul og búði uppi á einum lítlum lofti í Oslo í 1930-árunum. Hon bað nógv, og ein dag varð hon mint á at geva allar sínar samanspardu pengar til Betlehem Misjonsmenighet. Hon hevði onga eftirløn. Hetta var alt, hon hevði at liva fyri.
Prestur hevði biðið Gud um pengar, so tey kundu seta ein trúboðara, og so hevði hann givið Gudi eina freist. Hann sat á skrivstovu síni og hevði hug at blaka alt frá sær, tá ið eingir pengar komu. Tá kom ein lítil drongur rennandi. Hann var sendur ørindi fyri hesa konuna. Drongurin rætti presti ein brævbjálva við akkurát tí peningaupphædd, sum prestur hevði biðið um.
Trúboðarin var Frank Mangs. Hann kom til Oslo og bleiv amboðið til eina víðfevnda veking, sum Oslo neyvan hevði sæð makan til, hvørki undan ella seinni. Fólk blivu frelst í hópatali. Men vekingin byrjaði við konuni, sum eingin kennir navnið á, men sum gav alt, hon hevði. Effie Campbell umsetti
6.oktober 2026
Kann Gud gera undur í dag?
“Tað, tit biðja um í mínum navni, vil eg gera.”
Jóh.14,14
Ludvig Nommesen búði í Danmark. Hann var ein villur og bannsettur drongur, sum skapti trupulleikar bæði heima og í skúlanum. Men so ein dagin í árinum 1836 hendi ein vanlukka. Tólv ára gamli Ludvig varð ákoyrdur, og tað tyktist, sum skuldi hann gerast krypil restina av lívi sínum.
Meðan Ludvig lá hjálparleysur í songini, fór hann at lesa í Bíbliuni. Ein dagin las hann nakað, sum Jesus hevði sagt: “Tað, tit biðja um í mínum navni, vil eg gera.”
“Mamma, er tað satt? Kann Jesus gera meg frískan, um eg biði hann um tað?”
Mamma Ludvig var trúgvandi, og hon las ofta í Bíbliuni. Men hon trúði, at tað var bert ta ferðina, Jesus livdi her á jørð, at hann kundi gera menniskju frísk.
Ludvig kundi ikki gloyma tað, hann hevði lisið, og hann fór at biðja: “Gud, um tú vilt gera meg frískan, so vil eg fara út til heidningarnar og siga teimum um Jesus.”
Og undurið hendi - Ludvig bleiv frískur! Og hann gloymdi ikki tað, hann hevði lovað Gudi.
Tá ið Ludvig var 27 ára gamal, fór hann til Sumatra, sum er ein av teimum størstu oyggjunum í Indonesia. Fleiri tríboðarar vóru longu har; men allir búðu og arbeiddu úti við strondina.
Ludvig ætlaði sær inn í landið til Batak-fólkið. Hetta vóru verstu heidningar á oynni. Teir vóru mannaátarar. Teir seldu smábørn, kríggjaðust hvør móti øðrum, ótu menniskju og hongdu skallarnar upp til prýðis. Trúboðararnir ávaraðu Ludvig, og ríkisstjórnin segði, at hann ikki mátti fara hagar. Men í 1864 slapp hann, og hann fór einsamallur inn til Batak-fólkið.
Tað bleiv ein torfør tíð hjá Ludvigi. Hann mátti sova á gólvinum í einari smáttu, har fólk gingu út og inn alla tíðina. Men hann gavst ikki á hendur. Fleiri ferðir var tað um reppið, at hann bleiv dripin. Ein gandakallur blandaði eitur í mat hansara, og einaferð vildu teir ofra hann til avgudarnar. Men Gud varðveitti Ludvig, og teir innføddu skiltu skjótt, at tann Gud, hann bað til, var sterkari enn djevulin. Tá ið gandakallurin sá, at Ludvig ikki fekk skaða av eitrinum, bleiv hann frelstur.
Tey fyrstu, sum komu at hoyra um Jesus, vóru børnini. Ludvig segði teimum um Jesus, Guds son, og skjótt dugdu børnini nógvar kristnar sangir og frásagnir úr Bíbliuni. Sum frá leið, komu sjúk menniskju, og tey, sum vóru forfylgd og høvdu tað ringt, komu at hoyra um ein kærleiksfullan og almáttugan Gud. Mong tóku ímóti Jesusi og blivu doypt - høvdingurin var ein teirra. Tá ið Batak-fólkið vildi vita meir um Guds son, skrivaði Ludvig heim til Danmarkar og bað fleiri trúboðarar og lærarar koma.
Í 1876 vóru tað 2000, sum høvdu tikið ímóti tí glaða boðskapinum, og 20 ár seinni vóru 7000 kristin. Alt fólkið broyttist. Friður var, og sunnudag fór fólkið í kirkju at hoyra Guds orð.
Batak-fólkini gjørdust so ómetaliga góð við Ludvig Nommesen og kallaðu hann faðir sín. Tá ið hann doyði í 1918, 85 ára gamal, vóru fleiri túsund fólk, sum grátandi fylgdu børuni til kirkjugarðin.
Effie Campbell umsetti
Essay om Ludvig Nommesen blandt kannibaler i Sumatra
5.oktober 2026
Alt fyri einki
„Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara.“
Róm. 6,23
A. B. Simpson
Eg varð einaferð boðsendur at koma at vitja eina unga gentu, sum eg hevði kent í langa tíð, og sum nú lá at doyggja av tuberklasjúku. Familjan og vinirnir høvdu stívrent og treiskt sýtt øðrum at tosa við hana, tí tey kvíddu fyri, at hon skuldi gerast ræðslusligin og doyggja fyri tíðina. Men tá ið tey sóu, at sjúkan versnaði, gjørdust tey bangin og sendu boð eftir mær.
Ofta er tað bara okkurt lítið, sum krevst fyri at seta signingina í verk. Gud legði mær á hjartað at brúka eitt smáting at vekja áhuga hennara, uttan at gera hana bangna, og fyri at fáa eitt evni til samrøðuna við hana. Ein av sonum mínum var vinur við hana, so eg hevði tikið eina appilsin við sum eina lítla gávu frá honum. Tað sást, hvussu glað hon bleiv, og hon segði takk.
So tosaðu vit eitt sindur saman. Tað eydnaðist mær at sleppa henni av við óttan, og so nærkaðist eg tí veruliga evninum uttan at skelka hana. Eg nevndi, at tað hevði verið ein stórur uggi fyri hana í sjúkdóminum at kenna Jesu nærleika og kærleika og vita, at hon hevði vissuna fyri, at hon hevði barnakor hjá Gudi. Hon segði mær bart út, at hon ikki visti, hvussu hon skuldi gerast trúgvndi og fáa frelsuvissu. Tað var so torført og fremmant fyri hana.
So segði eg henni so einfalt, sum eg kundi, at Jesus Kristus kom í heimin at frelsa okkum, at Hann hevur gjørt alt, sum er neyðugt, fyri at vit kunnu blíva frelst. Alt, sum vit skulu gera, er at taka ímóti frelsuni, sum Hann hevur útvegað okkum, og so skulu vit takka Honum fyri tað. Hann hevur svarið upp á syndaspurningin, og Hann hevur keypt ein bústað til okkara í Himli, og Hann bjóðar okkum henda bústað fyri einki, ókeypis.
Men her var hennara trupulleiki: Hvussu skuldi hon taka ímóti gávuni? Eg vendi mær kvikliga móti henni og spurdi: ”Annie, hvat hevur tú gjørt við mína appilsin?”
Hon hugdi upp á meg og segði: ”Eg helt, at eg átti hana.”
”Hvussu skuldi hon kunnað verið tín? Tú hevur ikki keypt hana ella dyrkað hana. Hvussu kanst tú so eiga hana?”
”Jú, eg skilti, at John hevði sent mær hana sum eina gávu, tí tók eg ímóti henni og segði takk.”
”Tú tókst ímóti henni og takkaði, og tí eigur tú hana. Eg havi ongan rætt at taka hana aftur, sjálvt um eg vildi. Men hoyr nú, eg havi eina gávu við frá Jesusi Kristi, sum er nógv virðismiklari enn appilsinin. Hann hevur givið mær hana og sagt, at eg skal geva tær hana. Nú kanst tú bara taka ímóti henni, sum tú tókst ímóti appilsinini og takka honum og síðani siga, sum tú segði um appilsinina: ”Eg eigi hana.”
Gleðin breiddi seg um andlit hennara. ”Er tað alt?” spurdi hon. Og eg segði: ”Ja, latið okkum nú taka ímóti og takka Honum.” Hon græt stillisliga undir bønini, so hugdi hon upp við einum smíli og segði: ”Hon er mín.”
Tá ið hon nakrar vikur seinni fór inn um deyðans portur, strálaði andlit hennara, og við skelvandi vørrum teskaði hon: ”Hann er mín.”
Tú, sum lesur hetta – tú kanst eisini fáa hesa gávuna. Tú fært hana ókeypis, fyri einki. Tí ”løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.” (Róm. 6,23) ”Kirkeklokken” Effie Campbell umsetti
4.oktober 2026
Sólurið
„Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! “
Jóh.14,27
Ein maður í Kalifornia hevur eitt sólur, sum er eitt tað kærasta, hann eigur. Hann greiðir frá grundini til hetta: “Tað var ein tíð í lívi mínum, tá ið tað var torført hjá mær at síggja ta ljósu síðuna í tilveruni. Eg hevði vant meg til at taka eina negativa áskoðan - ein vani, sum mong menniskju hava, men sum tey ikki eru greið yvir. Tað er ikki ætlan mín at benda á, at vit skulu vera blint bjartskygd; men menniskju við einum álvarsligum sinnalagi, kunnu lættliga fáa tann vanan at leita eftir teimum myrku skýggjunum.
Ein dagin, tá ið eg stóð og hugdi eftir sólurinum í garðinum hjá einum vinmanni, kom tann hugsanin til mín, at EITT SÓLUR BARA TELUR TEIR LJÓSU TÍMARNAR.
“Meðan eg hugsaði um hetta,” segði hann, “kom tað mær fyri, at sólurið ímyndaði tað sinnalagið, sum eg royndi at vinna mær. Eg keypti sólurið og setti tað við vilja tætt við úthurðina, so eg noyðist at leggja merki til tað, tá ið eg fari heimanífrá um morgnarnar. Eg menti skjótt tann vanan at hugsa um tað, sum sólurið ímyndar. Tað hevur lært meg at sóknast eftir tí ljósu síðuni av lívinum og at hyggja burtur frá teimum skýggjunum, sum kasta daprar skuggar. Sólurið hevur broytt lív mítt ikki so lítið.” Effie Campbell umsetti
3.oktober 2026
Lívið verður bygt á sambond ikki á lutir
”… tí at um onkur hevur almikið góðs, so stendur tó ikki lív hansara í tí, hann eigur.” Luk. 12,15
Tað eru fá fólk, sum hava upplivað slíkar royndir og trongdir sum Aleksandr Solzhenitsyn. Hann leið og fór ígjøgnum ræðuligar trongdir í fleiri áratíggju sum politiskur fangi í sibiriskum fangahúsum, sum vórðu kend undir navninum Gulag – men gjøgnum trúnna á Gud yvirlivdi hann og setti fingramerki eftir seg í heimssøguni.
Vit kunnu ikki bara læra nakað av honum, av tí at hann var ein yvirlivari, men eisini av tí at hann hevði verið í einari støðu, sum tey fæstu okkara hava verið í nánd av – einari tilveru har neyð og trot var á øllum. Hann livdi ikki bara, har eingi luksus-ting vóru, hann livdi eisini uttan vanligu neyðsynjarvørur.
Gev tær far um tað, hann skrivar í ”The Prison Chronicle”: ”Tú skalt ikki ræðast ólukkur, og ikki leingjast eftir lukku, tá ið samanum kemur, so er alt tað sama: Tað beiska varar ikki ævigt, og tað søta fyllir ongantíð koppin, so hann flýtur yvir. Tað er nóg mikið, um tú ikki stirðnar í kuldanum, og um svongd og tosti ikki pína teg ógvisliga. Um ryggur tín ikki er brotin, um føtur tínar fáa gingið, um tú fært boygt báðar armar, um tú sært við báðum eygum, og um tú hoyrir við báðum oyrum, hvønn skuldi tú tá verið øvundsjúkur inná? Og hví? Okkara øvundsjúka inn á onnur er tað, sum mest av øllum etur okkum upp. Gníggja eygu tíni, og reinsa títt hjarta – og set meira enn alt í verðini prís upp á tey, sum elska teg og vilja tær væl.”
Hetta er ein maður, sum hevur sæð, hvat ið av sonnum hevur virði her í lívinum – ikki lutir og ting, men samband við Gud og tíni kæru. Jesus segði: ”Síggið til og varið tykkum fyri allari havisjúku, tí hjá ongum stendur lívið í tí, hann eigur, um hann so hevur yvirflóð.” (Luk. 12,15)
”… et Ord til Dagen”
Effie Campbell umsetti
2.oktober 2026
Møtti Jesusi í Jerusalem
Í 1978 hoyrdi Aril Edvardsen Gud tala til sín. Gud bað hann
fyrireika sjónvarpsssendingar til allan heimin. Sama árið er tað ein
kona í Norðurafrika, sum hoyrir Gud siga við seg, at ein dag skal
evangeliið um Jesus koma inn í øll arabisk heim. Tá liggur hon
innilæst á einum sinnissjúkrahúsi, tí at hon hevur vitnað alment um
trúgv sína.
„Tí, av tí at tú ert flógvur, og ert hvørki heitur ella kaldur, skal eg spýggja
teg út úr munni mínum – “
Op.3,16
Søgan byrjar, tá ið Safira úr Marokko skal fáa sín lívsdreym at ganga út.
Hon fer á pílagrímsferð ella Hadj, sum tað kallast, til Mekka. Allir
muslimar, sum hava ráð og góða heilsu at fara, mugu gera eina
pílagrímsferð til Mekka minst eina ferð í lívi sínum.
Fyri at gera túrin fullkomnan avger Safira at fara til Jerusalem at biðja í
tí stóru Al-Aqsa moskuni. Tá ið hon kemur til Jerusalem, eru pílagrímar
har í túsundatali. Teir standa í bíðirað at koma inn í ta viðgitnu moskuna.
Sjálv kemur hon ongantíð longur enn til portrið. Men hon setur seg niður
saman við fleiri hundrað øðrum at biðja úti á gøtuni framman fyri
inngongdina.
Maður í hvítum kyrtli
Safira greiðir frá, at meðan hon sat har og bað, sær hon ein mann í hvítum
kyrtli koma yvir til sín. Hann fer at tosa við hana, og hon svarar aftur.
Hann sigur frá ymiskum í lívi hennara og frá tí, sum hendir rundan um
tey, og so sigur hann við hana: "Tú hoyrir mær til. Eg eri vegurin,
sannleikin og lívið. Fylg mær." Hon skilir ikki, hvat ið hesin hvítklæddi
maðurin meinar, og tá ið hann fer til gongu inn í tær trongu gøturnar í
Jerusalem, reisist Safira og fer rennandi aftan á honum. Hon megnar at
fylgja eftir honum eitt petti gjøgnum mannamúgvuna; men alt í einum er
hann burtur. Hon rennur aftur og spyr hini, sum sum sótu undir liðini á
henni, um tey hava sæð tann hvítklædda mannin, men tey svara bara, at
hon man hava fingið hitaslag og hevur mist vitið. Men Safira er sannførd
um, at hon møtti Isa - Jesusi, og at hann segði henni, hvat ið tann sanni
vegurin er. Hetta møtið broytir alt lív hennara.
Handtikin
Tá ið Safira kemur heim til Norðurafrika, er hon ikki før fyri at tiga um
tað, sum hon hevur upplivað. Hon fer undir at boða allastaðni, har hon
gongur, um sítt møti við Isa, og hvat ið hann segði við hana. Hon sigur
hetta við fremmand í bussinum, á marknaðarplássinum, har hon keypir
frukt og grønmeti, og í handlunum. Hon skapar mikla øsing við sínum
pástandum, og bløðini fara at skriva um hesa svøku konuna, sum kom
heim úr Jerusalem. Politiið handtekur hana, og teir hótta hana og siga, at
um hon ikki tigur, fara teir at læsa hana inni á einum sinnissjúkrahúsi.
Men Safira er ikki før fyri at gevast at siga frá Jesusi, og skjótt er hon
handtikin aftur. Hesa ferð verður hon send til eina læsta deild á
sinnissjúkrahúsinum.
Uggi
Tá ið fleiri mánaðir eru farnir, koma døtur hennara grátandi til
politimeistaran og lova, at tær skulu ansa eftir mammu síni, um tær bara
sleppa at fáa hana heim aftur við sær. Politimeistarin játtar hesum, um tær
vilja taka ábyrgdina at fáa hana at tiga. Tá ið døturnar koma eftir Safiru,
sigur hon frá einari ótrúligari søgu. Hon greiðir frá, at teir mánaðirnar, tá
ið hon var á læstari deild, fekk hon svøvnpulvur í teið, soleiðis at hon
svav størsta partin av tíðini. Men meðan hon svav, hevði hon dreymar og
sjónir, har Jesus kom til hennara og uggaði hana. Eitt av tí, sum hon
segði, var, at Jesus segði við hana, at ein dag fór hann at koma beint inn í
øll arabisk heim gjøgnum sjónvarpsskíggjan, uttan at nakrar maktir ella
myndugleikar kundu forða fyri tí, soleiðis sum teir nú royndu at steðga
henni. Tað var ov stórt og undurfult fyri hana at skilja; men hon goymdi
tað í hjarta sínum.
Tað hendi í 1978, tá ið Aril Edvardsen hoyrdi Gud tala til sín fyri aðru
ferð. Meðan Aril liggur og biður á sínum hotellkamari í Nairobi, talar
Gud við hann og sigur: "Far heim til Noregs og bygg mær eina
fjølmiðlastøð, tí nú fara útvarps og sjónvarps einkarrættindi at falla í
tínum egna landi og út um allan heimin."
Vitjan á skrivstovuni
Tá ið Sarons Dalur byrjaði við sjónvarpssendingum á fylgisveini til
arabiska heimin í 1996, fór familjan hjá Safiru so við og við at hyggja at
sendingunum heima í egnu stovu síni. Sendingarnar førdu til, at onnur
dóttir hennara tók ímóti Jesusi í trúgv, og bæði hon og mamman hava
tikið brævaskeiðið "Nýggja Lívið" á arabiskum úr Sarons Dali. Einaferð,
tá ið dóttirin var og ferðaðist í Svøríki, fór hon inn á skrivstovu okkara í
Stockholmi. Henda skrivstovan hjálpir fólki víðari á leið. Har greiddi hon
frá søguni um mammu sína, og hvat ið hon hevði upplivað. Við sær hevði
hon eisini fleiri av blaðúrklippunum, har skrivað stóð um "svøku"
mammu hennara og ruðuleikan, ið hon skapti um alt landið, tá ið hon
kom heim úr Jerusalem og segði, at hon hevði møtt Jesusi Kristi, og at
hann er einasti vegurin til Himmals.
"Aril Edvardsen hoyrdi hesa frásøgn, áðrenn hann doyði, og eg veit, at
hon hevði stóra ávirkan á hann," sigur Merzek pastorur á skrivstovuni í
Stockholmi. Effie Campbell umsetti
1.oktober 2026
Send honum boð!
„Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna, “
Sálm.37,5
Ein kona vitnaði á Bedehuskanalen um týdningin av bøn.
”Eg skal siga frá fyrsta bønasvarinum, ið eg minnist. Eg var kanska 9-10 ár. Pápi og elsti beiggi mín vóru á havinum. Vit búðu uppi í norður Noregi.
Ein dagin brast eitt øgiligt ódnarveður á. Mamma bleiv bangin. Hon samlaði okkum trý børnini saman í køkinum.
So segði mamma: ”Nú skulu vit syngja: ”Send honum boð, tí Harra Jesus Krist,”og meðan vit stóðu har á køksgólvinum, sungu vit handa sálmin.
Hvørt vers byrjar við regluni ”Send honum boð”. Nær? Jú, tá ið okkum tørvar frelsu, tá ið alt tykist myrkt, tá ið ivin plágar, og sorgin nívir, tá ið trúgvin tykist veik, og tá ið vit skulu út á okkara síðstu ferð.
Tað fall ein sovorðin friður niður yvir okkum, og pápi og beiggi mín komu aftur í øllum góðum.
Síðani skulu vit aftur senda tí Harra Jesusi Krist boð og takka honum fyri alla hjálp og náði!”
Um eg doyggi í dag, Faðir, so eri eg hjá tær! Um eg ikki doyggi, so ert Tú hjá mær! Ja, nettup! Tí Tú hevur lovað: Eg eri við tykkum allar dagar! Og tað merkir bæði teir góðu og teir, sum eru rættiliga harðir.
Hoyrið "Send honum boð"
Send honum boð
Send honum boð, tí Harra Jesus Krist,
sum frelsa kann og veita sálum vist!
Hann, sum á fold av Gudi sendur var,
send honum boð, og frið hann veitir tær!
Send honum boð, tá hjálp tær tørvar her,
á myrku stund hann fegin ljós tær ber!
Tá onga leið títt eyga meir kann sjá,
send honum boð, og brátt er hann tær hjá!
Send honum boð, tá ivandi tú er,
ein stund hjá honum – allur ivin fer!
Tá leiðin tín um táradalin lá,
send honum boð, og hjálp tú brátt skalt fá!
Send honum boð, tá sorgin nívir teg,
alt vónleyst er, tú hómar ongan veg!
Tá trúgvin glapp á allar lutir her,
send honum boð, sum lívsins trúgv tá ber!
Send honum boð ta vøkru gleðitíð,
tá byrur ber, og eydnan brosar blíð!
Tá dagur aftnar yvir deyðans dal,
send honum boð, sum altíð alt ger væl!
Effie Campbell umsetti